týsdagur 21. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 115 - 21. juni 2005
Krúnprinsessan hugtikin av Dómkirkjuni
Stutt fyri døgurða
mánadagin vitjaði
krúnprinsaparið
Dómkirkjuna ella
Havnar Kirkju, sum
havnarfólk framvegis
rópa hana. Mary
Krúnprinsessa tóktist
rættuliga hugtikin av
gomlu krikjuni
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað var Bjarni Bech, dóm-
próstur, ið tók ímóti í kirkj-
uni saman við Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismanni í
mentamálum. Bjarni Bech
vísti
krúnprinsaparinum
runt í kirkjuni og greiddi
frá søguni hjá kirkjuni.
Krúnprinsessan
spurdi nógv
Fredrik Krúnprinsur hevur
vitjað fleiri ferðir í Føroy-
um áður, og hann kennir
nógv til føroyska søgu og
siðvenju. Tí hevði Bjarni
Bech valt fyrst og fremst at
greiða krúnprinsessuni frá
søguni hjá Dómkirkjuni og
annars um føroyska kirkju-
søgu og kirkjusiðir.
Mary
Krúnprinsessa
tóktist
eisini
rættuliga
áhugað í søguni hjá kirkj-
uni, og hon spurdi nógv um
ymiskt.
Bjarni
Bech
greiddi eitt nú frá um
siðinum við olmussum, og
somuleiðis greiddi hann frá
um altartalvuna hjá kirkj-
uni, og hvussu hon var end-
að í Dómkirkjuni.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, var við í fylginum,
og sum tann søgukøni mað-
ur hann er, skoytti hann eis-
ini viðhvørt uppí, tá ið
dómprósturin greiddi frá.
Mary Krúnprinsessa var rættuliga hugtikin av Dómkirkjuni, og hon lurtaði gjølla, tá ið Bjarni Bech, dómpróstur, greiddi frá um søguna hjá kirkjuni og um
føroyskar kirkjuvanar fyrr og nú.
Mynd: Jens Kr. Vang
Krúnpinsaparið á veg úr
aftur Dómkirkjuni