týsdagur 21. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 115 - 21. juni 2005
Tær fimm kvinnur-
nar, sum reka nýggja
handilin Listir, eru
væl nøgdar við
gongdina higartil.
Nógv fólk hava vitjað
frá byrjan, og tað
merkist væl, at ferða-
fólk eru komin til
landið
LISTAHANDVERK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað gongur strúkandi hjá
nýggja listahandlinum List-
ir í Bøgøtu í Havn. Handil-
in, sum selur ymisk heima-
virkað listahandverk, lat
upp fyri góðum tveimum
mánaðum síðani. Líka frá
byrjan hava fólk sýnt
handlinum stóran áhuga, og
nú støkka eisini alsamt
fleiri ferðafólk inn á gólvið
Persónligur stílur
Tað eru tær fimm, Árna
Helmsdal, Jóna Dalsgarð,
Guðrið í Stórustovu, Hildur
Hermanssen
og
Elspa
Petersen, sum reka Listir.
Tær virka allar sjálvar
ymisk listahandverk, sum
tær eisini sita og arbeiða
við í handlinum, so tey
vitjandi kunnu fylgja ar-
beiðsgongdini. Tær hava
sjálvar sniðgivið lutirnar,
sum í fyrsta umfari bert
verða framleiddir í fáum
eintøkum. Og júst hetta
tykist vekja stóra áhugan
millum fólk.
- Fólk vilja vera egin og
tykjast at vera troytt av hóp-
framleiðslu, tá tað ræður
um eitt nú klæðir. Tey vilja
fegin hava sín persónliga
stíl, heldur enn at líkjast
øllum hinum. Og tað vilja
tey eisini gjalda fyri, sigur
Jóna Dalsgarð, sum tó ikki
heldur lutirnir í handlinum
vera dýrar.
Fólk kunnu bíleggja vør-
urnar, tey síggja í handlin-
um. Her er tað avgjørt ein
stórur fyrimunur, at tað eru
listakvinnurnar sjálvar, sum
reka handilin, tí á tann hátt
kunnu tær greiða fólki frá
vøruni niður í minsta
smálut, sigur Jóna.
Ein av føstu táttunum í
Listir eru tær skiftandi
gestaframsýningarnar
í
handlinum. Her hava fólk,
sum annars sita heima og
virka sínar lutir, høvi at
sýna teir fram í eina tíð. Í
løtuni eru hesar framsýn-
ingarnar at síggja í Listir:
Else Gotved Jacobsen,
vovnar myndir, Bergljót
Jógvansdóttir, turrikløð úr
ymsum tilfari, Elisabeth
Ellingsgaard, glarlist, Elin
Lindenskov,
plantulitað
tógv og sápur úr nátúrtilfari
og Bjørg Mohr Andersen,
málningalist.
Else Gotved Jacobsen
hevur eitt heilt serligt
eyga fyri fuglum. Ikki
minst fyri at endur-
skapa teir í sínum
eyðkendu vovnu
myndum. Íblásturin
fær hon úr føroysku
náttúruni, men hug-
skotið til sína fyrstu
fuglamynd fekk Else
eina heilt aðrastaðni
frá
LISTAHANDVERK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Bárður Lydersen
Ein lítil rest av bummull-
stógvi, eitt sindur av før-
oyskum broddi, ein endi av
silki - alt kann brúkast, tá
Else Gotved Jacobsen setur
seg við myndavevin. Og
spakuliga verða tráðir og
tógv og litir til eitt av henn-
ara eyðkendu listaverkun-
um - altíð við fuglinum
sum myndevni.
Ì løtuni eru nakrar av
fuglamyndunum hjá Else at
síggja í listahandlinum
Listir í Havn
Dýrgripir í
óruddinum
- Jú, tú kanst siga, at eg
máli við tógvi. Grundtil-
farið spinni eg oftast sjálv
úr føroyskari ull og liti tað
við plantuliting. Restina
finni eg alla møguliga
staðni, kanska á botninum í
einum útsølukassa, har eitt
einsamalt noða liggur og
rekst. Oftast enda gamlar
restir, sum onkur í familj-
uni ætlar at koyra burtur,
eisini á borðinum hjá mær,
og eg taki meir enn fegin
ímóti, smílist Else.
Soleiðis verður slíkt, sum
ongin annar sær nakað virði
í, ofta til dýrgripir í hond-
unum á Else. Kanska tørv-
aði
fuglavongurin
júst
handan silvurtráðin fyri at
fáa tað rætta glitrið. Og
kanska var hasin endin
akkurát passaliga knorlutur
til hasa mosatúgvuna. Men
møguliga skal okkurt heilt
annað til, og tá aftrar Else
seg ikki við at spinna
heimalitaðan brodd saman
við bummull fyri at raka
júst tann rætta strukturin og
litin.
