Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 115 - 21. juni 2005 UTTAN ÚR HEIMI Fleiri formansevni Aftan á bretska parlamentsvalið herfyri kunngjørdi formaðurin hjá teimum konservativu, Michael Howard, at hann fór at leggja frá sær, og síðani hava fleiri boðið sær til at taka við eftir hann. Tann einasti, sum alment hevur bjóðað seg fram sum formansevni, er framsøgumaðurin í innanríkismálum, David Davis. Hann er tann einasti, sum hoyrir til mið- høgravongin í flokkinum, og hildið verður, at hann hevur bestu møguleikarnar at gerast formaður, skrivar Reuters. Hini sjey eru øll úr mið-vinstravonginum í konserva- tiva flokkinum. Av teimum er tað helst fyrrverandi utt- anríkisráðharrin Malcolm Rifkind, sum hevur teir frægastu møguleikarnar. Hann hevur ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla upp, men í síðstu viku segði hann, at hann væntandi verður ímillum valevnini, tá av- gerðin skal takast. Bara ein kvinna tykist hava hug at taka við eftir Michael Howard. Tað er Theresa May, sum er tals- maður floksins í familju- og mentanarmálum. Vandi á ferð í USA Amerikanska fíggingarfelagið Fannie Mae ávarar nú um, at vandi er fyri einum veruligum skrædli á amerik- anska húsa- og íbúðarmarknaðinum. Í einari nýggjari frágreiðing, sum blaðið Wall Street Journal hevur lisið, sigur felagið, at vandin fyri einum veruligumm skrædli er vaksin nógv í pørtum av USA í seinastuni. Har eru prísirnir á húsum og íbúðum hækk- aðir so nógv, at sjálvt tjóðbankastjórin, Alan Green- span, hevur rópt varskó. Fannie Mae skrivar í nýggju frágreiðingini, at bankar og aðrir fíggingarstovnar eru vorðnir alt ov lagaligir, tá tað snýr seg um húsa- og íbúðarfígging, og at hetta kann enda við einum skrædli. Nær tað hendir, dugir felagið ikki at siga, men vandin er í hvussu er stórur og harafturat veksandi, skrivar Fannie Mae. Væl umtókt kortini Í fleiri mánaðir hava veljarakanningar víst, at fólk halda lítið um flokkarnar í stjórnini hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra, men nú vísir ein nýggj kanning, at yvirhøvur eru nógvir norðmenn væl nøgdir við tað arbeiðið, sum stjórnin ger. Í kanningini, sum Opinion hevur gjørt, siga 32 prosent av teimum spurdu, at tey halda stjórnina gera eitt sera gott arbeiði. Fyri einum ári síðani vóru tað 21 prosent, sum søgdu tað, og fyri tveimum árum síðani vóru tað bara 16 prosent, sum góvu stjórnini tað skoðs- málið, skrivar Aftenposten. Tey misnøgdu eru fækkað tilsvarandi. Fyri einum ári síðani søgdu 28 prosent seg vera misnøgd við arbeiðið hjá stjórnini, men nú eru tað bara 22 prosent, sum eru misnøgd. Stórtingsval verður í Noregi í heyst. Fleiri veljara- kanningar í seinastuni hava bent á stjórnarskifti, men í dag halda fleiri, at valið tann 12. september verður meiri spennandi, enn mong hava hildið. Kunnu koma til Svøríkis Av og á hevur ljóðað, at fyrrverandi irakski forsetin, Saddam Hussein, møguliga skal í eitt svenskt fongsul, verður hann dømdur sekur, men nú sigur svenski løgmálaráðharrin, Thomas Bodström, at tað hendir neyvan. Hinvegin hevur hann einki ímóti, at fólk, sum verða dømd fyri krígsbrotsverk aðrastaðni, sita dómin í einum svenskum fongsli. Thomas Bodström vísir á, at fyrrverandi bosniaserbiski forsetin Biljana Plavsic situr í fongsli í Svøríki, og har skal hon sita tey ellivu árini, sum hon fekk í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. - Vit