týsdagur 21. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 115 - 21. juni 2005
Tað er rættuliga
kostnaðarmikið hjá
B36 at hava TB
kompleks, og fyrsti
VB sigurin í tveir
mánaðir ber við sær,
at tað nú brennur
undir fleiri øðrum
13. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Í toppinum gongur tað, sum
tað plagar at gera. HB er
trífaldur meistari, og tað
tykist verða torført hjá
nøkrum av hinum at megna
at gera nakað við meist-
araliðið, sum hevur beina
kós ímóti fjórða meistara-
heitinum á rað.
Eftir tríggjar GÍ sigrar á
rað var tað ikki sørt av
spenningi, um tað fór at
eydnast GÍ, sum ofta áður
hevur staðið seg væl á
heimavølli ímóti HB, at
basa
oddaliðnum.
Tað
gjørdu teir á ongan hátt. HB
vísti kanska mest sann-
førandi avrikið á árinum, og
so varð tað aftur hesa ferð
staðfest, hvussu risa stóran
týdning tað hevur í dagsins
fótbólti at hava framúr
góðan skjútta, tá ið tað snýr
seg um deyðbóltsstøður.
Rasmus Nolsøe tykist vera
gull verdur hjá HB!
Onkra
ferðina
hevur
spurningurin um mann-
garðar verið viðgjørdur. Í
Saprigerði varð tað enn
eina ferð staðfest, at tað
ofta er óðamannaverk við
stórum manngarði. GÍ mál-
verjin tóktist fult og heilt at
líta á, at manngarðurin á
brotsteigar markinum
skuldi taka sær av at verja
aðra síðuna av málinum.
Skotførleikin hjá Rasmusi
Nolsøe er so mikið góður,
at tað er lítið fyri hann
neyvt at lyfta bóltin upp um
manngarðin og í meiri ella
minni tómu síðuna av
málinum. Tað er rættuliga
ivasamt, um Rasmus hevði
havt sama møguleika at fáa
mál, um eingin manngarður
var frammanfyri annars
stinna GÍ málverjan, sum
so kundi havt staðið mitt í
málinum.
B36 kompleks
B36 hevur verið mett sum
besta boðið upp á kapping-
arneyta til HB um meist-
araheitið. B36 er framvegis
væl fyri, men sunnudagin
longdist munurin upp til
grannarnar til fimm stig.
Enn eina ferð megnaði TB
málleysan javnleik ímóti
B36, sum harvið hevur mist
fýra stig ímóti tvørámonn-
um. Tað kann fara at vísa
seg kostnaðarmikið í síðsta
enda.
B36 eigur útsettan dyst á
í Vági. Har skulu teir spæla
nú mikukvøldið. Hjá B36
er tað alneyðugt at fáa fult
burturúr ferðini til Suður-
oyar. HB skal mikukvøldið
spæla á heimavølli ímóti
Skála. Hóast Skála er á
heiðursmerkjaplássi,
og
hóast teir mikukvøldið í
síðstu viku vunnu 4-0 á KÍ,
so ber tað úr frá gongdini
síðstu mongu vikurnar ikki
til at rokna við øðrum, enn
at HB er favorittur ímóti
Skála.
Skála venjarin, Johan
Nielsen, undrast yvir, at tað
skal vera neyðugt at kroysta
skránna so nógv saman í
sambandi við Intertoto lut-
tøkuna. Tað er væl skilj-
andi, at hann ger tað. Skála
spældi landskappingardyst
mikukvøldið, Intertoto dyst
leygardagin, landskapping-
ardyst aftur mikukvøldið,
teir skulu á flog hósdagin,
og so skulu teir aftur spæla
í Intertoto sunnudagin. Tað
átti at borið til at lagt í
hvussu so er annan av dyst-
unum mitt í viku longri frá
altjóða luttøkuni, enn teir
eru tað í ár, og enn teir hava
verið tað undanfarnu árini.
Fyritreytirnar at standa seg
í altjóða dystunum átti at
verið gjørdar so góðar sum
tað á nakran hátt ber til.
Botnurin
Fyri fyrstu ferð í tveir
mánaðir vann VB, tá ið ÍF
sunnudagin var í Vági. VB
fekk fult á Skála 24. apríl,
og síðani hevur talan verið
um oyðimarkargongd. Teir
hava skift venjara, og tað
tóktist vera við til at geva
bonus. Fuglfirðingar vóru
hjartans fegnir eftir, at tað
hevði eydnast at fingið eitt
stig á heimavølli ímóti
Skála. Í Vági fóru teir heilt
á botn, áðrenn teir hálaðu
tvey mál innaftur og kanska
kunnu nýta tey at styrkja
sjálvsálitið, áðrenn teir
sunnudagin skulu spæla á
heimavølli ímóti B36, sum
avgjørt einki hevur ráð at
missa.
