týsdagur 21. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
19
Ein heit móttøka
Hóast summarveðrið
ikki vísti seg frá síni
mest hugtakandi síðu,
so sá tað ikki út til at
nerva kongsfamiljuna
stórvegis. Tað sá held-
ur ikki út til at gera
upplivingina minni
hjá teimum mongu
føroyingum, sum vóru
savnaðir at taka ímóti
HOFF STOFF
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Tað var kalt og vátt, og tey,
sum vóru komin oman á
bryggjuna, royndu sum
frægast at kroka aftanfyri
hvønnannan.
Men brádliga hoyrdist
fyrsta av teimum 27 skot-
unum, sum verða latin av til
heiðurs fyri drotningina, og
brádliga gjørdist huglagið á
bryggjuni eitt vet hátíðar-
ligari. Havnar hornorkestur
byrjaði at spæla, og júst
sum mastrarnar á Danne-
brog komu undan grótbrot-
inum á molanum, dagaði
eisini sólin undan skýggj-
unum. Tað merktist týði-
liga, at fólk vóru spent, og
at hetta ikki var ein hvønn-
dagshending.
Fólk, sum vóru í seinna
lagi, runnu aftur og fram í
vón um at finna at stað at
standa, har tey kundu fáa
eyga á tey kongaligu.
Skipið
legði
at,
og
hvørjaferð hurðin fóru upp,
fór eitt suð gjøgnum fjøld-
ina. Mundu tað nú vera tey,
sum komu?
Misti hattin
Men brádliga hoyrdist ein
floyta, og matrósarnir um-
borð stóðu stillir, sum vóru
teir úr steini, meðan bring-
an varð spent út.
– Nú floytaði hann, rópti
onkur á bryggjuni, og tað
gjørdist mestsum kvirt.
Og so komu tey í land.
Drotningin fyrst, síðani
Hendrikur prinsur, Fríðrik-
ur krúnprinsur og at enda
eisini krúnprinsessan, vøk-
ur og stílfull, sum altíð.
Tey smíltust og veittraðu,
eisini hóast regnið aftur
eina løtu vann á sólini.
Donsk, føroysk og tas-
mansk fløgg veittraðu, íme-
ðan løgmaður helt sína væl-
komsttalu. Hann siteraði
byrjanina úr bókini »Glat-
aðu spælimenninir« eftir
William Heinesen, har Før-
oyar ógvuliga væl verða
lýstar.
Eftir at tað var rópt 9 falt
hurrá, og Brandur Enni
hevði sungið tjóðsangin,
spældi
veðrið
eisini
hennara kongaligu hátign
drotning Margrethu eitt
puss. Vindurin tók undir
hattin, og lyfti hann av
kongaliga høvdinum. Men
hon var kvik at fáa hendur á
honum aftur. Drotningin
smílti at hendingini, og eis-
ini tey mongu skúlabørnini
hildu tað vera ógvuliga
stuttligt.
Síðani fór fylgið til
gongu. Løgmaður og løg-
tingsformaðurin fremstir,
síðani drotningin og prins-
urin og síðani krúnprinsa-
parið.
Mary gav sær góða tíð,
og tók í hondina á fleiri av
børnunum, sum vát og køld
høvdu staðið og bíðað eftir
at síggja hana.
Tey gingu so út í Tinga-
nes, og mannamúgvan var
stór, sum fylgdi aftaná.
Allastaðni fram við vegn-
um og í nærum hvørjum
vindeyga, vóru eisini fólk,
sum spent stóðu og veittr-
aðu.
So hóast veðrið ikki ætl-
aði tað, so kann eingin siga
annað enn, at tey kongaligu
fingu eina heita og hjarta-
liga móttøku á Bursatanga
mánamorgunin.
Tað sást týðiliga, hvussu spent børnini vóru. Summi komu í
góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss av fysrtu parkett. Onkur
hevði eisini gjørt eitt skelti við áskriftini: Mary + Frederik
Mary gav sær góðar stundir at heilsa uppá, og taka í hondina
á teimum mongu børnunum, sum vóru so spent at síggja
hana. Tað sást týðiliga hvussu errin tey gjørdust, eftir at hava
tikið í hond og sagt »Godmorgen« við krúnprinsessuna
Løgmaður hevði bygt talu
sína á inngangin í bólkini
»Glataðu spælimenninir« hjá
Williami Heinesen. Hann
vónaði at kunna vísa
kongsfamiljuni hetta sama
samfelagið, bert nakað meiri
framkomið
À veg av Bursatanga út í Tinganes
vóru nógv fólk, sum fylgdu aftaná. Øll
vildu fáa eina mynd av krúnprinsa-
parinum ella bert ein møguleika at
síggja tey