Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 9 Dixon-konsert við størsta pallinum Runavík: Ítróttarhøllin í Runavík verður í kvøld karmur um ein stór- fingna gospelkonsert, har ikki færri enn 170 sangarar fara at syngja "Gaither" saman við kenda amerikumannin- um Jessy Dixon. Fyrireikararnir hava gjørt alt fyri at geva áhoyrarunum eitt spenn- andi kvøld, har nógv verður gjørt burturúr at fáa høllina til eina spennandi og innbjóð- andi konserthøll. Sum skilst á teimum, hava tey eisini gjørt nógv burtur úr pallinum, sum helst er tann størsti, ið nakrantíð hevur verið í høllini í Runavík. Øll henda stóra mann- fjøldin á palli og framm- an fyri pall, seta hvørj- um øðrum stevnu kl. 20, tá konsertin byrjar. sb. 267.000 tons í føroyskum sjógvi Fiskivinna: Útlendsk fiskifør hava í mai mánaði veitt 267.056,6 tons í okkara sjógvi. Av hesum eiga ís- lendsk skip so nógv tann størsta partin, - heili 129.000 tons, meðan russisk skip hava veitt 82.000 tons í mai mán- aði og norsk skip 36.000 tons. Meginparturin av hesi veiðuni er, ikki óvæntað, svartkjaftur. Í mai mánaði hava skip úr Hálandi, Dan- mark, Bretlandi, Týska- landi, Fraklandi, Noregi, Russlandi, Grønlandi og Íslandi verið í okkara sjóøki, meðan eingi skip úr Írlandi, Estlandi og Japan hava verið her. Íalt hava skipini havt slakar 3.600 fiskidagar, harav russar eiga 1.419, norðmenn 948 og ís- lendingar 598 fiskidag- ar. sb. Vælkomin til Entré á Bryggjuni Key p m a n n a h av n : Tríggjar føroyskar lista- kvinnur verða teir kom- andi dagarnar karmur um eina serstaka fram- sýning á Bryggjuni. Framsýningin ber heitið "Entré" og fevnir um tekstil, keramikk og gra- fikk úr Føroyum. Tita Vinther, Gurið Poulsen og Astrid Andreasen fara her, hvør á sín hátt at framsýna nakað av tí, tær dagliga útinna á tí listarliga øki- num. Men henda fram- sýningin við hesum trimum kvinnunum fer tó langt út um teir van- ligu listarligu karmarnar á Bryggjuni, verður sagt. Framsýningin letur upp komandi leygardag kl. 16, og í samband við hetta verður ein lítil máltíð at fáa. sb. - Jú, tað var sera stutt- ligt at fáa eitt slíkt bræv inn í skúlastovuna. Hetta var jú ikki eitt standard-bræv, men eitt bræv sum greitt segði, at hann veruliga visti, hvat stóð í okkara bók, sigur Rannveig Hofgaard, sum er lærari í 6. flokki við Hvalbiar skúla. Ein dagin herfyri fingu tey eitt serstakt takkarbræv frá Bertel Haarder sjálvum SKÚLI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvalba: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein før- oysku skúlaflokkur fær bræv frá einum donskum ráðharra. Tað var kortini júst tað, sum hendi fyri næmingar- nar í 6. flokki í Hvalbiar skúla fyri fáum døgum síðani: Brævið varð sent frá danska undirvísingarmála- ráðharranum, Bertel Haarder, har hann takkaði flokkinum fyri bókina "Fimti á ferð", sum næm- ingar í hesum flokki sjálvir høvdu skrivað. - Eg ynski tykkum øllum framhaldandi góðan lesi- og skrivihug. Hvør veit - kanska goymir ein nýggjur ævintýrskrivari seg tykkara millum, skrivaði Berthel Haarder í brævinum, sum er dagfest í Undirvísing-ar- málaráðnum 30. mai í ár. Hevði lisið bókina Eins og allir aðrir 6. flokk- ur fingu næmingarnir í hesum flokki í Hvalbiar skúla eisini útflýggjaða samlingina av ævintýrum eftir H.C. Andersen undir eini samkomu í Norður- landahúsinum fyrr í ár. Teir 16 næmingarnir í flokkinum vóru sera fegnir um hesa stórfingnu bóka- gávuna. Og teir avgjørdu stutt sagt, at takka danska undirvísingarmálaráðharra num fyri hesa gávuna, við at senda honum eina bók, sum tey sjálvi høvdu givið