VB sigurin á ÌF bar við
sær, at tað nú er væl styttri
frá vágbingum, sum fram-
vegis eru á 10. plássinum,
og til liðini, sum eru á 9., 8.
7. og eisini 6. plássinum.
KÍ, sum er á sætta plássi,
fer í 14. umfarinum sunnu-
dagin at taka ímóti botnlið-
num VB. Tað er ikki víst, at
VB verður botnlið sunnu-
dagin. Um teir vinna miku-
kvøldið ímóti B36, so verð-
ur botnsessurin latin ÍF. Í
14.
umfarinum
verður
spælt soleiðis. Í annað-
kvøld HB-Skála og sunnu-
dagin NSÍ-GÍ, TB-EB/
Streymur, ÍF-B36 og KÍ-
VB. Umframt at VB fram-
vegis verður aftast, so eru
møguleikar fyri, at svarti
per eisini fer at verða latin
ÍF, TB, GÍ og KÍ!
FS Vágar 2004 fekk
javnleik á Sandi, og so
kundu toftamenn
aftur leggja seg á
odda í aðru deild
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var einki at ivast í, hvør
stóri dysturin um vikuskiftið
var í aðru deild. Eftir sigurin
hjá B71 á Toftum herfyri,
var
talan
um
nýggja
styrkisroynd hjá oddalið-
num, tá FSV04 kom á vitjan.
Sæð burtur frá tapinum
fyri Royn í fyrsta dystinum
á árinum, so hevur tað
gingið sum eftir ánni hjá
vágalið-num, sum við fleiri
sannførandi avrikum hevur
ávarað hini um, at teir so
sanniliga eisini skulu takast
í álvara, tá tosað verður um
uppflytingarkandidatar.
Tað var tó skjótt, at B71
setti seg á dystin leygardag-
in, og longu eftir sjey
minuttum høvdu teir lagt
seg á odda. Clayton Soares
fannHanus Clementsen, og
tá hesin royndi seg við
skoti, smoygdi bólturin sær
inn um stólpan.
B71 yvirvágin helt fram,
og teir høvdu fyri steðgin
nakrar
møguleikar
at
avgera dystin. Hetta eydn-
aðist tó ikki, og eftir steðg-
in vóru tað í fleiri førum
gestirnir, sum lógu fram-
við. Størsta møguleikan
fingu teir, tá B71-mál-
skjúttin gjørdi brotsspark,
men hetta sendi Birgir
Joensen mitt í krovið á mál-
verjanum.
Tað eydnaðist tó at javna,
tá Jákup Joensen stútaði
hornaspark í kassan. Sand-
oyingar spældu annars við
tíggju monnum seinasta
góða hálva tíman, so einki
er at siga til, at frøin var
stór, tá javnelikurin varð
veruleiki.
B68 aftur fremstir
Aðra staðni kring landið
kundu toftamenn staðfesta,
at teir aftur eru á oddasess-
inum í deildini, eftir at B71
tók hendan sessin seinasta
vikuskifti.
Hesa ferð vann B68 4-1 í
Leirvík, har vertirnir tó
góvu ein lítlan hvøkk, tá
teir minkaðu munin í 1-2.
Hóast hetta, so megnaðu
toftamenn at vinna hampu-
liga trygt, men tað mundi
minka eitt sindur um gleð-
ina, at spælandi venjarin,
Julian Johnsson, tíðliga í
dysitnum mátti av vøllinum
við skaða í knænum.
Í Sumba fekk B36 sín
fyrsta sigur, tá tver skall-
arar frá Dánjal Petur Jo-
hansen og Levi Hanssen
vóru nóg mikið til at
tryggja ein 2-0 sigur. Royn
kom av álvara niður á
jørðina aftur, tá teir taptu 6-
1 í Gundadali fyri HB, og í
Gøtu staðfesti AB, at GÍ
ikki skal rokna við tí stóra,
tá tikist verður við fremstu
liðini í deildini.
Úrslitini hetta
vikuskiftið
B71-FSV04 1-1
LÍF-B68
1-4
HB-Royn
6-1
Sumba-B36 0-2
GÍ-AB
1-5
B68 aftur fremstir
Eingin megnar at steðga
meistarunum
B36 megnaði heldur ikki hesa ferð at skora móti TB, og so máttu teir síggja frástøðuna upp til HB økjast í fimm stig
Mynd: Álvur Haraldsen