Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 7 Ioana og Daniel Rapa sita og hugna sær í stovuni. Dagur og Vika er um at byrja. Hjúnini hava júst fingið læraraprógv frá Føroya Lærara- skúla. Sjónvarps- manningin hevði verið til staðar við próvhandanina, og tískil vistu Rápa- hjúnini, at okkurt mundi fara at koma í Degi og Viku. Tey bíða spent og glað RAPA-HJÚNINI Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Vit eru í Vestmanna fríggja- kvøldið tann 17. juni. Klokkan er átta. Dagur og Vika byrjar við eyðkendu jinglunum. Høvuðssøgan verður serverað. Vit síggja nýklaktar lærarar í føroysk- um klæðum, sum fegnast um lokna útbúgving. Tað sær út til, at lagt er upp til sólskinssøgu hetta kvøldið. Vit hoyra røddina hjá Sigrun Brend. »Rumensku hjúnini Rapa fingu í dag føroyskt lærara- prógv, men hava onki uppihaldsloyvi. Jógvan við Keldu heldur tað vera eina andsøgn, at tey yvirhøvur sluppu inn á læraraskúlan.« Tað kennist sum ein bumba í stovuni í Vest- manna. Daniel Rapa fær ilt í búkin, og Ioana Rapa er kvirr. Fleiri av teirra nærm- astu eru eisini í stovuni. Fyrr um dagin høvdu tey hildið gaman, men nú er tøgn í stovuni. Sigrun Brend lesur hinar yvirskriftirnar, men orðini fara út í tóman heim í stovuni í reyðu húsunum við flagtaki í Vestmanna. Enn hevur ongin sagt nakað í stovuni. Sigrun Brend eigur orðið. »Í dag fingu rumensku hjúnini Rapa prógv frá Føroya Læraraskúla, og bæði hava longu fingið starv, hóast tey hvørt ár mugu stríðast við at fáa uppihaldsloyvi. Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður, heldur tað tó vera eina størri andsøgn, at parið yvirhøvur er sloppið inn á læraraskúlan.« Hvøkkurin hevur ikki lagt seg í húsunum í Vest- manna. Tey lurta við andakt eftir tí innslagnum, sum tey hildu skuldi verða eitt játtandi og jaligt innslag. Landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu kemur til orð- anna. »Tá ið man hevur bíði- listar, og føroyingar ikki sleppa inn á teir skúlarnar, sum eru, og so eru útlend- ingar sum koma og koma inn á skúlarnar hjá okkum. Eg haldi tað, at handa spurningin átti tú at beint víðari til Mentamálaráðið, tí eg kundi hugsað mær at vita undir hvørjum treytum, ið Mentamálaráðið tekur næmingar inn á hesar ymisku skúlarnar uppá.« Rumensku hjúnini skilja ikki; halda tað vera eina misskiljing. Kvøldið líður, og tíðinda- sendingin verður liðug. Nú er ikki longur kvirt í stov- uni. Telefonin ringir og ringir og ringir. Føroyingar kring landið og úr øllum stættum - høgir sum lágir - vilja hava orðið á Rápa- hjúnini. Øll hava tey sæð innslagið í Degi og Viku. Ella hava tey hoyrt um tað. Tað hevur ikki meira enn lýst fyri degi morgunin eftir, so byrja reaktiónirnar at streyma inn. Politikarar og onnur tosa um avleið- ingar, umberingar, misskilj- ingar, óhepnar viðmerk- ingar, útlendingar, útbúgv- ingar, og føroyingar. Rapa-hjúnini tosa um tvey ára gomlu dóttrina, sum tosar føroyskt. Tey tosa um ítróttina, lærarastarvið, og framtíðina. Men mest av øllum tosa tey um Føroyar. Sunnudagin fara Ioana, Daniel, og tvey ára gamla dótturin til Rumenia at vitja familjuna. Enn hava tey onki upphaldsloyvi fingið í Føroyum. Rapa-hjúnini: Fingu ilt í búkin við Keldu, sigur Ingi Olsen. Vestmenningurin sigur, at Rapa-hjúnini eru sera væl innlimað í lokalsam- felagið í Vestmanna. Ingi Olsen sigur, at tey hava keypt hús og bil, umframt at vera virkin innan ítrótt- ina í bygdini. - Og vit standa eisini og mangla lærarar í Vest- manna, so tað kemur væl við, at tey hava fingið prógv frá Føroya