týsdagur 21. juni 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyski toppskjúttin
í FCK hevði ikki
ímyndað sær, at fagn-
aðurin skuldi verða
so stórur, sum hann
vísti seg at vera í
Parkini sunnudagin
ÚTISETI
Jóannes Hansen
At okkurt fór at verða gjørt
burturúr, tá ið FCK sunnu-
dagin á heimavøllinum í
Parkini fór at siga farvæl
við tveir av størstu spælar-
unum, sum hava verið í
felagnum, síðani tað í 1991
sá dagsins ljós, hevur leingi
verið greitt.
Men Todi Jónsson hevði
ikki ímyndað sær, at per-
sónliga
heiðringin
av
honum skuldi vera av so-
vornum slagi, sum hon í
góða
summarveðrinum
sunnudagin vísti seg at
vera.
Tú verður skjótt gloymd-
ur í fjølmiðlunum. Meðan
nógv varð gjørt burturúr
Zuma, sum eisini í vár
hevur staðið seg væl, og
sunnudagin fekk serligan
part av senditíðini í TV3+
sendingini Onside, so var
Todi ikki so nógv nevndur,
men var heldur meiri í
skugganum í fjølmiðla-
viðgerðini
Men felagið og serliga
áskoðararnir hjá FCK tókt-
ust
ikki
hava
gloymt
mannin, sum hevur verið
longri í felagnum enn allir
hinir, sum nú manna FCK,
og sum hevur skorað fleiri
mál enn nakar annar spæl-
ari hevur gjørt í fjúrtan ára
longu FCK søguni.
- Fagnaðurin var ógvu-
liga stórur, og tað fór sum
heitur ylur ígjøgnum meg,
og tað var sera torført at
halda tárunum aftur, tá ið
eg sá øll tey smáu føroysku
fløggini, og tá ið føroyski
tjóðsangurin varð spældur.
Sovorðið havi eg ikki
upplivað áður, sigur Todi,
sum altíð fer at minnast
tíðina í FCK sum nakað
heilt serligt.
- Skuggarnir hava verið
skaðarnir. Eg havi sjáldan
verið førur fyri í longri tíð
at spæla og harvið í eitt
heilt kappingarár at fáa
møguleikan at skjóta nógv
mál. Tað hevur kenst tungt,
og tað hevur verið høvuðs-
orsøkin til, at tað ongantíð
gjørdist aktuelt at flyta
longri út í heim at spæla,
heldur Todi Jónsson, sum
framvegis ikki veit nakað
nýtt um, hvar hann fer at
spæla
eftir
summarfrí-
tíðina.
Í gjár vóru FCK spæl-
ararnir til venjingar. Nú eru
teir farnir í summarfrí, og
Todi Jónsson vónar, at
greiða fer at fáast á, hvar
hann skal spæla, áðrenn
henda og næsta vika eru
runnar.
Umboðsmaðurin
hjá honum arbeiðir við
spurninginum, og sambært
Toda sjálvum, so eru onkur
tilboð at taka støðu til.
Ikki sirkushestur
Todi Jónsson var ikki á
vøllinum, tá ið FCK ikki
megnaði meiri enn 1-1
ímóti Herfølge.
- Í vikuni segði eg við
Hans Backe, at hann bara
skuldi velja meg til sekstan
manna hópin, um hann
metti, at eg kundi vera við
til at styrkja um møguleik-
an at fáa gott úrslit ímóti
Herfølge. Eg ynskti ikki at
vera sirkushestur, sum varð
fagnaður, uttan at tað var
brúk fyri mær, og at eg
harvið skuldi halda einum
spælara, sum venjarin metti
vera betri enn meg, uttan-
fyri. Sjálvandi vildi eg
spæla, men bara um venj-
arin helt, at eg fór at gera
mun, sigur Todi Jónsson.
Venjarin metti ikki, at
Todi skuldi vera ímillum
teir fyrstu sekstan, og so
varð hann bara fagnaður
eftir dystarlok, tá ið silvur-
krónurnar vórðu handaðar.
Tað vóru
FCM bronsukrónur
Hóast FCK ikki megnaði
meiri enn 1-1 ímóti Her-
følge, sum legði seg á odda
tíðliga, so ognaðu teir sær
silvurmerkini. Tað kann
væl vera, at hetta var síðsti
dysturin hjá niðurflutta
Herfølge nakrantíð í supe-
rliguni. Í síðstu viku varð
semja gjørd millum Køge
og Herfølge um, at tey
skulu samstarva um besta
liðið í Køge kommunu. Um
talan verður um saman-
legging ella yvirbygning er
ikki greitt enn.
FCM vann 4-1 á heima-
vølli ímóti AaB. Tað bar við
sær, at FCK og FCM end-
aðu á sama stigatali, men
FCK málmunurin var betri
enn tann hjá FCM.
Hóast AaB tapti 4-1 í
Herning, so ognaðu teir sær
fjórða plássið, sum ber
atgongd til Royalu kapp-
ingina við sær. Esbjerg
spældi 2-2 í Randers og
gjørdist nummar fimm. OB
vann 3-0 á heimavølli ímóti
AGF. Várið hevur verið
stórt vónbrot hjá OB, men
sigurin á AGF bar við sær,
at teir endaðu á sætta pláss-
inum, og tað halda teir í
Odense kann brúkast.
Viborg tapti 3-2 í Silke-
borg,og meistararnir úr
Brøndby settu punktum fyri
kanska besta kappingarár-
inum nakrantíð - í hvussu
so er tá ið tað snýr seg um
danskar kappingar - við at
vinna 2-0 á FCN.
Nr. 115 • týsdagur • 21. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi var kensluliga tikin av fótum
- Fagnaðurin var ógvuliga
stórur, og tað fór sum heitur
ylur ígjøgnum meg, og tað
var sera torført at halda
tárunum aftur, tá ið eg sá øll
tey smáu føroysku fløggini,
og tá ið føroyski tjóðsangurin
varð spældur
Mynd: Birger Vogelius