Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ásvør Árting andaðist á Láargarði hósdagin 16. juni, 75 ára gomul. Jarðarferðin var úr Vestur- kirkjuni mánadagin klokkan 13:00. Tey, ið vilja minnast Ásvør, kunnu lata Alsheimerfelagnum eina peningagávu, konto í peningstovnunum. Frida Winther, Vágur, andaðist á Suðuroyar ellis- og røktarheimi fríggjadagin, 93 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsið týsdagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Vágs kirju mikudagin klokkan 13:00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnst Fridu, kunnu lata Suðuroyar ellis- og røkarheimi eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Anna Houmann úr Oyndarfirði andaðist á Lands- sjúkrahúsinum fríggjadagin, 88 ára gomul. Jarðar- ferðin var úr Oyndarfjarðar kirkju mánadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Onnu kunnu lata Oyndarfjarðar kirkju eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir Fríggjakvøldið helt kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, fyrilestur fyri starvs- fólkunum hjá Føroya Shell í høllini á Føroya Læraraskúla. Fimm av starvsfólkunum fingur rósur, harav ein varð kosin "Ársins Shell rósa" Føroya Shell hevði boðið sínum starvsfólkum við maka og øðrum til fyri- lestur hjá kenda danska sjónvarpslæknanum Peter Qvortrup Geisling í høllini á Føroya Læraraskúla fríggjakvøldið 17. juni. Á ein áhugaverdan hátt, við bæði skemti og álvara, dugdi Peter Qvortrup Geisling sera væl at fáa áhoyrararnar við. Hann segði m.a. frá ymiskum, hann hevði verið úti fyri í sínum starvi sum lækni og frá brøvum og teldupost- um, hann hevði fingið. Hann svaraði eisini spurn- ingum, og kom m.a. inn á hvussu strongd ávirkar okkara dagligdag, og hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja tí. Peter Qvortrup Geisling er eisini kendur fyri at geva blómur til tey, sum hava uppiborið eitt herðaklapp, og her var einki undantak. Starvsfólkini hjá Føroya Shell høvdu kosið "Ársins Shell rósu", og varð tað Tórður Poulsen,sum starv- ast á Viðarnesi í Havn, sum fekk hendan heiður. Grund- gevingarnar vóru m.a. at hann er "trofast i tjeneste, pålidelig og arbejdsom og helt sikkert den flinkeste person på Viðarnes" segði læknin Peter Qvortrup Geisling. Fýra onnur starvsfólk vóru eisini heiðraði við blómum, tey vóru: Simona Johannesen, sum starvast á Shellstøðini í Gøtudali, Palli Petersen, Sørin Christiansen og Sveinbjørn Jacobsen, sum allir starvast á Viðarnesi í Havn. Kristiliga kringvarps- støðin Lindin kemur nú við einari nýggjari send- ing, sum ber heitið "M.C. á ferð". Í summar og út á heystið eru frásagnirnar úr Grønlandi, hagar M.C. og konan, Mariann, eru flutt í arbeiðsørindum M.C. Restorff sigur í tíð- indaskrivi at konan, Mari- ann, og hann komu til Grønlands 2.juni, og tað hevur verið ein fantastisk uppliving higartil. "Tað kom kanska ikki heilt óvart á meg at hjúna- felagin, sum er útbúgvin sjúkrasystir og hevur hollar royndir innan sjúkrarøkt, søkti og fekk eitt avloys- arastarv á sjúkrahúsinum í Sisimiut - ella Holsteins- borg, sum býurin eisini hevur verið nevndur. Mari- ann hevð onkuntíð borið upp á mál at royna seg aðrastaðir enn í Føroyum - um tað kom at liggja fyri. Og nú var so hin lagaliga løtan", sigur M.C. Meðan Mariann er til ar- beiðis á sjúkrahúsinum, arbeiðir M.C. við at gera útvarp, og eftir ætlan byrjar Lindin at senda "M.C. á ferð" týsdagin 21. juni. Nýggja sendingin avloysir "Duettina", sum nú er farin í summarfrí. "Konan ætlaði kanska at leggja meg upp á ís" sigur ein læandi M.C. "men nú vit eru komin til Grøn- lands, er kavin næstan horvin. Summarið er byrj- að...um enn nakað seinkað. Heitt er í sólini, men lotar hann av norðuri, og tú gongur í skugganum, er bítandi kalt. Vit lata okkum í eftir umstøðunum, men nógv av teimum grøn- landsku børnunum ganga og hosta meðan snorið rennur úr nøsini". "Tær fyrstu tríggjar send- ingarnar eru "undansend- ingar"... t.v.s. hendingar á leiðini í døgunum beint áðrenn fráferðina úr Før- oyum hin 19.mai til vit settust í risaflogfarið hjá grønlandsfly í Kastrup hin 2. juni" sigur M.C. Undansendingarnar vera hesar: Fyrsta sendingin "M.C. á ferð" verður send týsdagin 21. juni kl.15: (í Føroyum og umborð á Norrønu), onnur sending: 5. juli (millum føroyingar og grønlendingar í Jút- landi), triðja sending: 19. juli (millum føroyingar og danir á Sælandi), fjórða sending: 2. august (á flogi og í Grønlandi) fimta sending: 16. august og í heyst: ( fleiri ferðafrásagnir úr risastóra landinum). Allar sendingarnar vera sendar týsdag kl. 15 og endursendar mikukvøld kl. 23. M.C. Restorff á ferð í Grønlandi Føroya Shell: Læt starvsfólkum rósur Starvsfólk hjá Føroya Shell fáa rósur, f.v.: Simona Johannesen, Palli Petersen, Sveinbjørn Jacobsen, og Tórður Poulsen, sum varð ein kosin "Ársins Shell rósa" og Peter Qvortrup Geisling. Sørin Christiansen vantar á myndini Mynd: Magnus Gunnarsson Tríggir av manningini umborð á trúboðanarbátinum Juvel, sum vitjar Norðurgrønland í summar: f.v.: Óli Steinberg úr Klakvík, M.C. Restorff úr Havn, og Herman Mørkøre av Eiði. www.sosialurin.fo