eru til reiðar at taka ímóti fleiri krígsbrotsmonn- um, men tað er kortini avmarkað, hvussu mongum vit kunnu hýsa, sigur løgmálaráðharrin við blaðið Sydsvenskan. Kappingin um at flyta ferðafólk ímillum Noreg og Danmark harðnar SIGLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Higartil hevur norska reið- aríið Kystlink flutt góðs tvørtur um Skagerak, men nú fer felagið eisini undir ferðafólkaflutning. Felagið hevur útvegað sær ferjuna "Pride of Tele- mark", sum skal sigla tvær ferðir um vikuna ímillum Hirtshals og Langesund í Suðurnoregi um summarið. Ferjan hevur bara 300 koyggjur, men hon tekur 1500 ferðafólk og 550 bilar. Marknaðarleiðarin í Kystlink, Lasse Andersen, sigur við Aftenposten, at reiðaríið ætlar at flyta 200.000 ferðafólk ímillum Danmark og Noreg næsta ár. Tað skal gerast við bílig- um ferðaseðlum, samstund- is sum tað verður bíligt hjá fólki at keypa umborð. Siglingin hjá Kystlink fer serliga at geva stóra reiðar- ínum Color Line kapping, men tað fær kortini ikki reiðaríið at broyta prísirnar í ár, sigur Helge Otto Mathisen, kunningarstjóri hjá Color Line. Annars hevur Kystlink ikki tey bestu roknskapar- tølini at vísa á. Felagið er fimm ára gamalt, og rokn- skapurin fyri 2003 vísti 15 milliónir krónur í halli. Felagið hevur ikki kunn- gjørt roknskapin fyri 2004 enn, men tað er greitt, at hann vísti eisini hall, skrivar Aftenposten. Hóast oljuprísurin er á veg uppaftur, veksur eftirspurningurin so skjótt, at oljureinsi- verkini hava úr at gera við at nøkta eftir- spurningin. Og prís- urin fer at halda sær OLJA Árni Joensen fartekst@mail.dk Í síðstu viku kom prísurin á norðsjóvarolju, sum skal latast í juli, upp á 56 dollar- ar fyri tunnuna, og um vikuskiftið togaði prísurin á amerikanska marknaðinum í 60 dollarar. Men tað tykist als ikki órógva marknaðin. Rætt er tað, at eftirspurn- ingurin í Kina er minkaður eitt vet í seinastuni, men í vesturheiminum er eftir- spurningurin størri, enn marknaðurin hevði roknað við. Sambært norska olju- marknaðarserfrøðinginum Arnstein Wigestrand er eftirspurningurin nú so stórur, at tað er ein spurn- ingur, um tað verður gjørligt at nøkta tørvin seinni í ár. Hann vísir á, at í Russlandi koyra reinsiverk- ini við fullari ferð, men at tey kortini hava ilt við at nøkta eftirspurningin. Í USA er støðan næstan tann sama. Har brúka reinsi- verkini nú næstan 97 prosent av sínari orku. Arnstein Wigestrand sig- ur við Aftenposten, at tað er neyðugt at byggja fleiri oljureinsiverk, men tað tekur tíð, og tað er eisini ein spurningur, um fleiri yvir- høvur verða bygd, sigur hann. Í Evropa og í USA eru umhvørviskrøvini so strong, at tað er trupult at byggja reinsiverk, ið kunnu lúka krøvini, og harafturat hava reinsiverkini ikki ver- ið serliga lønandi tey seinnu árini. Tí er hugurin at gera íløgur á tí økinum ikki serliga stórur. Arnstein Wigestrand sig- ur, at sum er bendir alt á, at oljuprísurin fer at halda sær. Eitt nú heldur hann, at prísurin á norðsjóvaroljuni fer at liggja uppi á umleið 57 dollarum í 2007. Onnur vænta, at hann verður uppaftur hægri. Avstralski marknaðarser- frøðingurin Tobin Corey segði sunnudagin, at prís- urin fer at koma upp á 60 dollarar fyrsta dagin. Enn ein ferjuleið Nú er full ferð á oljureinsiverkunum Serfrøðingar vænta, at oljuprísurin fer upp um 60 dollarar fyri tunnuna fyrsta dagin.