týsdagur 21. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
11
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Heðin D. Poulsen
Tann nýggji Smyril kemur í
ár, og er hetta eitt stórt
framstig í tí støðugu út-
byggingini av samferðslu-
kervinum. Strandfaraskip
Landsins, sum hevur rikið
Suðuroyafarleiðina, hevur
gjørt og ger eitt gott arbeiði
fyri at tæna viðskiftafólk-
unum undir korum, sum
ikki altíð hava verið tey
bestu. Politisk uppíbland-
ing við mótsigandi krøvum
um fleiri túrar, minni út-
reiðslur, fleiri ferðafólk og
bert hækkandi prísir, kann
ikki altíð hava verið lætt hjá
Strandfaraskipum Landsins
at arbeitt undir.
Í eini roynd at betra um
tænastuna og minka um
politisku uppíblandingina,
vísti Jacob Vestergaard á
møguleikan at skilja Smyril
frá Strandferðsluni og skipa
eitt alment partafelag at
umsita og reka Suðuroyar-
farleiðina. Sum eitt ískoyti
til hetta orðaskifti fari eg at
koma við einum øðrum
uppskoti.
Í Føroyum eru nógvir
dugnaligir reiðarar kring
landi. Reiðarar við roynd-
um at umsita skiparakstur,
manningaviðurskiftir
og
marknaðarviðurskiftir. Mítt
uppskot er, at landið sum
eigari av nýggja Smyrli
bjóðar raksturin av Smyrli
út til tann best egnaða reið-
aran at umsita og reka.
Fyri at tryggja eina góða
tænastu, gjøgnumskygni og
javnbjóðis møguleikar hjá
øllum viðkomandi virkjum
at bjóða uppá uppgávuna,
verður í útbjóðingartilfarin-
um ásett treytir og krøv til
tænastuna. Reiðarin sum
fær uppgávuna, fær skip í
leigu í eitt longri tíðarskeið,
men kann missa rættin til
raksturin um krøvini í út-
bjóðingartilfarinum og av-
taluni millum eigara og
leigara ikki vera yvirhildin.
Uppgávan hjá Strand-
faraskipum Landsins verð-
ur at hava eftirlit við, at
tann sum fær uppgávuna
yvirheldur sínar skyldur
sambært leigusáttmálanum.
Tað er eingin loyna, at
raksturin av Suðuroyarleið-
ini hevur givið undirskot og
tí er tað nærliggjandi at
hugsa, at farleiðin við
nýggja Smyrli heldur ikki
fer at geva yvirskot. Tí er
tað umráðandi, at rakstrar-
kostnaðurin verður so lágur
sum gjørligt. Við at bjóða
uppgávuna út, kann kapp-
ingin hava við sær, at
kostnaðarstøðið
lækkar
samstundis sum tænastu-
støðið hækkar.
Við hesum leisti fáa reið-
arar og feløg í Føroyum
møguleikan at skapa privat
virksemi við raksturi av
einari ogn. Ognin verður
framhaldandi almenn, men
raksturin verður privatur og
ikki er neyðugt at stovna
eitt alment partafelag líkt
P/F Vágatunnlinum. Har-
afturat hevði hetta lætt
mikið um umsitingina hjá
Strandfaraskipum
Land-
sins.
Hetta gevur eisini møgu-
leika til reiðarar og feløg í
Suðuroy, at kappast á jøvn-
um føti, um raksturin av
nýggja Smyrli og harvið
fáa fleiri inntøkur til Suður-
oynna.
Sjálvandi eru tað nógv
viðurskiftir, sum skulu fá-
ast uppá pláss áðrenn hetta
kann setast í gildi, men eg
vóni at Jógvan við Keldu
landsstýrismaður í inn-
lendismálum fer at um-
hugsa hetta uppskot og fær
møguleikan at venda tað
við sína umsiting.
