týsdagur 21. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 115 - 21. juni 2005
MARKNAÐARRÁK
Prísurin á Brentolju fór í
farnu viku upp um 57
dollarar fyri tunnuna, og
tað er nýtt met. Oljuprís-
urin er hækkaður at kalla út
í eitt seinasta mánaðin, og
er nú 23% hægri enn fyri
einum
mánaða
síðani.
Íleggjarar óttast, at olju-
framleiðararnir ikki fara at
klára at nøkta tørvin á
brenniolju í vetur. Ófriður í
Nigeria eigur eisini sín part
av
skuldini.
Hækkandi
oljuprísurin er ein enn
størri trupulleiki í Evropa
enn í USA, orsakað av, at
evran eisini er viknað nógv
hendan seinasta mánaðin,
so oljuprísurin er hækkaður
heili 27% mátað í evrum.
Lánsbrævarenturnar
hækkaðar
Lánsbrævarenturnar brutu
lækkandi gongdina í farnu
viku. 10-ára danska rentan
hækkaði frá 3,1% til 3,3%.
Hetta er fyrsta vikan síðani
mars, at vit hava sæð eina
rentuhækking. Búskaparliga
støðan í USA og Evropa er
tó ikki broytt tað stóra
seinasta mánaðin, og vit
vænta at renturnar fara at
lækka aftur innan alt ov
leingi.
Atlantic Petroleum
góða byrjan
Atlantic Petroleum varð
sum kunnugt skrásett á
ICEX og VMF í farnu viku.
Marknaðurin var afturlatin
fríggjadagin, men hósdagin
vóru partabrøvini í Atlantic
Petroleum hækkaði í 360
ella 35% sammett við sølu-
kursin 265 í desembur.
Oljuprísurin, sum í løtuni
liggur á methøgum stigi,
økir um virðið á felagnum.
Tá felagið samstundis hev-
ur ment fleiri av virkis-
økjum sínum síðani desem-
bur, metir Kaupthing, at
kursurin á Atlantic Petrole-
um eigur at hækka enn
meira. Sostatt er Atlantic
Petroleum framvegis eitt
gott keyp á kursinum 360.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður sera
friðarlig, tá tað ræður um
lyklatøl. Tískil er líkt til, at
m.a. oljuprísurin verður í
andglettinum. Partabræva-
marknaðirnir hava enn ikki
givið sær far um høga olju-
prísin, men nú Brentoljan
hevur sett nýtt met kann
roknast við, at sjóneykan
aftur verður vend oljuni.
Sum heild eigur høgi olju-
prísurin at trýsta lánsbræva-
renturnar niður og tálma
partabrævagongdini. Hetta
er tó ikki galdandi fyri
oljutengd
partabrøv,
ið
standa seg væl, tá olju-
prísurin er høgur og hækkar.
Oljuprísurin setir met
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
606,03
-1,3%
Lánsbrøv í DKK
103,83
-0,5%
JPY
5,58
-1,3%
Evru Lánsbrøv
175,19
-0,9%
GBP
1.109,54
-0,3%
Norrøn Partabrøv
94,30
1,9%
NOK
94,35
-0,6%
Altjóða Vøkstur
65,86
1,7%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,0%
3,2%
3,4%
3,6%
3,8%
26/02
29/03
29/04
30/05
30/06
840
860
880
900
920
26/02
29/03
29/04
30/05
30/06
Vika 25, 2005
www.kaupthing.fo
Tey fingu samband
Norsku hjúnini, sum
fríggjadagin vendu
sær til Sosialin fyri at
fáa samband við teir
menninar, ið vórðu
tiknir upp av einum
norskum skipi í 1967,
hava fingið nakrar
áheitanir frá tvøra-
fólki, ið halda seg
kenna til hendingina
NORSK HJÚN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Í blaðnum fríggjadagin
høvdu vit eina áheitan frá
einum norskum hjúnum,
John og Hilde Edelston,
Hilde er tó fødd Sundgot.
Tey vildu fegin koma í
samband við tveir menn, ið
vórðu tiknir upp av norska
skipinum Dragholm í 1967.
Unglingarnir, ið tá vóru 16
og 21 ára gamlir, vóru farn-
ir at skjóta fugl, men fingu
motorstegð.
Tá ungu menninir ikki
komu afturíaftur, var leiting
sett í verk. Og tað var
manningin
umborð
á
norska skipinum, ið fekk
eyga á lítla bátin, tá teir
báðir umborð høvdu fest
eld í eina skipstroyggju, ið
teir høvdu dýggjað undir í
bensini.
Faðir Hilde, Henry Sund-
got, átti skipið Dragholm,
og hann var sjálvur við
hendan túrin. Skipari var
Harald Fiskerstrand.
Hendingin var umrødd í
einum norskum blað, men
norsku hjúnini funnu einki
skrivað um hendingina í
føroyskum bløðum frá tí
tíðini.
Fleiri áheitanir
Síðan hendingin varð um-
rødd í Sosialinum, hava
fólk, ið halda seg hava vitan
um hendingina, vent sær til
Hilde Edelston.
- Eg havi fingið tvær
áheitanir frá fólki, men
talan er ikki um somu
menninar, ið hesi fólk um-
røða. Tí eru vit spent, um
vit fara at fáa samband við
røttu
menninar,
segði
Hilde, áðrenn hon helt leið-
ina aftur til Noregs mána-
dagin við manni sínum.
Ein áheitan er komin úr
Danmark, har ein kvinna
heldur, at talan er um faðir
og farbróðir sín. Hesir
báðir eru tó ikki í Føroyum
í løtuni, og kunnu tí ikki
vátta hendingina enn. Ein
onnur áheitan gongur uppá,
at talan er um tveir mans,
harav annar er farin hiðani,
og hin er staddur í Dan-
mark.
- Vónandi finna vit fram
til røttu menninar, sigur
Hilde Edelston.
John og Hilde Edelston hava fingið áheitanir frá fólki, ið halda seg kenna til ta umrøddu hendingina
Mynd: Bárður Lydersen