Lærara- skúla, sigur Ingi Olsen. Løgmaður: Óheppin úttalilsi - Mín viðmerking er tann, at úttalilsini hjá landsstýr- ismanninum vóru óheppin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í sambandi við útsagnirnar hjá Jógvani við Keldu í Degi og Viku fríggjakvøldið. Landsstýrismaðurin við innlendismálum segði við Dag og Viku fríggjakvøld- ið, at hann helt tað vera eina størri andsøgn, at Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á lærara- skúlan. Hetta segði hann í sambandi við, at hjúnini júst høvdu fingið prógv frá Føroya Læraraskúla. - Eg kundi hugsað mær at vita undir hvørjum treytum, ið Mentamálaráið tekur næmingar inn á hesar ymsu skúlarnar uppá, segði Jógvan við Keldu við Dag og Viku. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, sigur, at viðmerk- ingarnar hjá landsstýris- manninum vóru óhepnar. - Man skal ongantíð út- tala seg generelt um eitt einkult dømi, sum í hesum førinum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Men Jógvan við Keldu skal hava loyvi at framseta síni sjónarmið. Útlendinga- politikkurin verður við- gjørdur í samgonguni kom- andi tingsetu, og tá verður lagt upp til orðaskifti. Eg haldi, at boðskapurin hjá Jógvani við Keldu er positivur, tá hann sigur, at man arbeiðir við einari smidligari skipan fyri út- lendingar, sigur løgmaður. - Men hatta var eitt óheppið úttalilsi í Degi og Viku fríggjakvøldið, sigur Jóannes Eidesgaard. Kaj Leo: Undir alt lág- mark og niðursetandi - Tað er upp á tíðina, at løg- maður tosar við Jógvan við Keldu, tí Sambandsflokk- urin kann ikki standa inni fyri slíkum úttalilsum, sig- ur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsflok- sins, nú Jógvan við Keldu sigur tað vera eina størri andsøgn, at Rapa-hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á Føroya Læraraskúla. - Tað er undir alt lág- mark, at man kann uppføra seg soleiðis sum lands- stýrismaður. Hetta er pín- ligt og niðursetandi, sigur Kaj Leo Johannesen, for- maður í Sambandsflokkin- um. - Eg havi sent boð til Jóannes Eidesgaard, løg- mann, um at geva Jógvani við Keldu eina kraftiga átalu fyri hansara úttalilsi í Degi og Viku fríggjakvøld- ið, sigur Kaj Leo Johanne- sen. Sambandsformaðurin sigur, at slík úttalilsi skaða okkara umdømi uttanlands, og at føroyingar kunnu ikki hava fólk í umsitingini, sum siga slíkt. - Tað er ótrúligt, at man kann koma við slíkum úttalilsum, alt meðan føroy- ingar leita sær út í heim og útbúgva seg, sigur Kaj Leo Johannesen. - Nú fara vit at tosa um tingini í samgonguni. Tað er jú løgmaður, sum hevur ábyrgdina av landsstýris- monnunum. Tað minsta man kann krevja er, at teir uppføra seg sum fólk. Nú mugu vit vóna, at lands- stýrismaðurin kemur út við eini umbering, Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Hoydal: Átti at fingið avleiðingar beinan- vegin - Tjóðveldisflokkurin tekur djúpa frástøðu frá úttalils- unum hjá Jógvani við Keldu. Hetta átti at fingið avleiðingar fyri landsstýr- ismannin beinanvegin, sig- ur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. - Eg eri djúpt skelkaður av, at ein landsstýrismaður kann úttala seg soleiðis. Hetta er tekin um, at tað liggur ein ógvuliga ódám- ligur politikkur aftanfyri úttalilsini hjá Jógvani við Keldu, sigur Høgni Hoydal. Tey fingu prógv og gleddust. Men so sóu tey Dag og Viku fríggjakvøldið, har maður í Føroya Landsstýri varð siteraður fyri at hava sagt, at hann helt tað vera eina størri andsøgn, at parið yvirhøvur var sloppið inn á skúlan Mynd: Jens Kr. Vang er til at gráta yvir