týsdagur 21. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HUGNALØTA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri var hugnaløta á
Bátasavninum í Leirvík,
har sveisisku systrarnar,
Monika Stauss Joensen og
Andrea Stauss Hofmann
spældu á violin og klaver.
Tær báðar byrjaðu at spæla
saman sum heilt ungar, og
hóast Monika er gift til
Leirvíkar og í fleiri ár
hevur búð í Føroyum, hava
tær báðar luttikið saman í
nógvum tiltøkum í heim-
landinum. Soleiðis fara tær
eisini at spæla í Sveits í
summar, tá ið Monika fer
heimaftur at vitja.
Tiltakið í Bátasavninum í
Leirvík var sera væl eydn-
að, og yndisligi tónleikurin
hjá systrunum báðum, sum
eru ógvuliga væl saman-
spældar, setti sín serstaka
dám á kvøldið, sum eisini
var kryddrað við øðrum
áhugaverdum.
Listarliga
var tónleikurin á einum
høgum altjóða støði, og tær
spældu løg, sum fevndu
heilt frá konserttónleiki til
sigoynaratónleik.
Tá ið Monika og Andrea
høvdu spælt tað mesta av
einum tíma og soleiðis
høvdu fingið "hita" í tey
90-100 fólkini, sum vóru
komin til tiltakið, var
tónlistarligi parturin mest
sum liðugur.
Fiskavørur
Jógvan Høj, stjóri á Norð-
fra, greiddi síðan frá,
hvussu virkið í Norðdepli
roynir at byggja upp ein
heimamarknað - og hvussu
stórur hesin marknaður í
veruleikanum er.
Ein av vørunum hjá
Norðfra, sum rættiliga hev-
ur
"fangað"
millum
føroyingar, er kenda og sera
væl smakkandi fiskasupp-
an, har hýsa er grundar-
lagið saman við eitt nú epl-
um og gularótum. Henda
suppa er vælegnað til nú-
tímans føroysku familjur-
nar, sum eru nógv úti, tí
hon er liðugtgjørd eftir ein-
um korteri.
Vøruúrvalið, sum Jógvan
og Norðfra bjóða heima-
marknaðinum, er rættiliga
stórt, og prísirnir eru av-
gjørt kappingarførir – ikki
minst tí, at Norðfra eisini
selir beinleiðis til brúkar-
arnar.
Tá ið Monika og Andrea
høvdu spælt tað mesta av
einum tíma, og Jógvan
hevði greitt frá vøruútboð-
num hjá Norðfra, vóru fólk
vorðin svong. Tí kom tað
væl við, at virkið í Norð-
depli eisini hevði sett upp
eina bufét við ymiskum
fiskaúrdráttum – og sjálv-
sagt eisini suppuni, sum
rættiliga fekk bein at ganga
á hetta kvøldið.
Eftir at fólk høvdu fingið
sær ein bita – og høvdu
skolað niður við fiskasupp-
uni, spældu Monika og
Andrea aftur eitt lítið tón-
leikastykki.
Turkihúsið
Síðan hevði Jóannes Elia-
sen orðið, har hann greiddi
frá søguni aftanfyri turki-
húsið í Leirvík, sum nú er
karmur um snotuliga Báta-
savnið hjá Ossa.
Tað vóru nevniliga Klæ-
mint Eliasen, pápi Jóannes
og Elias Eliasen, sum í
sínari tíð bygdu turkihúsið.
Jóannes dugdi sera væl at
greiða frá, hvussu turki-
húsið varð bygt upp, og
hvussu nógvur fiskur varð
virkaður í húsinum í Leir-
vík og í turkihúsum kring
landið annars.
Hann lýst pápan á ein
áhugaverdan og livandi hátt
– sum ein mann, ið var høgt
í metum í bygdini, ein
sparin og myndugur maður,
sum vendi hvørji krónu.
Jóannes greiddi eisini
frá, hvussu tey, ið ikki vóru
best fyri í bygdini, líkasum
fingu ein framíhjárætt at
arbeiða í turkihúsinum – og
tá ið nøkur høvdu arbeitt í
eina tíð, sluppu onnur
framat.
Klæmint legði soleiðis
stóran dent á tað sosiala í
bygdini.
Jóannes greiddi eisini
sera hegnisliga frá ymisk-
um fólkum, sum høvdu
arbeitt á virkinum.
