Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 27 Skulu vinna heima- dystir- nar Stríðsmaðurin á miðvøll- inum hjá EB/Streymi, Knút Vesturtún, tóktist hava eina heldur blandaða kenslu av dystinum leyg- ardagin. - Eg haldi, at vit hava hampuliga gott spæl, og vit spæla okkum eisini fram til møguleikarnar. Stóri trupulleikin er, at vit ikki megna at fáa mál burtur úr møguleikum. Tað hevur kanska nakað við vantandi konsentrati- ón at gera, men í øllum førum er tað ein trupul- leiki heldur hann. Men trupulleikar eru til fyri at loysa heldur Knút kortini. Og hóast vant- andi málini, so kundi hann staðfesta, at liðið nú er um at fáa betri tak á spælinum. - Tann parturin koyrir so nógv betri nú, enn hann gjørdi fyrstu dystirnar. Vit detta kanska nakað langt aftur eina løtu í dag, men sum heild, so hevur spælið gingið toluliga væl seinstu dystirnar. Men úrslitini mugu gerast betri. Skulu vit flyta okkum upp á stigatalvuni, so eiga heimadystirnir í øllum førum at geva fulla úrtøku, helt hann. -jm Skulu vit upp eftir á stigatalvuni, so skulu heimadystirnir geva trý stig, heldur Knút Vesturtún vendingum. Ella tá hann við hvørt bara ger tað lætta og sendir betri staddar lið- felagar avstað. Fleiri ferðir vóru runa- víkingar um ein háls, tá hann krúllaðik seg igjøgn- um í síðuni. Ta einu ferðina enntá framvið og millum einar fýra runavíkingar. Tað tóktist tó vera nyttu- leyst við øllum fintunum, tí hóast onkrir møguleikar spurdust burturúr, so megn- aðu liðfelagarnir ikki at umseta hetta til mál. Men tá NSÍ verjan so setti sær fyri at geva Hans Paula eina gávu, var hann skjótur at taka av. Viggo Jo- hansen var ikki nóg av- gjørdur, tá hann skuldi sparka burtur. Hans Pauli streyk avstað við bóltin, og tá skotið so eisini varð av- rættað av seinasta verju- spælaranum, var Jens Martin fullkomuliga seldur. Vakur fagnaður Fyri runavíkingar er einki at ivast í, at tað var sum vátur vøttur, at EB/Streym- ur soleiðis skuldi javnað dygst undan steðginum, og helst vóru teir ikki komnir seg, tá seinni hálvleikur byrjaði. Minutt-vísarin var neyv- an farin runt fyrstu ferð, tá EB/Streymur fekk fríspark í vinstur. Gert sendi innfyri, og tó at talan ikki var um heimsins besta innlegg, so fekk eingin verjuspælari tikið seg saman til at fara eftir bóltinum, og so stóð Sorin Anghel brádliga púr- asta leysur. Og hann nølaði ikki tað minsta, tá hann langaði bóltin framvið Jens Martini. Og tað mundi nerta við øll kring vøllin, tá hann við fingrunum peik- andi beint upp í loft ognaði hann nú farna liðfelaganum málið. Runavíkingarnir tóktust vera í villareið um skjóta málið, og næstu longu løt- una trýstu vertirnir fyri at fáa eitt triðja mál, sum veruliga kundi punktera dystin. Og møguleikar høvdu teir eisini. Men Hans Pauli lobbaði á stólpan, Sonni var púra leysur og skeyt uppum, og tá Sonni eisini slapp leysur eina aðru ferð, skeyt hann í krovið á málverjanum, heldur enn at rulla til ein púrasta blankan Sorin. Fingu rimmar gávu Runavíkingarnir royndu at svara aftur. Ikki minst av beinkinum, haðani spæl- skipanin varð broytt til 3-4- 3. Og við Óla Hansen í álopinum vóru boðini, at bóltar skuldu oysast inn- fyri. Men hetta tóktist tó nyttuleyst. Fyrst og fremst, so vórðu innleggini alt ov fá í tali, og hartil tóktist møguleikin fyri 3-1 máli at vera væl størri enn fyri útjavning. Men gávuhandlarnir á Eiði vóru ikki stongdir enn. Størsta gávan bíðaði til seinast, tá Magnus E. Poulsen fekk óhepnan høv- uðsleiklut. Brynjálvur Nielsen sendi fríspark inn- fyri langt úti í høgru síðu. Vandin tóktist vera millum lítil og eingin, og kanska hevði bólturin enntá bara ferðast út til málspark, um málverjin einki hevði gjørt. Men talan var ikki um meira enn rutinu-uppgávu, tá Magnus við einum stór- um »eg havi« leyp út eftir bóltinum. Men hann alt annað enn hevði. Onkurs- vegna bleiv bólturin kloss- aður inn móti málinum, og tað eydnaðist ikki nú grulv- andi málverjanum at bøta um skaðan. Og var tað heilt illa- vorðið, so fór NSÍ avstað við øllum. Stutt eftir út- javningina fekk Brynjálvur aftur møguleikan við frí- sparki. Hesaferð stutt uttan fyri brotsteigarhornið, men skrúvandi bólturin endaði á stólpanum. Ikki bara málverjin Skal takast samanum, so er einki at ivast í, at gestirnir vóru teir, sum vóru best nøgdir við javnleikin. Verð- ur sæð burtur frá løtuni beint eftir leiðslumálið, so var tað sera sjáldan, at nak- að sum helst glið var á spælinum frameftir vøllin- um. Og soleiðis sum málini hjá vertunum komu, var Trygvi Mortensen neyvan heldur nøgdur um verju- spælið. At tað so kortini eydn- aðist at fáa stig - og næstan trý av slagnum - man vera størsta ljóspunktið hjá NSÍ á degnum. Og so mundi tað ikki gera leygarkvøldið verri, at eitt steyp eisini var við í skjáttuni, eftir at NSÍ vann brotssparkskapping- ina, sum gjørdist neyðug . Leikliga mundu teir hjá heimaliðnum helst vera hampuliga nøgdir um sítt avrik. Sjálvandi mundi Magnus Poulsen vera í kjallaranum eftir sítt mis- tak, men í nógvar mátar kunnu viðleikararnir helst lastast eins nógv. Tí talan var í veruleikanum um eina undirstrikan av tí veruleik- anum, at skorar tú ikki upp á upplagdar møguleikar, so verður tað revsað. Og tað varð tað altso hesaferð. eymur-NSÍ 2-2 (1-1): vbrennarar Tað var at kalla bert í løtunum kring leiðslumálið, at tað veruliga glógvaði í Runavíkingunum EB/Streymur-NSÍ 2-2 (1-1): 0-1: Helgi L. Petersen, 33. 1-1: Hans Pauli Samuelsen, 45. 2-1: Sorin Anghel, 46. 2-2: Brynjálvur Nielsen, 71. Dómari: Petur Reinert. Hevði ikki eina nóg greiða linju gjøgnum dystin. EB/Streymur: Magnus E. Poulsen - Bárður Olsen, Fróði Clementsen, Andrzej Pacek, Gert Hansen - Hans Pauli Samuelsen, Marner Djurhuus, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen (Sonni L. Peter- sen, 68.)- Egil á Bø, Sorin Anghel GK: Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Sorin Anghel NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Viggo Johannesen, Óli Hansen, Einar Hansen (Jústinus Hansen, 64.) - Christian Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen (Dánjal Hansen, 74.), Andy Olsen, Jónstein Petersen - Páll M. Joensen (Bogi Løkin, 84.), Ikechukwu Onyema GK: Brynjólvur Nielsen FAKTA UM DYSTIN