týsdagur 21. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
25
B36-TB 0-0
TB helt javnleikinum
Hóast B36 hevði
møguleikar, so megn-
aðu teir ikki at skjóta
avgerandi málið. Og í
roynd og veru kundi
TB eisini farið avstað
við øllum, um hepnið
var við teimum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá B36 í øðrum umfarinum
av Formula-deildini vitjaði
á Sevmýri, mundu teir
kenna seg hepnar, at teir
fóru avstað við einum sigri.
TB prógvaði í tí dystinum,
at teir als ikki ætla sær at
vera kanónføði í ár, og sæð
burtur frá knúsandi tapin-
um í Klaksvík, so hevur
hetta eisini staðið við.
Hóast gongdin hjá TB
seinastu dystirnar hevur
verið í tyngra lagi, so hevur
verjuparturin
framvegis
riggað hampuliga væl, og
fáur mundi ivast í, at tað var
hesin, sum dúvast skuldi
uppá sunnudagin, tá vitjað
varð í Gundadali.
Og tað var eisini greitt alt
fyri eitt, at TB fyrst og
fremst vildi binda um heilt.
Teir lótu B36 hava bóltin
nógv, fyri sjálvir at standa
langt afturi á vøllinum í bíð-
anini eftir kontramøguleik-
um. Nakað sum tó ikki
hendi heilt. Einamest tí B36
fyri steðgin alla tíðina sýndi
neyðuga tolið, sum var ney-
ðugt, um teir ikki av skuldu
gerast blankir aftanfyri.
Men tað var tunnligt við
møguleikum. Heimaliðið
megnaði sjáldan at seta
ferðina upp, soleiðis at væl
skipaða TB-verjan kundi
togast sundur, og tá teir
loksins sluppu ígjøgnum í
síðunum, vóru seinastu
sendingarnar als ikki nóg
neyvar.
Tað tóktist tó batna hjá
heimaliðnum eftir steðgin.
Menn tóktust nú taka upp-
gávuna í størri álvara, og
skjótt varð eitt veruligt trýst
fingið í lag móti TB-verj-
uni.
Ikki minst gjørdi tað góð-
an mun, tá Pól Thorsteins-
son varð sendur á vøllin.
Hann megnaði veruliga at
fáa breidd í spælið, og so
líðandi komu møguleikar-
nir eisini.
H e i m a á s ko ð a r a n r i r
mundu sita sum á nálum, tá
bólturin fleiri ferðir dansaði
inni í TB-brotsteiginum,
men mest sum hvørja ferð
kom ein fótur ella kroppur-
in á einum tvøramanni fyri,
soleiðis at einki spurdist
burtur úr royndunum.
Og megnaðu heimamenn-
inir
at
koma
framvið
seinastu verjuleikarunum,
so hevði TB í Predrag
Markovic ein málverja, sum
væl og virðiliga kann geva
starvsfelaganum í hinum
endanum kapping, tá tosast
skal um besta málverjan í
Formula-deildini.
Besta
dømi um hetta gav Predrag,
tá hann í stórum stíli
bjargaði einum stútara frá
Fróða Benjaminsen, sum
annars allur Gundadalur
mundi síggja í meskunum.
Mundu stolið alt
Og móti endanum var eisini
um reppið, at TB fór við
øllum. Langt útspark frá
Predrag endaði onkurs-
vegna við, at tveir TB'arar
vóru mest sum leysir, men
skotið frá Emmanuel Larby
smoygdi sær skeivu megin
stólpan.
Og tað vildi næstan verið
ov nógv av tí góða hjá B36,
um tann bólturin hevði
sitið. Í øllum førum mundu
teir hvítu, sum sunnudagin
spældu í bláu útivallarbún-
unum, kenna seg hava stig-
ini uppiborin, men tað
munar kortini lítið, tá mál
ikki verða skotin.
Tað kostar, tá tú ætlar tær
at vera við frammi í oddin-
um, og nú reyð/svørtu
grannarnir eisini eru farnir
at vinna á útivølli, merkist
stigamissurin eyka væl.
