Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 21 Tá ið móttøkan á bryggjuni var liðug, fór kongaliga fylgi yvir í Tinganes, har tey heilsaðu upp á Føroya Landsstýri. HOFF STOFF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Flestallir av landsstýris- monnunum vóru í før- oyskum búna, og tað sama vóru makar teirra. Skráin í Tinganesi var eitt sindur avmarkað. Fyrst bjóðaði landsstýrið kaffi í fundar- hølinum, har landsstýris- fundirnir vanliga verða hildnir. Tá ið kaffi var drukkið, fóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Margreta Drotn- ing og Henrik Prinsur inn í tað minna fundarhøli, har málningar av fyrrverandi løgmonnum hanga á bróst- inum. Síðani kom vestmanna- drongurin Magnus í Niðri- stovu Durhuus inn í fundarhølið og heilsaði upp á tey kongaligu, sum fegin vildu ynskja honum til- lukku við bragdinum, tá ið hann í fjør summar bjargaði lítlabeiggja sínum frá at drukna. Tað var ein hátíðarlig løta í Tinganesi mánamorgunin, tá ið hennara hátign Margreta Drotning heilsaði upp á 9 ára gamla Magnus í Niðristovu Durhuus úr Vestmanna, sum í fjør summar bjargaði 5 ára gamla beiggja sínum HOFF STOFF Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Drotningin hevði sjálv bið- ið um at sleppa upp á unga garpin úr Vestmanna, sum herfyri fekk Ingebøl-steyp- ið fyri bragdið, ið hann framdi ólavsøkudag í fjør. Hennara hátign er verji hjá Ingebøl-grunninum, sum letur steyp fyri slík brøgd. Magnus var miðpunktið Tá ið Magnus heilsaði upp á drotningina og Henrik prins, spurdu tey bæði hann ymiskar spurningar um bragdið. Henrik prinsur spurdi millum annað, hvussu gamal Magnus var, tá ið hann framdi bragdið, og um tað hevði verið kalt at ligið í sjónum. Magnus svaraði, at tað hevði tað verið, með- an blitzini arbeiddu við fullari megi. Bert eitt av- markað tal av fjølmiðla- fólki slapp innar í høli, har Margreta drotning og Magnus heilsaðust, men tað er einki at taka seg aftur í, at tað hevur verið ein løg- in kensla hjá Magnusi, at fleiri myndatól og upptøku- tól hjá bæði donskum og føroyskum sjónvarpi snurr- aðu og høvdu hann í fokus allatíðina. Margreta drotning spurdi eisini foreldrini hjá Magn- usi, Marin og Jóan Paula, um tað ikki hevði verið ein skelkandi uppliving fyri familjuna, og tað játtaðu tey bæði. Alt húski í Vestmanna var við til hátíðarløtuna, og bæði Magnus, yngri bróð- urin Tórur, og tey bæði foreldrini vóru í føroyskum búna, og tað gjørdi ikki løtuna minni hátíðarliga. Líka nervøsur fyri miðlunum Tá ið vit hittu Magnus eftir hátíðarløtuna saman við teimum kongaligu, var hann ógvuliga lítillátin, men hann segði, at tað hevði verið stuttligt at heilsa upp á drotningina. Nú vóru fleiri fjølmiðlafólk til staðar, og tað er neyvan lætt hjá einum 9 ára goml- um drongi úr Vestmanna at skula svara spurningum frá eini 10-15 nærgangandi journalistum. Magnus segði eisini, at hann var líka nervøsur fyri at skula tosa við allar miðlarnar, sum hann hevði verið fyri at heilsa upp á drotningina. Drotningin rósti Magnusi Kaffi í Tinganesi Magnus í Niðristovu Durhuus heilsar upp á hennara hátign Margretu Drotning og Henrik Prins. Magnus var í føroyskum búna, og tað var lítlibeiggin Tórur eisini Kongaliga fylgið á veg úr Tinganesi niðan á Reyn