Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 115 - 21. juni 2005 Allatíðina komu fleiri fólk til, og hóast veðrið ikki var av tí besta, so má sigast, at nógv fólk var samankomið at taka ímóti Brandur Enni sang tjóðsangin Krúnprinsessan og drotningin fingu hvør sítt blómutyssi handað. Abbadóttir løgmann, Anita Hermansdóttir Eidesgaard handaði drotningini tyssið, meðan dóttir Bárð Nielsen, Bjørg Bárðadóttir Nielsen handaði Mary blómur Drotningin fekk eisini eina heilsan frá føroyska summarveðrinum, sum ætlaði sær av stað við royala hattinum. Hon var tó kvik at fáa fatur í hann aftur, áðrenn hann feyk ov langt Tá Mary og krúnprinsurin fóru inn í Tinganes, fóru fólk at klappa og rópa, og enn einaferð vísti Mary seg sum eina fólksins prinsessu, tá hon smílandi vendi sær og veittraði aftur