týsdagur 21. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 115 - 21. juni 2005
Føroyar koma rættiliga í brennidepilin í dag og kom-
andi dagarnar. Ongantíð áður hava so nógv fjølmiðla-
fólk úr Danmark – og øðrum londum við – skrivað,
sagt og avmyndað eina vitjan hjá danska kongshús-
inum sum hesuferð. Tær stóru donsku sjónvarsrásirnar
eru her á landi eins og tey stóru donsku dagbløðini.
Eingin ivast í, at tað hevur týdning, at Føroyar koma í
tilvitanina hjá dønum og øðrum á evropeiska megin-
landinum á ein jaligan hátt. Tað hevur týdning fyri
ferðavinnuna, vinnuna sum heild og óivað eisini
mentanarliga. Flestu lond brúka nógvan pening at
marknaðarføra seg, men henda marknaðarføringin er
so at siga ókeypis.
Tað tykist, sum drotninga- og krúnprinsavitjanin er væl
fyri skipað, hóast skráin er tætt pakkað, og kanska
kundi verið meira fjølbroytt. Alt er lagt til rættis - í
detaljum og minuttum – so nú er bara at vóna, at veðrið
fer at vísa oggjarnar – bygdir og náttúru – í sínum
fagrasta skrúð.
Nógv er stákað upp, pyntað og málað. Onkur hevur
kanska hug at illneitast, at so nógv verður gjørt burtur
úr eini slíkari vitjan. Men líka mikið, um fólk hella
tann republikanska vegin ella eru royal, so hevur ein
slík vitjan nógv størri týdning, enn vit geva okkum fær
um.
Tað hevur týdning at fáa nógv gjørt, nú summarið og
ferðatíðin er fyri framman. Nógv skuldi kanska gerast,
men er framskundað. Okkurt annað hevði kanska ikki
verið gjørt, men nú var so eitt høvi at fáa tað gjørt. Har-
afturat er ein slík vitjan ein stór avbjóðing hjá øllum
teimum sum fyrreika vitjanina. Tað veri seg lands-
myndugleikar, kommunur, stovnar, søvn o.s.fr.
Eisini er vitjanin ein stór avbjóðing hjá teimum, sum
skuldu fáa ymisk arbeiði frá hondini so væl sum gjør-
ligt, tað veri seg handverkarar og arbeiðsmenn. Eins og
vitjanin er ein spennandi avbjóðing hjá teimum, sum
skulu framføra sang, tónleik, gera mat, pynta og annars
greiða frá inni og úti.
V.ø.o. er vitjanin annað enn bara at vísa drotninga- og
krúnprinsahjúnunum gott føroyskt gestablídni hesar
fýra dagarnar. Vitjanin er sanniliga ein mennandi av-
bjóðing í at fyrireika og leggja størri tiltøk til rættis, so-
leiðis at alt fellur upp á pláss uttan størri mistøk.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Margreta drotning er
eitt gott umboð fyri danska ríkið. Tað er neyvan nøkur
loyna, at flestu føroyingar hella til samfelagsskipanina
við kongshúsi, soleingi vit eru partur í danska ríkinum.
Tí fylgja óivað nógv væl við tí, sum bløðini skriva og
vísa av myndum, og tí, sum er at hoyra og síggja í út-
varpi og sjónvarpi.
At enda ynskja vit Margretu drotning og hennara fylgi
vælkomnum og vóna at tey, saman við føroysku um-
boðunum, fáa nakrar góðar dagar her á landi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyar í brennideplinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hjalgrim Samuelsen
stjóri, Dimmalætting
Kann ein vænta, at
Sosialurin hevur á-
huga at siga allan
tann kenda sannleik-
an?
Sosialurin hevur eina grein
í síðsta leygardagsblað-
num,um at blaðið sambært
Gallup-kanningum nú er
mest lisna tíðindablað í
landinum, bert yvirgingin
av lýsingarblaðnum Viku-
blaðið.
Kanningin, sipað verður
til í greinini, er ein útgáva,
ið Gallup gav út 27. mai í
ár, har teir taka saman um
allar lesarakanningarnar, ið
gjørdar eru, síðani Gallup
byrjaði at gera kanningar í
2002. Millum tølini í hes-
um verki er eisini ein
samanteljing av kanningun-
um fyri tíðarskeiðið mai
2004 til mars í ár, og eru
tað hesi tøl, ið sipað verður
til í greinini.
Gongdin síðani
Men tíðin stendur sum
kunnugt ikki í stað, og er
sera nógv hent á blað-
marknaðinum
seinastu
tíðina, og sum greinaskriv-
arin - í loyaliteti við sín
arbeiðsgevara - ikki tekur
hædd fyri.
