týsdagur 21. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 115 - 21. juni 2005
Jógvan við
Keldu: Nú
er nokk
sagt og
nokk
misskilt
- Nú er nokk sagt, og
nú er nokk misskilt,
sigur Jógvan við
Keldu, eftir at fleiri
politikarar úr bæði
andstøðu og sam-
gongu hava funnist
harðliga at viðmerk-
ingunum hjá lands-
stýrismanninum í
Degi og Viku fríggja-
kvøldið
RAPA-HJÚNINI
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Jógvan við Keldu segði
við Dag og Viku, at hann
helt tað vera eina størri
andsøgn, at Rapa-hjúnini
yvirhøvur vóru sloppin
inn á læraraskúlan.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, segði at við-
merkingarnar vóru ó-
hepnar. Kaj Leo Jo-
hannesen,
formaður
Sambandsfloksins, helt
at løgmaður átti at geva
Jógvani við Keldu eina
kraftiga átalu. John Jo-
hannessen, tingmaður,
førdi fram, at um tað er
soleiðis, at vit nokta
fólki at nema sær út-
búgving í Føroyum, bert
tí tey hava útlendskan
uppruna, so kann hetta
møguliga gerast okkum
ein stórur smeitur.
Sjálvstýrisformaðurin
Kári P. Højgaard segði
um viðmerkingarnar hjá
Jógvani við Keldu, at tað
átti at fingið fylgir,
meðan Høgni Hoydal úr
Tjóðveldisflokkinum
helt, at viðmerkingarnar
hjá landsstýrismanninum
vóru tekin um, at tað
liggur ein ódámligur
politikkur aftanfyri út-
talilsini hjá Jógvani við
Keldu, og at tað átti at
fáa avleiðingar beinan-
vegin. Jenis av Rana úr
Miðflokkinum segði, at
viðmerkingarnar vóru til
at gráta yvir, og at hetta
er prísurin, sum Javnað-
arflokkurin má gjalda
fyri at hava fingið løg-
mann
Jógvan við Keldu sig-
ur, at nú er nokk sagt í
hasum málinum, og har
er nokk misskilt.
- Hatta er mín einasta
viðmerking í løtuni. Eg
vendi aftur seinni, sigur
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður í innlendis-
málum.
RAPA-HJÚNINI
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Sjálvstýrisformaður-
in: Sjálvsagt eigur tað
at fáa fylgir
- Tað er ótrúliga óheppið, at
Jógvan við Keldu skal stíga
fram í Degi og Viku og siga
slíkt, sigur Kári P. Høj-
gaard, formaður í Sjálv-
stýrisflokkinum, um við-
merkingarnar hjá Jógvani
við Keldu um Rapa-hjún-
ini.
- Eg haldi undir øllum
umstøðum, at maðurin eig-
ur at taka orðini aftur, sigur
Kári P. Højgaard.
- Sjálvsagt eigur tað at
fáa fylgir fyri landsstýris-
mannin. Vit mugu fáa eina
vissu fyri, hvat ið ætlanin er
við útlendingapolitikkin-
um, sigur Kári P. Højgaard,
formaður í Sjálvstýris-
flokkinum.
Jenis: Hatta er til at
gráta yvir
- Eg vóni, at maðurin hevur
fortalað seg. Man trúði ikki
sínum egnu oyrum, tá man
hoyrdi Jógvan við Keldu í
Degi og Viku fríggjakvøld-
ið. Hatta er til at gráta yvir,
sigur Jenis av Rana, for-
maður í Miðflokkinum.
- Rapa-hjúnini eru fólk,
sum eru komin til Føroyar
og givið okkum nakað. Tað
er alla æru vert, tað sum
hasi fólkini hava klárað.
Fyrimyndarligt. Tað
er
ræðuligt, at tey skulu upp-
liva slíkt. Bíblian tosar
greitt um, hvussu man skal
taka sær av teimum fremm-
andu: "Minnist til, at tit
einaferð eisini vóru fremm-
and," sigur Jenis av Rana.
- Eg haldi, at úttalilsini
hjá Jógvani við Keldu er
linjan, sum Fólkaflokkurin
legði áðrenn valið. Hetta er
desideraður fólkaflokspoli-
tikkur. Man tosar um al-
tjóðagerð, men hetta stend-
ur í stórari andsøgn til tað,
sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana heldur, at
hetta er prísurin, sum Javn-
aðarflokkurin má gjalda
fyri at hava fingið løg-
mann.
- Tað vigar so nógv hjá
Javnararflokkinum at fáa
løgmann, so hetta munnu
teir klára at svølgja. Meira
av somu skuffu er helst
væntandi, sigur Jenis av
Rana.
Rektarin: Hava ikki
kroyst nakran burtur
- Hetta er ein møguleiki,
sum fólk hava, tá tey koma
til Føroyar. Rapa-hjúnini
hava ikki kroyst nakran
burtur, sigur Pauli Nielsen,
rektari á Føroya Lærara-
skúla, sum júst hevur givið
Rapa-hjúnunum føroyskt
læraraprógv.
- Tey eru komin til Før-
oya í síni tíð og hava í veru-
leikanum eitt læraraprógv
úr Rumenia. Tá tey byrja
sum vikarar í Vestmanna
skúla, so seta tey seg í
samband við okkum fyri at
vita, hvat skuldi til fyri at
prógvið hjá teimum hjá
teimum kundi verða góð-
tikið á jøvnum føti við eitt
føroyskt prógv, sigur Pauli
Nielsen.
- Tey eru komin inn á
skúlan undir øðrum for-
treytum. Tey eru komin inn
í flokkin fyri at supplera.
Tey hava ikki kroyst nakran
føroying vekk. Vit hava fyrr
tikið ímóti útlendingum
upp á júst sama grundarlag.
Hetta er púra vanligt, sigur
Pauli Nielsen.
Hann leggur afturat, at
tað er óheppið, at Jógvan
við Keldu hevur sagt tað
vera eina størri andsøgn, at
Rapa-hjúnini
yvirhøvur
vóru sloppin inn á lærara-
skúlan.
Vestmenningur:
Ongin heilsan at
senda Rapa-
hjúnunum
Ingi Olsen úr Vestmanna
heldur, at tað var sera illa
timað av Jógvani við Keldu
at undrast á, hví Rapa-
hjúnini yvirhøvur vóru
sloppin inn á læraraskúlan,
nú tey kunnu gleðast um at
hava fingið prógv frá Før-
oya Læraraskúla.
- Hatta er ikki ein heilsan
at senda á próvdegnum.
Hatta vóru nøkur ótrúliga
klossut úttalilsi frá Jógvani
Viðmerkingar til úttalilsini hjá Jógvani við Keldu:
Jenis: – Hatta e