týsdagur 21. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
29
Trygt, effektivt og
uttan stórvegis
dikkedarir fór HB úr
Sarpisgerði við øllum
stigunum
sunnudagin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir tríggjar sigrar á rað
tóktust gøtumenn av álvara
at hava fingið luft undir
veingirnar, tá teir sunnu-
dagin tóku ímóti meistar-
unum úr HB. Ein uppgerð,
sum fyri fáum árum síðani
varð roknaður sum tann
kanska størsta í føroyskum
fótbólti, men sum seinnu
árini hevur mist nakað av
glansinum, nú GÍ ikki
longur er sami maktfaktor-
urin, sum teir vóru.
At GÍ so í tilsvarandi
dystinum í Gundadali tíð-
liga í ár spældi sín helst
vánaligasta dyst á árinum,
mundi bara vera enn ein
motivationsfaktorur
hjá
gøtumonnunum, sum við
enn einum sigri kundu lyfta
seg væl og virðiliga úr
botninum, samstundis sum
tað ivaleyst vildi smakkað
væl, um teir høvdu megna
at vunnið HB eina neisu.
Avgjørdu undan
steðginum
Fyrstu løtuna tóktist hetta
heldur ikki vera heilt ógjør-
ligt. Gøtumenninir byrjaðu
í eini varnari 4-5-1, har ser-
liga Súni Olsen og Magni
Jarnskor skuldu royna at
stuðla upp undir Símun
Louis Jacobsen, sum Krzy-
stof Popczynski hevði sett
fram um seg sjálvan, tá ein-
samallir áleyparin skuldi
veljast.
Serstakliga tóktist Magni
vera væl upplagdur, sum
hann gekk og spreiddi
spælið, meðan Súni í sínum
lag einar tvær ferðir hótti
við at leggja alla HB-
verjuna aftur um seg.
So líðani fekk HB tó
fatur um endan. Við út-
gangsstøði í væl vanda 4-4-
2 konseptinum fingu teir
fyrst og fremst fatur á mið-
vøllinum, har Kári Nielsen
og Rúni Nolsøe fingu fatur
á nógvum, og so varð spælt
bæði breitt og djúpt niðan-
eftir. Ikki minst í høgra
borði, har Jákup á Borg
tóktist vera væl upplagdur.
Men tað gekk tó striltið at
fáa hol á. Tvær ferðir hevði
Hans á Lag góðan møgu-
leika, men fyrru ferðina
rakk hann ikki innlegg-
inum, og seinnu ferðina
varð talan um forkølað
skot, eftir flott bandaspæl,
sum sendi hann leysan í-
gjøgnum.
Tað tóktist bara vera ein
spurningur um tíð, áðrenn
HB skuldi fáa hol á, og
seinastu tíggju minuttirnar
undan steðginum avgjørdu
teir dystin. Jákup á Borg
egndi væl og virðiliga eftir
einum frísparki stutt uttan
fyri brotsteigin, og so kundi
Rasmus Nolsøe fara at
rigga kanónina til. Úr 20
metrum skeyt hann eitt hart
og skrúvandi skot, sum
smoygdi sær upp um múrin
og niður í nærmara horni,
uttan at Marcin Dawid
hevði nakran sum helst
møguleika at verja fyri.
Og dygst undan steðg-
inum bleiv tað so 2-0. HB
spælið koyrdi skjótt og væl
hesa løtuna, og uppspælið
til málið var eisini av tí
vakra slagnum. Jákup á
Borg sendi sera hegnisliga
djúpt til Tór-Ingar Aksel-
sen. Bólturin var kanska
trupult at arbeiða við, men
vágamaðurin fekk kortini
toygt seg fram og hegnis-
liga fekk hann prikað bóltin
fram við Marcin og í málið.
Meistaraspæl
Við stigunum at kalla í
posanum, kundu gestirnir
taka tað nakað róligari eftir
steðgin, har spælið ikki
longur var heilt so máls-
økið.
Ein lítlan hvøkk fingu
teir beint eftir steðgin, tá
ein stútari frá Súna Olsen
noyddi Bárður at fremja
eina meistarliga bjarging,
men annars var tað sera
lítið, sum HB-málverjin
hevði at gera. Meira verju-
kenda HB-spælið viðførdi
tó, at nakrar vandastøður
íkomu, men í hesum høvdu
vertirnir ikki teir so væl
kendu marginalarnar við
sær, og so varð antin skotið
við síðuna av ella slettis
ikki.
Og hinvegin, so kundi
HB væl punkterað dystin
fullkomuliga við onkrum
máli afturat. Meðan gøtu-
menn royndu at flyta fólk
niðan, kontraðu gestirnir
fleiri ferðir sera væl, og
bara ósketni forðaði teim-
um í, at sigurin gjørdist enn
tryggari. Tað kunnu teir
sjálvandi iðra seg um, men
hinvegin, so var eisini nógv
at frøst um hjá HB. Til tíðir
høvdu teir veruligt meist-
araspæl frammi sunnu-
dagin, har bólturin við
nógvari ferð varð koyrdur
runt á vøllinum, og megna
teir at halda fast í hesum, so
er oddasessurin kanska var-
andi.
GÍ man hinvegin ásanna,
at trøini ikki vuksu upp í
himmalin á hesum sinni.
Verður sæð burtur frá fyrsta
lítla korterinum, so var
heldur ikki nógv, sum bendi
á, hví teir skulu klintra so
nógv longur upp á talvuni.
Men tað man tó ikki líkjast
teimum at fella í fátt, bara tí
ein dystur er taptur. Vanliga
plagar GÍ at spæla til
seinasta bríksli í seinasta
dystinum á árinum, og
soleiðis verður helst eisini
hesaferð.
Rasmus Nolsøe hevur júst latið kanónina av, og fjórða
frísparksmál hansara í ár er veruleiki
Mynd: www.hb.fo
Mynd: Rasmus
GÍ–HB 0-2 (0-2)
0-1: Rasmus Nolsøe, 34.
0-2 Tór-Ingar Akselsen, 43.
Dómari: Birgir Sondum. Hevði fyri tað mesta gott tak á,
men í tveimum førum kundi talan væl havt verið
beinleiðis reytt kort fyri vitleysar tacklingar aftanífrá.
GÍ: Marcin Dawid – Jónreid Dalheim, Robert Rzeczycki,
Atli Gregersen, Bjarni Justinussen –Áslakur R. Petersen
(70.: Poul Arni Jacobsen), Sam Jacobsen (Krzysztof
Popczynski, 52.), Súni Olsen, Magni Jarnskor (Sámal
Joensen, 65.), Hanus Jacobsen – Símun Louis Jacobsen
GK: Áslakur R. Petersen, Atli Gregersen, Súni Olsen
HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jóhannis
Joensen, Rasmus Nolsøe (Svend Jacobsen, 72.), Janus
Joensen – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Tór-
Ingar Akselsen (Emil L. Nolsøe, 79.) – Hans á Lag, Rókur
Jespersen (Bárður Mortansson, 62.)
GK: Jákup á Borg, Hans á Lag, Kári Nielsen.
FAKTA UM DYSTIN
GÍ-HB 0-2 (0-2):
Tryggir meistarar