týsdagur 21. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 115 - 21. juni 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin fingu tveir húsasmiðir og seks elektrikarar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. Teir koma frá læruplássum í Eysturoy og Klaksvík.
Frá vinstru á myndini: Sigmar Sørensen, Norðdepil, húsasmiður, lærupláss Sp/f Norðhús, Óli Olsen, Leirvík, húsasmiður, lærupláss Sp/f J+H, Sofus
Gilstein Samuelsen, elektrikkari, lærupláss P/f Tummas Thomsen, Sverri Vilhelm, elektrikkari, lærupláss P/f Tummas Thomsen, Dánjal Johannesen,
elektrikkari, lærupláss P/f Tummas Thomsen, Bogi Sivertsen, elektrikkari, lærupláss P/f El-Inn
9.apríl í ár andaðist Asaf Olsen úr
Søldarfiri 77 ára gamal. Asaf, sum var
næstyngstur av teim 8 børnunum hjá
bóndahjúnunum á Heimbø, Ingu og Ola
Jákupi Olsen, var borin í heim tann
13.juni 1927. Inga doyði bert hálvt annað
ár seinni í barnferð við dóttur, sum kom
at bera navn mammunar víðari.
Hegnisliga greiddi presturin Meinhard
Bjartalíð við jarðarferðina frá lívi og
tilveru Asafs. Millum annað, frá jólakorti
sum mamma hansara sendi honum av
sanatorinum, har hon lá sína síðstu tíð.
Eg kom at kenna Asaf eftir at vit á
heysti í 1963 fluttu til Søldafjarðar og
blivu grannar hjá honum, Oslu og børn-
um teirra. At Asaf var ein góður granni
komu vit at merkja við tað sama. Trí-
menningar vóru pápi og hann. Kanska
var tað tí genetiskt betónað, at hugsunar-
háttur teirra á mongum økjum bar saman.
Helst var tað av somu grund, at vit
systkin sóu stórt í hesum manni og vóru
ikki sørt stolt av at kenna hann og vera
grannar hansara. Hetta gjørdi seg ikki
minst galdandi tá nýbygningarnir av
Skála Skipasmiðju so fríir í ásjón fóru
eftir fjørðinum, sín fyrsta túr, við Asafi
sum ovast kommanderandi.
Asaf var av allar vakrastu monnum.
Hetta veri seg bæði í ásjón og holdningi.
Fattur og vælklæddur heilt til tað sein-
asta.
Hansara yrki bleiv á Skála Skipa-
smiðju og har helt hann á, eisini eftir at
hann gjørdist sjeyti ár.
Harútyvir var hann alla sína tíð tætt
knýttur at jarðarbrúkinum á Heimbø-
garðinum. So leingi hann orkaði at fáast
við haga og seyð, var hann mitt í rokan-
um - altíð sum ein ella annar tappur, sum
var har sum mest var brúk fyri tí.
Harumaður var hann alt tað eg visti um.
Hoyrdust skot omanvert bøgarðarnar
eftir 2. novembur, so var altíð Asaf fyrst í
tonkunum á einum. Og mangar túran átti
hann at húsum við harum í fetlinum.
Hann var ikki maður sum troðkaði seg
frammat nakrastaðni, men hann var at
finna har sum nakað var á vási í bygdar-
lívinum. Ein bygdarmynd av serligum
karat.
Til seinasta kommunuval var hann ikki
millum teirra sum kallaði saman til
fundar at fáa uppstillingina frá hondini.
Tað mundi eisini vera fyrstu ferð í
langsamuliga tíð.
Sum hjá øllum teimum sum hava
fingið lívsins gávu, og uppnáa at síggja
lívssólina dala í vestri, so merktist eisini
á Asafi, at hann gekk leiðina fedrarnir
hava gingið, hvar ungdómsins og mann-
dómsins kreftir og áræði, máttu víkja fyri
holdsliga klædnabúnanum, sum skaparin
hevur valgt at íklæða okkum, áðrenn
hann tekur okkum aftur at húsum.
Fryntligur og lættsintur var hann heilt
at gáttini til ævinleikan. Hann gekk ikki
av vegnum fyri fólki, men kom á tal við
øll sum hann møtti.
Ikki sást á honum, at hann var við at
vera ferðabúgvin, men kom tú á tal við
hann so merktist tað, og hann gjørdi
eisini vart við tað sjálvur.
Asaf ávirkaði síni umgevilsir, og
ávirkan hansara á alt og øll var positiv. Tí
er tað við takklæti og sorgblídni at sagt
verður eitt jarðiskt farvæl við hann. Men
tað verður eisini sagt í vónini um, at hann
sum øllum ræður eisini hesaferð visti
hvat hann gjørdi, tá hann tók Asaf heim
til sín.
Ærað veri minni um Asaf Olsen.
Sámal Petur
Dagurin
21.
juni.
Longsti
dagur. Sólstøður, tá ið
sólin stendur hægst á
luftini um miðdagin.
Kann vera 21. ella 22.
juni.
Dagurin eitur eisini
Albanus. Hann var úr
Onglandi, og gjørdist
biskupur í Mainz, har
hann varð hálshøgd-
ur, tá ið vandalar um
ár 400 søktu at bý-
num.
Minningarorð um
Asaf Olsen
í Søldarfirði
Tekniski Skúlin í Klaksvík:
Húsasmiðir og elektrikarar fingið prógv
Internet