Læraraprógvini hjá
Rapa hjúnunum í
Vestmanna eru eitt
skúladømi um væl
eydnaða integratión.
Tí hava hjúnini uppi-
borið eitt herðaklapp
og eitt hjartaligt til-
lukku frá føroyskum
myndugleikum, held-
ur enn harmaljóð frá
landsstýrismann-
inum í útlendinga-
málum.
John Johannessen,
tinglimur fyri
Javnaðarflokkin
Eitt skúladømi og eitt gott
íkast til samfelagið. Hesir
vóru tankarnir, ið runnu
mær til hugs, tá eg í Degi
og Viku fríggjakvøldið sá
rumensku Rapa hjúnini í
føroyskum
klæðum
á
føroyskum takka fyri og
taka
ímóti
føroysku
læraraprógvum sínum.
Tí var eg ikki sørt kløkk-
ur, tá eg hoyrdi Jógvan við
Keldu, landsstýrismannin
við ábyrgdini fyri útlend-
ingamálum, undrast yvir, at
útlendsku hjúnini í Vest-
manna vóru sloppin inn á
Læraraskúlan.
Tað vóru onnur við mær,
ið gjørdust kløkk av hesi
útsøgn. Í øllum førum
starvsbrøður
mínir
í
Javnaðarflokkinum, ið eg
tosaði við seinni á kvøldi.
Hvør er politikkurin?
Landsstýrismaðurin í út-
lendingamálum hevur eftir-
hondini
havt
rættiliga
nógvar útmeldingar um út-
lendingar í Føroyum. Ein
útmelding hevur verið, at
vit mugu ansa eftir, at
landið ikki floymir yvir í ó-
útbúnari
útlendskari
arbeiðsmegi. Hesum ber til
at vera samdur í, serliga nú
arbeiðsloysistølini kvinka
uppeftir.
Men ymisku útmelding-
arnar bera boð um ógreiðan
politikk. Serstakliga eftir
útsagnirnar fríggjakvøldið.
Í øllum øðrum londum
royna tey av øllum alvi at
fáa útlendingarnar væl inte-
greraðar. Eydnast hetta, so
er ongin trupulleiki. Rapa
hjúnini mugu sigast at vera
eitt skúladømi um full-
komna integratión. Tey
hava í nógv ár verið ein frá-
líkur íblástur til hondbólts-
lívið í Vestmanna. Tey hava
lært seg føroyskt. Tey hava
gjørt stórt ungdómsarbeiði
innan ítróttin. Tey liva sum
føroyingar. Hava sett búgv
her og nú arbeitt seg til eina
føroyska
útbúgving
og
fingið fakligt starv.
Uttan iva hevði hetta
glett ein og hvønn útlend-
ingamálaráðharra í einum
og hvørjum norðanlandi. Tí
er útmeldingin frá okkara
landsstýrismanni stórliga at
undrast á.
Heimføðislig
innilokan ella altjóða
menning
Ongatíð áður hevur al-
heimsgerðin havt so stóra
ávirkan sum nú. Og júst í
hesum tíðum er tað okkara
bjarging, at hundraðtals
føroyingar hava møguleika
at nema sær hægri útbúgv-
ingar um allan heim. Enntá
bjóða summi lond teimum
pengar afturfyri.
Men er tað soleiðis, at vit
nokta fólki at nema sær út-
búgving í Føroyum, bert tí
tey hava útlendskan upp-
runa, so kann hetta møgu-
liga gerast okkum ein stór-
ur smeitur. Tori ikki at
hugsa tankan, um tað
hendi, at útlendsku læru-
stovnarnir lokaðu dyrnar
fyri øllum føroyingum.
Hvar vóru vit tá?
Tað ber ikki til at liva av
náði frá øllum øðrum og
samstundis vera heimføðis-
ligur og loka dyrnar fyri
øllum, ið ikki hava somu
útsjónd, sama mentunarliga
bakstøði, somu pigmenter-
ing ella sama átrúnað sum
tú...
