týsdagur 21. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 115 - 21. juni 2005
Stjørnuskot úr
Runavík
Í fjør var navnið á 17 ára
gamla
Einari
Hansen
neyvan nakað, sum fólk
uttan fyri NSÍ bitu nakað
serligt merki í. Alt í alt
gjørdist talan bara um
tríggjar upptraðkanir á
besta liðnum hjá vespun-
um hetta kappingarárið,
og tó at evnini vóru
hampuliga sjónlig, so var
hetta altso ikki nakað,
sum stórvegis merki varð
bitið í. Í øllum førum ikki
hjá teimum, sum ikki
fylgdu NSÍ heilt nær.
Í ár hevur talan tó verið
um stóra broyting í so
máta. Longu í næsta dyst-
inum í Formula-deildini
varð Sjúrður Jacobsen
skaddur, og so var tørvur
á nýggjum manni at røkta
plássið, sum Sjúrður frí-
sparkssjúttin av Langa-
nesi hevur sitið rimmar
fastur á í skjótt drúgt
áramál.
Og hetta gjørdist møgu-
leikin hjá Einari. Uttan
stórvegis hóvasták spældi
hann seg alt fyri eitt inn í
hitan við støðugt góðum
avrikum, sum annars plaga
at hoyra meira royndum
spælarum til. Og í dag
snýr tosið í Runavík seg
meira um, hvørt Sjúrður
yvir høvur fær plássið
aftur, heldur enn nær hann
verður tøkur aftur.
Sjálvur tykist Einar tó
taka tað heilt róligt. Og í
øllum førum vóru beinin
plantað væl og virðiligani
á jørðini, tá vit fingu orð á
hann eftir dystin á Eiði.
- Eg havi bara roynt at
arbeitt fyri mínum møgu-
leika. Og so havi eg roynt
at tikið av, nú tá hann
kom.
Og nógv hava tosað um,
at tú nú situr væl og
virðiliga á plássinum.
Kennir
tú
tað
eisini
soleiðis sjálvur?
- Tað veit eg ikki. Eg
royni sum sagt at arbeiða
fyri mínum kjansi. Men
eg haldi í øllum førum
ikki, at eg verið settur á
beinkin alt fyri eitt, sum
næsti maðurin er tøkur.
Tá ein ungur spælari
somikið brádliga trínur á
pallin, plagar tosið um
fótbólt
uttan
fyri
landoddarnar eisini at fáa
ferð á. Og soleiðis tykist
tað eisini vera við Einari.
Sjálvur vil hann tó ikki
siga nakað serligt um
hetta. Heldur ikki tá tað
verður spurt beinleiðis,
um tað ikki er nakað um
tosið, tá sagt verður, at tað
ikki er við NSÍ, at hann
skal spæla, tá vit koma út
í juli mánað.
- Tað kann kanska
verða, at eg missi onkrar
dystir tá, men tað fái eg so
ikki sagt nakað um í
løtuni, sigur fryntligi og
næstan smædni unglingin
at enda.
Hvussu er og ikki, so er
einki at ivast í, at verður
talan um lítla fráveru, so er
hendan bara fyribils. Tað
tykist í øllum, sum er
róliga medferðin garantur
fyri,
at
fótbóltsevnini
verða gagnnýtt optimalt,
og verða tey tað, so verður
kanska heldur ikki so øði-
liga leingi, áðrenn lands-
liðsvenjararnir
kunnu
royna at brúka Súna Olsen
longur frammi á vøllinum.
- Eg havi bara roynt at arbeitt fyri mínum møguleika. Og
so havi eg roynt at tikið av, nú tá hann kom, heldur Einar
Hansen um gjøgnumbrotið, sum hann í ár hevur fingið
EB/Streymur hevði
fleiri møguleikar at
lukka dystin móti
NSÍ, men teir tóku
ikki av. Og so máttu
teir rinda prísin, tá
risa-dropp hjá mál-
verjanum kostaði tvey
stig
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Sofus D. Johannesen
Hóast sorgin framhaldandi
hevur fast tak á teimum,
sum spæla við felagsliðn-
um hjá EB/Streymi, so
gongur landskappingin sína
vanligu gongd.
