týsdagur 21. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 115 - 21. juni 2005
Við sigrinum á ÍF
hevur VB nærum
fingið samband upp
um strikuna aftur.
Men seinasta løtan
gjørdist nakað nógv
meira spennandi, enn
vágbingar brýggjaðu
seg um
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í 12 teimum fyrstu lands-
kappingardystunum høvdu
vágbingar bara skotið seks
mál. Tað var kanska mest
sjónligi trupulleikin hjá
liðnum, sum nú á stóra
føðingardagsárinum hevur
havt tað óvanliga trupult í
bestu deildini.
Til tíðir hevur spælið
verið hampuliga gott, men
fátæka málskjótingin hevur
sjálvandi gjørt tað trupult
at vinna dystir. Og so hev-
ur tað verið tann so væl-
kendi luturin á einum
botnliði, tá persónlig mis-
tøk ferð eftir ferð hava
kostað mál í hinum enda-
num.
Tí hevði VB knvín á
barkanum undan uppgerð-
ini móti ÍF. Ein uppgerð,
sum skuldi vinnast fyri ein
og hvønn prís, um
hugsingur skuldi vera um
at ota seg upp móti
kritisku strikuni. Og sam-
stundis kendu vágbingar
tað helst so, at teir høvdu
nakað at hevna, eftir at ÍF
tvær ferðir í ár var farið úr
Vági við teprum 1-0 sigri í
viðførinum.
Mest sum málveitsla
Ofta verður tikið til, at eitt
venjaraskifti kann geva
spælarunum neyðugu luft-
ina, sum skal til fyri at
venda truplum støðum. Og
í øllum førum tóktist
Dragan Kovacevic púrasta
sannfødur um sálarliga
týdningin, sum broytingar
kundu hava við sær. Við
einum nakað umskipaðum
liði sendi hann sínar spæl-
arar á vøllin. Mortan úr
Hørg var fluttur av bakkin-
um inn í miðverjuna. Dan
Djurhuus varð tikin aftur á
miðvøllin, og á einsamalla
álopssessinum varð Nenad
Zivanovic settur, eftir at
hann fyri tað mesta hevur
stríðst á miðvøllinum.
Og í øllum førum tóktist
spælararnir eisini uppsettir.
Teir vunnu flestu nærdyst-
irnar, og fyri tað nógva
varð eisini spælt beinleiðis,
soleiðis at veruligir møgu-
leikar spurdust burturúr.
Men kortini mundu
heimaáskðararnir kenna
seg ikki heilt álvuligar við
støðuna. Mál komu fram-
vegis ikki, og tá Dan Djur-
huus so eisini misnýtti
brotsspark, kundu suffini
nærum hoyrast um alla
bygdina.
Men spælararnir mistu
ikki mótið. Teir hildu á við
at trýsta, og tá VB so lok-
sins kom ígongd, var tað
ikki við mýkindum. Í 13.
dystinum skoraðu vágbing-
arnir trý mál, eftir at fyrstu
12 dystirnir bara góvu seks
mál, so einki er at siga til,
um lagið í skiftirúminum
var batnað nakað eftir
dystin.
Og í øllum trimum
førum var tað í vinstru, at
uppspælið gekk fyri seg.
Símun Samuelsen átti
fyrsta málið, tá hann breyt
ígjøgnum, áðrenn hann
legði út frá til Milan
Kuljic, sum langaði bóltin
í kassan. Løtu seinni var
tað Dan, sum var arkitekt-
urin, tá hann nýtti somu
uppskrift at spæla Milan
leysan, og at enda vóru tað
so Símun og Dan, sum
tóku sær av uppleggi og
málskjóting.
Mundu mist alt
Við 3-0 á talvuni og bara
góðum korteri eftir at
spæla, mundi eingin ivast
í, at hart tiltrongdi sigurin
nú var heima. Og ivaleyst
hildu spælararnir hjá VB
eisini sjálvir, at so var. Teir
høvdu bara gloymt, at ÍF
ikki hevði givið skarvin
yvir, og tí gjørdist seiansta
løtan nakað nógv meira
spent, enn vágbingarnir
høvdu ætlað.
Teir minkaðu um munin,
tá VB-verjan snorksvav,
soleiðis at Sylla brádliga
gjørdist púra leysur, og so
satsaðu fuglfirðingar alt.
Teir minkaðu niður í 2-3,
tá Bartal stútaði frísparks-
innlegg, sum í fyrstu at-
løgu varð bjargað, men har
Hanus Eliasen í eftirfylgja-
ndi trunkaspælinum fekk
sent í kassan.
