týsdagur 21. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 115 - 21. juni 2005
Í sambandi við fro-
kostin í Müllers Pakk-
húsi, sum Tórshavnar
Býráð var vertur fyri,
handaði býráðið teim-
um kongaligu gest-
unum hvør sína gávu
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað var Heðin Mortensen,
borgarstjóri, ið handaði
kongaligu gestunum gávur-
nar. Allar gávurnar vóru
føroyskt handverk.
Pløgg og fjallstavur
Margreta Drotning fekk eitt
hvítt sjal, sum Randi Vang
hevur bundið við hond.
Henrik Prinsur fekk ein
fjallstav,
sum
Nigro
Hermansen hevur gjørt.
Sjálvur var Nigro tíverri
ikki til staðar, tí at hann var
á víkingaferð í Íslandi.
Fredrik Krúnprinsur fekk
eina myrka troyggju, sum
kenda
sniðgevaraduoin
Guðrun og Guðrun høvdu
sniðgivið
og
tilevnað.
Troyggjan var gjørd úr
seyðaskinni.
Seinasta gávan var latin
Mary Krúnprinsessu, og
hetta var eitt sett, sum ungi
sniðgevin Inga Maria Vang
úr Havn hevði gjørt. Settið
var morreytt á liti.
Sum áðurnevnt var Nigro
Hermansen ikki við til
gávuhandanina, men allir
hinir sniðgevararnir vóru á
staðnum.
Føroyskt snið til tey kongaligu
Lunda-
bringan
hjá
Heðin
Tað var ein rættuliga
áhugaverdur rættur á
matarlepanum, tá ið
kongaligu gestirnir vóru
til frokost í Müllers
Pakkhúsi. Tveir rættir
vóru á matarlepanum.
Annað var ein diskur,
sum bleiv róptur Müll-
ers diskur, og so ein
rættur, ið æt Müllers
vonbrigða, sum er før-
oyska orðið fyri lunda-
bringa.
Afturvið teimum báð-
um
rættunum
var
borðreitt við kampavíni.
tn
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu
fyri teimum kongaligu – bæði í Vágsbotni
og í Müllers Pakkhúsi
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, í hugnaligum
práti við Mary
Løgmaður og Fríðrikur krúnprinsur lýða á,
meðan borgarstjórin heldur røðu