Leygardagin enntá við
einum steypi sum eyka-
vinningi, tá NSÍ kom á
vitjan sum stevnugestir.
Ivasamar umskipanir
Ivaleyst mundu áskoðarar-
nir iðra seg um, at kapp-
róðurin hevði flutt dystin til
kl. 18 á kvøldi. Í øllum før-
um hevði sólin sæð mest
sum allan dagin, men út á
kvøldið
tók
at
regna,
soleiðis at fótbóltslíkindini
versnaðu nakað.
Nakað av vindi var eisini
eftir vøllinum, og fyri
steðgin høvdu vertirnir
hendan í baki. Serliga
fyrstu løtuna høvdu runa-
víkingarnir ilt við at venja
seg við umstøðurnar, men
spakuliga megnaðu teir tó
at byggja nakað av spæli
niðan eftir vøllinum.
Tað vóru tó EB/Streymur,
sum fyri tað mesta royndu
at trýsta. Liðið var nakað
umskipað við Egili á Bø
sum áleypara og einari
miðverju við Andrzej Pacek
og Fróða Clementsen, og til
tíðir var trupult at síggja tað
skilagóða í hesum. Einar
tvær ferðir smoygdi Ike sær
frá Fróða Clementsen, uttan
at hetta tó gav mál av sær,
og hjá Pacek tóktist navna-
brævið í fleiri førum at vera
farið framvið tí, sum van-
liga verður mett galdandi til
fótbólt í fremstu røð.
Og spurningurin tóktist
eisini vera, hvussu skilagott
tað var við Egili heilt
frammi í álopinum. Gaman
í vinnur hann nógvar bóltar
í luftini, men flytingar-
mynstrið var fyri tað nógva
merkt av, at hann í fleiri ár
hevur spælt í verjuni, og tí
spurdist sjáldan nakað burt-
ur úr kropsligu styrkini.
Løtan hjá NSÍ
NSÍ royndi í fleiri førum at
kontra, og teir komu eisini
fram til møguleikar. Ikki
minst kundi Jónstein Peter-
sen skorað, tá hann fangaði
sløsuta afturlegging, men
hann var ikki nóg kaldur í
avgerandi løtuni. Men tað
eydnaðist kortini NSÍ at
koma á odda eftir at eitt av
skjótu
álopunum
gav
hornaspark.Og tey, sum
hava sæð lið hjá Trygva
Mortensen spæla, vita, at
deyðbóltar altíð eru vanda-
miklir.
Tað líktist eisini eini væl
vandari støðu, tá Brynjálv-
ur Nielsen sera neyvt
sparkaði bóltin móti nærm-
asta stólpa, og har var Helgi
L. Petersen hægstur og
stýrdi bóltinum í kassan.
Og eftirfylgjandi hevði
NSÍ sína bestu løtu í øllum
dystinum. Framvegis lótu
teir vertirnar trýsta, men tá
gestirnir so vunnu bóltin,
varð full ferð sett á. Kantar-
nir báðir við Jónstein og
Christian Høgna vórðu
nógv nýttir, men veruligar
opnar kjansir gjørdist talan
tó ikki um.
Hans Pauli í serflokki
Og spakuliga kom EB/-
Streymur eisini fyri seg. Og
ikki minst Hans Pauli
Samuelsen. Er lagið tað
rætta á honum, er hann
einsamallur mest sum allan
atgongupeningin verdur, og
lagið var gott hesaferð. Ikki
minst er tað stuttligt at
síggja, hvussu hann altíð
sleppur sær úr trupulleikum
við driblingum, fintum og
EB/Stre
Dýrir av
Við fingrunum peikandi upp
í loft ognaði Sorin Anghel nú
fyrrverandi liðfelaganum
málið, tá hann skeyt
EB/Streym upp á 2-1