M.a. hava vit á Dimma-
lætting framt broytingar
viðvíkjandi bæði format-
inum og útberingini, sam-
stundis sum at eitt nýtt
lýsingablað
hevur
sæð
dagsins ljós. Kappingin í
blaðheiminum er tí harnað
nógv, og síggjast tí broyt-
ingar í nýggjastu lesara-
tølunum hjá Gallup.
Í kanningini fyri mai í ár,
sum Gallup kunngjørdi 9.
juni, eru tað 55% av
føroyingunum yvir 15 ár,
sum siga seg hava lisið
Sosialin, meðan tað eru
56%, sum siga seg hava
lisið Dimmalætting. Tað er
sostatt
ikki
í
løtuni
grundarlag fyri at siga, at
Sosialurin
er
størsta
tíðindablað í landinum!
Er blaðið álítandi?
Tá havt verður í huga, at
Gallup hevur sent lesaratøl-
ini fyri mai út til øll, sum
fingu stóru kanningina, ið
víst verður til í greinini, er
tað sera átaluvert, at blaðið
til egnan fyrimun heldur
upplýsingum aftur fyri sín-
um lesarnum. Hetta tænir
hvørki trúvirðinum hjá
blaðnum ella tí journalist-
iska fakinum sum heild.
Um krøv um objektivitet
vórðu sett til tað journalis-
tiska arbeiðið á blaðnum -
eins og tað formliga hevur
verið á Dimmalætting nú í
fleiri ár - hevði greinaskriv-
arin og blaðleiðslan vitað,
at tað eisini er umráðandi at
vísa ans, tá egin viðurskifti
verða viðgjørd í blaðnum.
Landsins størsta tíðindablað?
Jan Müller, stjóri
Sosialurin hevur í leygar-
dagsblaðnum grein um eina
kanning
hjá
Gallup
Føroyar, sum er komin
rættiliga upp á tvørs á
Dimmalætting. Stjórin á
Dimmalætting leggur í eini
óstortligari viðmerking í
dag Sosialin undir at bera
skeiv tíðindi.
Tíðindini eru ikki
skeiv.
Greinin
í
Sosialinum
byggir á eina kanning, sum
Gallup Føroyar sendi út
fyri einari góðari viku síð-
ani, og nýggjari tøl enn tey
kendi Sosialurin einki til
fríggjadagin!
Gallup ger næstan hvønn
mánað eina lesarakanning
av føroysku bløðunum, og í
kanningini, sum Sosialurin
hevur fingið, er ein saman-
teljing av kanningunum hjá
Gallup frá 1. mai í 2004 og
eitt lítið ár fram. Hendan
samanteljing
vísir,
at
Sosialurin hevur munandi
fleiri lesarar enn Dimma-
lætting í sama tíðarskeiði.
Røtt
Síðani hevur Gallup gjørt
enn eina lesarkanning í mai
mánaði, sum Sosialurin
einki visti um, tá ið greinin
var skrivað fríggjadagin.
Hon skal vísa, at Dimma er
eitt prosentstig framman-
fyri Sosialin í lesaratølum,
eftir at Dimma er farið at
geva føroyingum ókeypis
bløð hvørt týskvøld.
Lesaratølini
broytast
hvønn mánað, og onkran
einstakan mánað í sama-
teljingini frá mai í fjør og
til mars í ár, er Dimma
frammanfyri Sosialin, men
talt saman yvir eitt longri
tíðarskeið var Sosialurin
fimm prosentstig framman-
fyri Dimmu!
Tað var søgan í Sosial-
inum leygardagin, og hon
er hvørki misvísandi ella
skeiv.
At Dimma nú í eini
trongdari støðu roynir at
fáa føroyingar at lesa blaðið
við at lata tað ókeypis eina
ferð um vikuna, ger iva-
leyst, at fleiri fólk síggja
Dimmu
týskvøld,
men
spurningurin
er,
um
Dimmalætting
týskvøld
kann roknast sum eitt
tíðindablað
ella
kann
samanberast við eitt ókeyp-
is lýsingablað.
Sosialurin á veg fram
Stjórin á Dimmalætting
roynir í sínari viðmerking
av órøttum at niðurgera
journlistikkin á Sosial-
inum, og tað má ivaleyst
verða meira eitt úttrykk fyri
frusteratiónir á Dimmu.
Sosialurin
tekur
sín
tíðindaflutning í størsta
álvara, og øll tøl seinastu
mongu
árini
vísa,
at
Sosialurin er á veg fram,
meðan
Dimma
hevur
gingið aftur.
Og nú vit eru við tøl, so
kundi tað verið áhugavert
at fingið upplýst frá stjór-
anum á Dimmalætting,
hvussu stórt veruliga upp-
lagið hjá Dimmalætting er
gerandisdagar (undantikið
týskvøld, tá øll skulu hava
blaðið ókeypis), og um
Dimmalætting framvegis
hevur størri upplag enn
Sosialurin.
Landsins størsta tíðindablað