Men onki er avgjørt
frammanundan, tí Else
brúkar ikki uppskrift og
vevar ongantíð somu mynd
umaftur. Hóast fuglurin
altíð er í miðdeplinum,
fangar myndin hann altíð í
eini nýggjari rørslu, einum
øðrum ljósi, í einum øðr-
vísi huglagi. Og hvørja ferð
mugu teknikkur, tilfar og
myndevni
lagast
eftir
hvørjumøðrum. Onkuntíð
renna tráðirnir upp og
niður, onkuntíð tvørturum,
alt eftir, hvat reint tekniskt
letur seg gera. Men mynda-
veving er hvørki tað lætt-
asta ella tað skjótasta hand-
verkið, tú kanst fara í holt
við.
- Hetta er øgiliga putlut,
og tú skalt vera rættiliga
tolin. Men tá eg siti har við
einum
fjalli
av
tógvi
framman fyri mær og fái
hugskot til, hvussu tey
kunnu brúkast, hvørvur
tíðin bara. Eg havi onga
hóming av, hvussu nógvir
ymiskir litir fara í eina
mynd, tí ofta eru tað tey
allarminstu litbrigdini, sum
gera munin.
Íblástur úr dansiringi
Áhugin hjá Else fyri fugl-
um er ikki bara av listar-
ligum slag. Hon er limur í
Føroya Fuglafrøðifelag og
hevur eisini væl av meir
fakligum innliti í fuglalív
og atburð. Saman við tí
listarliga eyganum er tað
ongin ivi um, at Elsa sær
rættiliga nógv meir, enn vit
onnur, í hesum væl kenda
og heimliga skapningi
- Fuglaheimurin er so
ótrúliga spennandi og fjøl-
táttaður. Hevur tú eyguni
opin, leggur tú allatíðina
merki til okkurt nýtt. Eg
gangi nógv úti í náttúruni,
og eri eg so heppin at búgva
beint í einum fuglahvílu-
plássi í Sandagerði. So
íblásturin fái eg allatíðina
og allastaðini púra ókeypis,
sigur Else.
Else hevur búð í Føroy-
um í 40 ár, og hon ivast ikki
í, at hugurin at brúka fuglar
sum myndevni er komin av
at síggja teir so tætt at í
sínum rætta umhvørvið.
Men so løgi tað ljóðar, kom
íblásturin til hennara fyrstu
fuglamynd eina heilt aðra-
staðni frá.
- Eg skuldi veva eina
mynd av føroyskum dansi
til sonin, sum búði niðri.
Meðan eg sat og arbeiddi
við myndini, kom eg at
hugsa um, hvussu nógv
dansiringurin minti um
fuglar, sum sita á rókini og
snara høvdinum og toyggja
seg uppeftir og hyggja
niður aftur í eini støðugari
rørslu. Soleiðis byrjaði tað,
sigur Else, sum seinastu 20
árini hevur havt myndavev-
ing sum sítt frítíðarítriv.
Hóast myndirnar hjá Elsu
eru at síggja rættiliga nógva
staðni, hevur hon ongantíð
gjørt nakað serligt fyri at
selja tær, tí so hevði ítrivið
líkts ov nóg einum arbeiði.
- Eg vil sleppa at hava
stundir til at fáa nýggj hug-
skot og brúka ta tíðina, tað
krevst at gera eina mynd
lidna. Tað er tað, sum ger
hetta so spennandi og
hugnaligt samstundis, sigur
Else og kemur í tankar um
staran heima í havanum.
- Ein vakur stari er farin
at reiðrast beint framman
fyri køksvindeyganum hjá
mær. Hann kemur hvønn
morgun, so eg havi góðar
stundir at sita og eygleiða
hann. Spennandi at vita,
hvat hann hevst at, tá eg
komi heim, sigur hon og
sær heilt spent út. Og hvør
veit, kanska verður trúfasti
starin við á næstu myndini
hjá Else Gotved Jacobesen.
Else málar
við tógvi
Listir góða byrjan
- Tað heimavirkaða er er høgt í metum, tí fólk vilja fegin hava sín persónliga stíl, sigur Jóna
Dalsgarð, sum er ein av teimum fimm kvinnunum, sum reka nýggja handilin Listir
Í løtuni eru nakrar av vovnu fuglamyndunum hjá Else Gotved Jacobsen at síggja í nýggja listahandlinum Listir í Havn
Mynd: Bárður Lydersen
Á Gluggaglæmu í fjør, høvdu fólk møguleika at
síggja, hvussu ein vevað mynd hjá Else verður til
(Privatmynd)