Hjá TB høvdu teir tó alla
orsøk at vera nøgdir. Sjálv-
andi iðraðu teir seg um, at
tað ikki eydnaðist at skora,
tá møguleiki beyðst, men
teir fingu javnleikin, sum
komið var eftir. Og kanska
mest týðandi, so megnaðu
teir nú aftur at halda búrið
reint. Næstu ferð skulu teir
royna seg á heimavølli móti
EB/Streymi, og verður talan
tá um trý stig, hevur liðið
aftur lyft seg nakað væl úr
botninum.
Kappsúkklingin á
Sundalagsstevnuni í
Hósvík var fríggja-
kvøldið
SÚKKLING
tíðindaskriv
Tað var Tórshavnar Súkklu-
felga sum skipaði fyri
kappingini. Kappast varð
bert fyri unglingar og vaks-
in. Eingin barnasúkkling
var, tí mett var at trygdin til
barnasúkkling,
meðan
stevnan var, var ikki nóg
góð.
Start og mál var á lands-
vegnum í Hósvík. Súkklast
skuldi úr Hósvík, eftir
landsvegnum
fram
við
Streymnesi, um Brúnna við
streymin og niðan til
rundkoyringina omanfyri
Norðskála. Har varð vent
og síðan varð súkkla sama
veg aftur til Hósvíkar. Tein-
urin var 23,6 km. langur.
Fyrsti súkklarin byrjaði
klokkan 19:00. Síðan vóru
hinir sendir avstað við 2
minuttum ímillum hvønn.
Vinnari av kappingini
gjørdist tann 20 ára gamli
landsliðssúkklarin
Eli
Christiansen. Hann súkkl-
aði teinin upp á 36 minuttir
og 31 sekund. Hetta er ein
miðalferð upp á 38,77 km
um tíman. Eli er um av
vera í toppformi nú, men
til tíðarsúkkling skal ser-
venjing til. Hana hevur Eli
ikki fingist eins nógv við,
sum hann hevur vant til
langar
teinar,
sprintir,
brekkur o.t. Men álíkavæl
kláraði hann at vinna.
Hjá unglignunum vann
tann 15 ára gamli Torkil
Veyhe úr Havn. Hansara tíð
var 40 minuttir og 23 sek-
und. Miðalferðin hjá Torkil
var 35,6 km um tíman.
Torkil var bert 1 minutt og
24 sekund frá tíðini hjá
einum av landsliðssúkklar-
unum. Tað er ein sera góð
tíð fyri ein 15 ára gamlan.
Av tí at súkkling er ein so
hørð ítróttargrein, skulu
súkklarar vera 18 ár fyri at
vera við á oyggjaleikum.
Men til oyggjaleikirnar
2007 verður Torkil umleið
6 mðr. ov ungur, so vil
súkklufelagið arbeiða fyri,
at hann álíkavæl kann verða
við á landsliðnum tá.
Sjálvandi skal hann kvali-
fisera seg, men mett verður,
at um hann heldur á fram
sum nú, so verður hann
helst ein fongur fyri lands-
liðið og føroyska súkkling.
Tað sá heldur tunnligt út við
málið, tá súkklararnir gjørdu
seg klárar at fara undir
tíðarkoyringina í Hósvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Eli og Torkil bestir á Sundalagsstevnuni
B36-TB 0-0
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen,
Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Alex Dos
Santos - Fróði Benjaminsen, Ingi Højsted (Bogi
Hermansen, 76.), Mikkjal Thomassen (61.: Pól Thor-
steinson), Bergur Midjord - Allan Mørkøre, Okeke
Obele Onyebuchi (Wellington Silva Soares, 55.)
GK: Allan Mørkøre
TB: Predrag Markovic - Birgir Rasmussen,Aca Petr-
ovic,Óli Johannesen,Jón Johannesen - Olivur Abra-
hamsen (Mortan Enni,89.),Alexander Jovevic,Bárð-
ur Dimon,Einar Petersen - Emmanuel Larby (Allan
Poulsen,90.),Hallur Christiansen (Búi Mortensen,
61.)
GK: Predrag Markovic, Aleksandar Jovevic
FAKTA UM DYSTIN
Serliga fyri steðgin gekk
striltið hjá B36-miðvøllinum
at fáa nóg nógva ferð á
spælið
Mynd: Álvur Haraldsen