týsdagur 21. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
23
Mannfjøldin fagnaði teimum kongaligu
Stór mannfjøld var
savnað í Vágsbotni, tá
ið kongaliga fylgi um
middagsleitið mána-
dagin heilsaði upp á
býráðslimirnar í
Havn
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Steðgurin í Vágsbotni var
eitt tað besta høvi hjá havn-
arborgarum at heilsa upp á
kongaligu gestirnar, og tað
sást eisini aftur. Mann-
fjøldin var rættuliga stór, og
nógv børn vóru komin om-
an og stóðu og veittraðu
bæði við Dannebrog og
Merkinum. Eisini í bygn-
ingunum kring Vágsbotn
var nógv fólk at síggja, sum
stóðu í vindeyganum og
royndu at fáa eyga á konga-
ligu gestirnar.
Úr Hobart til Havnar
Áðrenn kongaliga fylgi
steðgaði í Vágsbotni, høvdu
krúnprinsahjúnini lagt leið-
ina framvið, tá ið tey gingu
úr Dómkirkjuni niðan í
Margarinfabrikkina. Í hes-
um sambandi bóru tey bæði
eyga við stóru plakatina, ið
var hongd upp á Miðlahúsið
í Vágsbotni. Á plakatini var
ein mynd av krúnprinsess-
uni, og teksturin ljóðaði
"vælkomin Mary úr Hobart
til Havnar".
Tað var ikki sørt, at plakt-
in fekk tað heilt stóra smíl-
ið fram hjá krúnprinsess-
uni.
Tá ið tey løtu seinni
steðgaðu í Vágsbotni var
tað ikki frítt, at krúnprin-
sessan hevði hug at skeita
upp á plakatina enn einferð.
Eftir at kongaligu gestir-
nir høvdu heilsað upp á
allar býráðslimirnar og
makar teirra, helt borgar-
stjórin eina røðu, har hann
millum annað greiddi frá
standmyndina av Nólsoyar
Páll, og um søguligu bygn-
ingarnar í Vágsbotni.
Heðin Mortensen hevði
eina serliga heilsu til krún-
prinsessuna, tí at talan var
um fyrstu vitjanina hjá
henni her á landi.
Nógv fólk vóru komin oman í
Vágsbotn at heiðra kongaligu
gesturnar
Fleiri dagstovnar
høvdu leitað sær
oman at heiðra
drotningina og
fylgi hennara