Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast mótstøðuliðið ikki tóktist stinnari enn toppurin í føroyskum fótbólti, so tapti Skála, tí mótstøðumenninir sektaðu mistøkini hjá heimaliðnum INTERTOTO Jóannes Hansen Skálamenn fara hósdagin til Finnlands, har teir sunnudagin skulu spæla returdyst í Intertoto. Lítil ella rættari eingin ivi er um, at leikluturin hjá Skála í fyrstu altjóða royndini ikki verður meiri enn tveir dystir. Hjá skálamonnum gekk tað, sum tað hevur gjørt nógv tær flestu ferðirnar, at føroysk feløg hava roynt seg í altjóða fótbólti. Teir taptu 2-0, og málini vórðu í báðum førum skorað, eftir at skálamenn høvdu gjørt mistøk. Í fyrra førinum mistu heimamenninir í uppspæli mitt á og aftanfyri miðstrik- una. Innskifti Antti Hyn- ynen fekk stungið fram eftir miðásinum, hann fór framvið málverjanum, sum kendi seg noyddan at leypa út og trillaði bóltin í tóma málið. So var torført at ímynda sær, at lív skuldi haldast í dreyminum hjá Skála um at spæla seg í næsta umfarið. Í næsta álopinum var aftur galið, men heimaliðið slapp við skrekkin. Eftir fína diagonalsending úr høgru, gjørdist Henri Scheweleff púra leysur í vinstru. Hann setti framvið málverjanum, men bólturin brast í handaru stólparót- ina. Tampere helt fram eina løtu afturat við leikferðini, sum teir eftir steðgin høvdu sett eitt sindur upp, og mið- skeiðis í 2.hálvleiki hvarv spenningurin. Eftir langa framlegging úr høgru og eitt sindur til vinstru í brotsteiginum varð stútaði upp á tvørs, og har var Antti Hynynen púra leysur, tá ið hann skumpaði bóltin síð- sta meturin inn um strik- una. Harvið varð innskifti níggjarin stóri maðurin. Hann var beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin fyri Velibor Kupunovic. Fyrr- verandi VB toppskjúttin var í 1. hálvleiki miðframherji, men tað var stórur munur á úrtøkuni hjá honum og so henni, sum tann hjá avloys- aranum. Ov lítil tyngd Uppbakninginum hjá Skála bilti einki. Stórur partur av fólkinum vestaru megin fjørðin vóru á Svanga- skarði, og tey stuðlaðu sín- um væl og virðiliga. Á vøllinum vóru heima- menninir púra nervaleysir. Hugburðurin var góður, og teir løgdu tað í, sum teir orkaðu. Í 1. hálvleiki var tað nóg mikið til at geva gestunum dygga mótstøðu. Pauli G. Hansen og serliga Nenad, sum saman við Iulian Florescu var tann á heimaliðnum, sum hevði best tak á, myndaðu ikki so lítið av samanhangandi spæli. Í álopsspælinum var tyngdin ov lítil á síðsta fjórðinginum á vøllinum, men Skála megnaði at halda mótstøðumonnunum burturi frá møguleikum. Skálamenn høvdu ikki sjálvir so nógvar møgu- leikar. Tað vil við øðrum orðum siga, at í 1. hálvleiki vóru rættuliga fáir møgu- leikar. Skála hevði tvey hornaspørk, og mótstøðu- menninir høvdu einki. Finska liðið tóktist ikki hvat bóltførleika og taktisk- ari tilvitan at vera nakað stinnari enn Skála. Men sum 2. hálvleikur leið, og teir høvdu fingið tvey mál, so kundi tað sæð út til, at teir vóru kropsliga sterkari og meiri kendir við at spæla tættar uppgerðir á grasi. Einasti rætti møguleikin hjá Skála var, tá ið innskifti Sveinur Justinussen fýra minuttir undan leikloki og eftir innlegg úr vinstru úr 15 metrum smekkaði til, men bólturin fór omanfyri málið. Søgan Skálamenn gera væl í at fokusera á stóru avbjóðing- ina í Gundadali í annað- kvøld. Hósdagin fara teir til Finnlands, har teir skulu spæla sunnudagin. Hug- burðurin hjá skálamonnum tykist góður, og tað er at vóna, at teir fara at megna betri avrik og úrslit, enn føroysk feløg áður hava megnað í Finnlandi. Eftirrákin av leygar- kvøldinum á Svangaskarði er tann, at tað verður ikki ofta, at fyritreytirnar at fáa stig og kanska at vinna verða betri, enn tær vóru tá ið ikki serliga sannførandi finska liðið vitjaði Skála. Í hesum var søgan, sum hon hevur verið tey trettan undanfarnu árini, sum føroysk feløg hava luttikið í europeisku kappingunum. 28 Nr. 115 - 21. juni 2005 Skála-Tampere United 0-2 (0-0) Leygardagin 18. juni kl. 18.00 á Svangaskarði 0-1: Antti Hynynen 58. 0-2: Antti Hynynen 68. Dómaratrio úr Hvítarusslandi: Aleh Chykun, Vasil Kalinouski og Siarhey Zhuk 4. dómari: Páll Augustinussen UEFA-eygleiðari úr Skotlandi: John McBeth 400 áskoðarar Skála: 1. Vlada Filipovic - 6. Pætur Dam Jacobsen (2. Bárður Danielsen, 62.), 5. Rúni Rasmussen, 11. Milic Curcic,14.Iulian Florescu (22.Arnhold Berg,77.) - 8.Bjarni Jørgensen, 7. Nenad Stankovic, 16. Pauli G. Hansen, liðformaður (15. Sveinur Justinussen, 80.), 9. Hanus Thorleifsson - 10. Jónhard Frederiksberg, 17. Bogi Gregersen Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:12.Eugen Voda,3. Jenel Cristian Gorgonaru, 4. Jóhannus Mikkelsen, 19. Rói Jacobsen Gult kort: Hanus Thorleifsson 13. Venjari: Johan Nielsen Hjálparvenjari: Pauli Poulsen Liðleiðarar: Heine Mikkelsen, Don Joensen og Volmar Poulsen Fysioterapeutur: Louisa Ellendersen Tampere United: 1. Mikko Kaven, liðformaður - 6. Jussi Kuoppala, 14. Jarkko Wiss, 16. Kari Sainio, 15. Petri Heinanen - 19. Heikki Aho, 7. Jussi Kujala, 13. Sakari Saarinen - 8. Mika Lahtinen (18. Toni Junnila, 58.), 10. Velibor Kupunovic (9. Antti Hynynen, 46.), 20. Henri Scheweleff (5. Antti Ojanpera, 88.) Ábeinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Mika Hilander, 23. Mikko-Ville Hyyhonen Gult kort: Kari Sainio 54. FAKTA UM DYSTIN Skála-Tampere United 0-2 (0-0): Sama søga hjá Skála Hugburðurin hjá Skála var góður, og teir løgdu tað í dystin, sum teir megnaðu Mynd: Bárður Lydersen