Umframt at lýsa ta gomlu
tíðina við turkihúsum, sum
skaptu ein stóran aktivitet í
bygdunum kring landið,
dróg Jóannes eisini "para-
lellir" til dagin í dag, nú rá-
vøra í stórum nøgdum fer
av landinum, samstundis
sum eingin lyftir hond frá
síðu til at byrgja upp fyri
hesum.
Bátasavnið
Tiltakið í Bátasavninum í
Leirvík var fjølbroytt og
sera væl eydnað. Tú fekst at
vita um søguna, sum liggur
aftanfyri tað samfelag, vit
hava í dag – á ein lættan og
áhugaverdan hátt, tú fekst
høvi at royna nýggjastu
fiskavørurnar á føroyska
heimamarknaðinum,
og
ikki
minst
varð
løtan
"kryddað" við ynsidligum
violin-og klavertónleiki hjá
sveisisku
systrunum,
Moniku og Andreu.
Tey, sum komin vóru til
hugnaløtuna í Leirvík hetta
kvøldið, fóru ríkari – og
mettari – heimaftur, og
sigast má, at Bátasavnið í
Leirvík er ein fantastiskur
karmur til slík tiltøk sum
hetta.
Sligin og
bardur
HARÐSKAPUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnumorgunin fekk
løgreglan í Havn frá-
boðan um, at ein ungur
maður, sum var á
Sundalagsstevnu
í
Hósvík sunnunáttina,
hevði
fingið
eina
fløsku í høvdið.
- Tað var ungi mað-
urin sjálvur, sum boð-
aði okkum frá hend-
ingini, sigur løgreglan.
Men tá ið løgreglan
kom á staðið, vísti tað
seg, at hendingin var
nógv meira umfatandi,
enn maðurin hevði
sagt.
- Vit tosaðu við fleiri
vitnir í Hósvík sum
søgdu, at maðurin,
sum
framdi
harð-
skapin, í fyrsta lagi
hevði sligið hin einar
8-10 ferðir í andlitið,
meðan hann helt hon-
um í høvdið. Síðan
datt maðurin – og aft-
an á tað, varð tann
álopni bæði sligin,
sparkaður og trampað-
ur, bæði í høvdið og
kroppin.
Løgreglan sigur, at
teir tóku mannin, sum
hevði framt harðskap-
in, við sær á støðina,
har hann varð avhoyrd-
ur.
Vakthavandi á løg-
reglustøðini, sum vit
tosaðu við mánadagin,
visti ikki at siga,
hvussu hesir báðir
ungu menninir vóru
komu til ilnar í Hós-
vík, men alt bendir á,
at tann eini maðurin
hevur verið so harð-
ligur við hin, at talan
er um eitt harðskaps-
mál.
Mánadagin
visti
vakthavandi ikki at
siga, hvussu maðurin,
sum var fyri harð-
skapinum, hevur tað.
Nr. 115 - 21. juni 2005
15
- Eg haldi, at Vágs
Sløkkilið eftir um-
støðunum kláraði
uppgávuna væl, og
teir vóru væl skipaðir
undir arbeiðnum,
heldur Pauli Einars-
son, sum hevur fe-
lagið, OSR (Oil Spill
Respons). Hann fýlist
tó á, at Føroyar fram-
vegis onga tilbúgv-
ingarskipan hava á
hesum øki
DÁLKING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leydagarkvøldið fór olja at
leka úr einum russiskum
skip, sum lá við bryggju í
Vági. Í fyrstani sá lekin
ógvusligur út, tí oljan
breiddi seg skjótt, men tá ið
saman um kom, halda
kønir, at talan ikki hevur
verið um tær heilt stóru
nøgdirnar kortini.
Oljan, sum lak úr skipin-
um har frammi í stýriborð,
rak serliga yvir á norðrara
landið í Vági.
Vágs Sløkkilið fór alt
fyri eitt undir at royna at
steðga oljuni á Vágsfirði,
men tað tók sína tíð, áðrenn
tamarhald fekst á støðuni.
Nakað
eftir
middag
sunnudagin, visti Portalurin
at siga, at Vágs Sløkkilið
framvegis ikki hevði fult
tamarhald á støðuni, og boð
vórðu send til Fiskiveiði-
eftirlitið, ið sendi tyrluna
hjá Atlantsflogi avstað við
absordentum,
sum
eru
langar "pylsur" við be-
handlaðari bummull, ið
sýgur oljuna til tín.