út. Hetta var bókin "Fimti á ferð", har næmingarnir hugsa sær til, hvussu ein kundi skipa eitt nýtt sam- felag, har bara teir búðu. Allir næmingarnir skrivaðu sín part, og stutt eftir varð so bókin givin út. Og líkt var til, at danski ráðharrin var sera takk- samur fyri bókina. Hann sendi flokkinum eitt takk- arbræv aftur, har hann við egnari undirskrivt takkar fyri fantasibókina og hugnaliga brævið, sum fylgdi við bókini. Goyma bókina Í brævinum frá Bertel Haarder fegnast hann um, at næmingarnir í Hvalbiar skúla eisini hava lisið ævin- týrini hjá H.C. Andersen. - Tað er tí eisini eitt sera gott hugskot, at tit hava brúkt tykkara egnu sagnir og søgur í tykkara fantasi- bók. - Tað er týdningarmikil at ein - við síðuna av lesnaði av verkum eftir kendum rit- høvundum - eisini sjálvur heldur fast við frásøgu- gleðina, við at minnast mentanina og søguna í eins egna øki, skrivar Bertel Haarder. Í undirvísingarmálaráð- num starvast ein føroying- ur, og nú ætlar ráðharrin sjálvur at fáa hesa starvs- kvinnuna at siga sær frá søgnum og sagnum úr Før- oyum. - Tí fari eg at goyma tykkara bók og ansa væl eftir henni, sigur altso danski ráðharrin í brævin- um. Hvørt ár fáa í miðal 25 føroyskar kvinnur staðfest krabbamein í brósti. Nú er ein nýggjur heilivágur komin á marknaðin, sum gevur nýggja vón til hesar kvinnur HEILIVÁGUR Snorri Brend Krabbamein: Vanligasta krabbameinssjúkan í Før- oyum og Danmark er krabbamein í bróstunum. Á hvørjum ári fáa í miðal 25 kvinnur í Føroyum og 4.200 kvinnur í Danmark staðfest hesa sjúkuna. - Men nýggjur heilivágur gevur nýggja vón til hesar mongu kvinnur, skrivar heimasíðan hjá Krabba- meinsfelagnum. ATAC er tann stovnurin í heiminum, sum hevur gjørt mest burtur úr at granska krabbamein í brósti. Kanningar hjá teimum vísa, at um kvinnur við krabbameini í brósti fáa nýggja heilivágin Arimidex beint eftir skurðviðgerðina í bróstinum, minkar vandin at fáa krabbamein aftur við 25 prosentum, í mun til um tær fáa heilivágin Tamoxi- fen, ið hevur verið leingi á marknaðinum. Arimidex er eisini betri enn Tamoxifen at forða krabbameini til at breiða seg til onnur støð í kroppin- um. - Úrslitini vit hava sæð við nýggju antihormon- tablettunum síggja ógvu- liga lovandi út, og haraftrat eru eingi hjáárin. - Hetta er eitt lítið, men kortini gott stig tann rætta vegin fyri fólk við krabba- meini í brósti, sigur Claus Kamby, sum er serfrøð- ingur í krabbameini við sjúkrahúsið í Herlev. – Haarder las eisini okkara bók Nýggja vón til krabbaraktar kvinnur Grundøki til Fiskivinnu- skúlan Vestmanna: Bygdarráð- ið í Vestmanna fer á fundi í kvøld at viðgera eitt mál um Fiskivinnu- skúlan í bygdini. Tað hevur leingi verið greitt, at skúlanum tørv- aði onnur og betri høli. Eftir at løgtingið hevur samtykt at nýggjur skúli skal byggjast, er nú túr- urin komin til komm- ununa í Vestmanna at gera sítt til at útvega skúlanum grundøki í bygdini. Á fundinum skal bygdarráðið tí viðgera eitt tilmæli frá teknisku nevndini í samband við eina umsókn frá menta- málaráðnum. Her verður søkt um byggiloyvi til skúlin, eins og søkt verður um sundurbýti av økinum til skúlan. sb. - Út frá brævinum frá Bertel Haarder sjálvum lesa vit, at hann hevur lisið okkara bók, siga tey í 6. flokki í Hvalbiar skúla, sum í farnu viku vóru á seturskúla í Velbastað. Í fjør góvu tey út eina bók við egnum søgum, og nú hevur so eisini ein danskur ráðharri lisið hana Vestmenningar hava verið fegnir um fiskivinnuskúlan í bygdini. Nú er samtykt at hann skal byggjast her, og nú fer so bygdarráðið at útvega skúlanum grundøki