Løgtingið hevur
"stolið" LÍV, frá
17000 tryggingar-
takarum
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
LÌV bleiv stovnað í 1966
sum ein sjálveigandi
stovnur , og landið rind-
aði ikki eitt klovið oyra
til endamálið.
Bananstatur
Sum ein annar banan-
statur, ognartekur landið
LÌV í 1999, við at lóg-
geva og stovna eitt lívs-
tryggingarfelag hvørs
navn verður PF. Føroya
Lívstrygging, og tikið
verður 500.000 krónur
úr landskassanum, til
partapening.
Hetta partafelagið hjá
landinum, yvirtekur nú
allar ognirnar, tað vil
siga 1,2 milliard krónur,
ið teir umleið 17000
tryggingartakararnir
eiga.
Selja til ríkfólk
Nú ætlar landið at selja
hendan partapeningin til
stórkapitalin í útlondum,
fyri eitt virði millum 20
og 100 milliónir krónur.
Tey
í
keypa
hesi
partabrøv, vilja sjálvsagt
hava vinning av teimum
og harvið vil partur av
yvirskotinum hjá LÌV
verða
tikin
út
úr
felagnum. Eitt yvirskot,
sum annars hevði komið
tryggingartakarunum til
góðar.
Val av 5 umboðum
Málsetningurin
hjá
hesum umboðum, ið
skulu røkja áhugamál
tryggingartakarans,
kann bert verða eittans,
og tað er at arbeiða við
hond og fót fyri, at LÌV
IKKI verður einskylja, tí
annars røkjur tú ikki
áhugamál
tryggingar-
takarans.
Atkvøðuseðlar kunnu
umbiðjast frá LÌV, til og
við hósdagin 23. juni
2005.
Hava stolið LÍV
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
Sjálvstýrisflokkurin
tekur fullkomuliga frá-
støðu
til
útsøgnina,
landstýrismaðurin í Inn-
lendismálum hevði í
Degi og Viku um, hví út-
lendingar búsitandi í
Føroyum skuldu verða
slopnir inn á Lærara-
skúlan, tí teir tóku pláss
frá føroyingum.
Í altjóðageringini er
tað ein náttúrligur partur
av samstarvinum, at vit
eisini kunnu bjóða læru-
stovnar okkara fram eftir
førimuni, tá talan er um
víðari útbúgving.
Hóast óviðkomandi,
so
er
spurningurin
eisini.
"Hevur
land-
stýrismaðurin
kannað
málið um hjúnini, hann
alment umrøddi, hava
forða fyri, at nakar før-
oyingur er sloppin á
læraraskúla" ?
Sjálvstýrisflokkurin
fegnast um, at Rapa
hjúnini hava megna at
fingið læraraprógv í
Føroyum, og vit ynskja
tykkum blíðan byrð og
góðan arbeiðshug fram-
yvir.
Jógvan
við
Keldu
landstýrismaður hevur
væl ásannað, at útlend-
ingaspurningurin
er
felagsmál og skal loys-
ast tvørpolitiskt. Tí var
tað, at ein bólkur um-
boðandi allar teir seks
politisku
flokkarnar
bleiv settur at arbeiða
við málinum.
Tað liggur ein skylda
á okkum sum land og
tjóð, at geva teimum
fólkum, sum hava leitað
til Føroyar at arbeiða,
eina virðiliga og menn-
iskjuliga viðferð. Hesi
hava í áravís verið við til
at bera samfelagsbyrðar-
nar og givið sítt íkast, á
jøvnum føti við okkum,
til at bøta um vælferðar-
samfelagið.
Sjálvstýrisflokkurin
setur
spurningin:
"Hvussu nógv sjálvmál
kann ein landstýrismað-
ur gera, áðrenn tað fær
fylgjur"?
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Nógvir góðir reiðarar til Smyril
Tillukku Rapa!