Felagið, OSR (Oil Spill
Respons) hjá Paula Einars-
syni á Tvøroyri, kom eisini
vágbingum til hjálpar, og
sum leygardagurin gekk,
fekst tamarhald á støðuni
við teirri útgerð, sum vág-
bingar sjálvir høvdu, sum
tyrlan kom við - og við
útgerðini hjá OSR.
Sá ógvusligt út
Pauli Einarsson sigur, at tá
ið olja soleiðis lekur út á
sjógv, sær hetta oftast
ógvusligt út.
- Men eg trúgvi ikki, at
talan kortini var um tær
heilt stóru nøgdirnar av
olju – og eg trúgvi neyvan,
at talan var um fleiri tons.
Pauli vísir á, at verður
"bert" ein oljutunna stoytt í
havið, kann oljan í ringasta
føri breiða seg yvir tveir
ferkilometrar.
- Soleiðis, sum eg skilti
støðuna í Vági við russiska
skipinum, var talan um eitt
hendiligt óhapp – og ikki
um ósketni.
Hann sigur, at tveir menn
frá OSR vóru í Vági leygar-
kvøldið og aftur sunnu-
dagin og hjálpu Vágs
Sløkkiliði við arbeiðnum.
- Eg haldi, at sløkkiliðs-
menninir í Vági eftir um-
støðunum kláraði uppgáv-
una væl, og teir vóru væl
skipaðir undir arbeiðnum.
Á MRCC Tórshavn siga
tey, at alt spældu væl av í
Vági.
- Jú, hetta sá ógvusligt út,
og vit skiltu, at eini 20 tons
vóru í tanganum, sum olja
lak úr.
Eingin veit tó við vissu at
siga, hvussu nógv olja lak á
sjógv í Vági leygarkvøldið
og sunnunáttina, tí russar
gjørdu tað, teir kundu, fyri
at byrgja uppfyri dálking-
ini.
- Teir pumpaðu eisini olju
úr skipinum, sum lak, upp í
eitt annað russiskt skip,
sum lá við síðuna av, segði
Gudmund Jacobsen, sum er
brandmeistari í Vági, við
Útvarpið.
Eingin tilbúgving
Tað kunnu neyvan vera
fleiri meiningar um, at
føroyingar eru alt ov illa
fyrireikaðir, um ringast
vildi til, og olja í stórum
nøgdum fór í havið - antin
av ósketni ella í einum
hendiligum óhappi.
- Nógv hugskot hava
verið frammi um, hvussu
ein verulig tilbúgving eigur
at skipast, og arbeitt hevur
verið við hesum í fleiri ár,
men vit mugu ásanna, at vit
sum samfelag enn ikki eru
komin undir land við eini
forsvarligari loysn, sigur
Pauli Einarsson.
Dálkarin rindar fyri
upptøkuna
Løgreglan á Tvøroyri varð
boðsend, tá ið vágbingar
leygarkvøldið staðfestu, at
oljan var likin á sjógv.
- Vit høvdu fólk á stað-
num og staðfestu, hvaðani
oljan kom. Síðan tryggjaðu
vit okkum, at partarnir, sum
skulu kunnast um støðuna í
slíkum føri, høvdu fingið
fráboðanina. Ein frágreið-
ing verður skrivað, og síðan
er tað upp til fútaskrivstov-
una, hvussu málið annars
verður avgreitt.
Jaspur Vang, løgreglu-
maður, sigur, at honum
kunnugt er tað dálkarin,
sum í slíkum føri rindar fyri
uppruddingina.
Um talan er um ósketni
ella hendiligt óhapp, heldur
Jaspur ikki hevur týdning
fyri, hvør rindar fyri rudd-
ingararbeiðið.
- Hendingin í Vági verð-
ur latin fútaskrivstovuni,
sum síðan tekur støðu til,
hvat meira – um um nakað
meira – hendir í hesum
máli, sigur Jaspur Vang,
løgreglumaður.
Tónleikur, fiskasuppa og søga í Bátasavninum
Oljudálkingin á Vágsfirði
Tað var úr hesum skipinum, at olja fór at leka leygarkvøldið. Við hjálp frá OSR og MRCC
Tórshavn eydnaðist Vágs Sløkkiliði at fáa bilbukt við oljuni á Vágsfirði
Mynd: Dagfinn Olsen