Fleiri mál komu ikki,
men tað var ikki tí, at ein-
gir møguleikar vóru. ÍF
trýsti av øllum alvi, og
fleiri ferðir dansaði bóltur-
in í VB-brotsteiginum. Ikki
minst tóktist tað merkja
VB, tá Milan Kulic varð
rikin av vølli fyri nýtslu av
álboganum í loftdyst. Og í
øllum førum vóru vág-
bingarnir ikki nøgdir um
tíðina, sum dómarin legði
afturat eftir hetta.
Hinvegin gav satsingin
hjá ÍF eisini møguleikar til
VB, men hóast teir fleiri
ferðir vóru mest sum
blankir ígjøgnum, so fingu
teir ikki lukkað dystin.
Men tá alt kom til alt, so
mundu vágbingarnir ikki
leggja stórt í hetta. Teir
fingu tey trý stigini, ið
undan dystinum vórðu
mett.
Einki er at siga til, um
veteranurin
hjá
VB,
Bjarni Johansen, var
fegin, nú tað eydnaðist
VB at fáa fulla úrtøku.
- Hetta eru aðrir dagar.
Vit skoraðu enntá trý
mál, og tað er í øllum
førum meira, enn vit
hava gjørt í nøkrum
dysti í ár, helt hann.
- Eg haldi eisini, at vit
vóru øðiliga tendraðir.
Vit vildu vísa, at hesa
ferð skuldu vit hava øll
stigini, og sum heilt
gekst tað eisini heilt væl.
Vit komu eisini fram til
onkrar møguleikar, men
fyri steðgin tóktist tað
kortini vera sama søgan
um, at vit ikki skora.
Og tit misnýttu eisini
brotsspark, sum Dan
Djurhuus brendi. Fóru
nakrir tankar ikki ígongd
hjá tykkum tá?
- Jú. Tað gjørdu tað.
Men tíbetur megnaðu vit
allir - og ikki minst Dan
- at koma væl aftur í
dystin, helt Bjarni.
- Móti endanum sovna
vit kanska nakað, men
tíbetur
eydnaðist
at
halda tørn, soleiðis at
stigini vórðu fingin til
høldar.
-jm
VB-ÍF 3-2 (0-0):
Bjargingarlína til VB
Loksins eydnaðist vágbingum at fáa trý stig til høldar. Og nú eru tvey stig upp til næstu liðini
Mynd: Áki Bertholdsen
VB-ÍF 3-2 (0-0)
1-0: Milan Kuljic, 49.
2-0: Milan Kuljic, 74.
3-0: Dan Djurhuus, 77.
3-1: Sylla D. Amed, 80
3-2: Poul Ennigarð, 83.
Dómari: Lassin Isaksen
VB: Bjarni Johansen - Súni úr Hørg, Mortan úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup Olsen - Dan Djurhuus, Pól N.
Poulsen (Jón K. Poulsen, 77.), Milan Kulic, Edvard Ble,
Símun Samuelsen- Nenad Zivanovic
GK: Nenad Zivanovic, Poul N. Poulsen, Milan Kuljic
RK: Milan Kuljic
ÍF: Allan Joensen - Áki L. Petersen (Atli Petersen, 73.), Pól
Ennigarð, Bartal Eliasen, Rúni Elttør - Hanus Eliasen,
Eyðolvur Petersen, Símun Eliasen, Høgni Madsen- Sylla
D. Amed, Magni á Lakjuni
GK: Rúni Elttør, Eyðolvur Petersen
FAKTA UM DYSTIN
SVIMJING
tíðindaskriv
Oyggjaleikalandsliðið
møtist í Havn til venjing
komandi vikuskiftið
Nú fer at nærkast at
Oyggjaleikirnir verða,
so síðstu fyrireikingar-
nar eru farnar ígongd.
Svimjararnir møtast
fríggjakvøldið 24juni kl
20, og verða tríggjar
venjingar.
Svimjararnir ið skullu
við til Hetland eru :
Shaila millum Garðar-
nar, Jutta Thomsen, Sára
Ejdesgaard allar úr TS,
Lisbeth L.Joensen og
Andrass Thomsen úr
HS, Beinir Danielsen úr
Flot, Jákup Øssursson,
Karina Petersen, Elspa
Mørkøre, Kári Jóanesar-
son á Høvdanum øll úr
FS, Kristian Olsen , Nat-
alia Reinhardt úr Ægir.
Venjarar eru Petur
Heðin á Fløtti og Søren
Olsen.
Oyl-landsliðið
úttikið
Aðrir dagar
Magni á Lakjuni hjá ÍF
helt eftir dystin sunnu-
dagin, at tað nú álvara er
farið at sansa at hjá
teimum. Og hann ásann-
aði eisini, at avrikið
sunnudagin ikki var nóg
gott.
- Eg haldi, at vit vóru
uppsettir, men tað rakti
ikki ordiliga á rætta
lagið. Og hinvegin var
hetta klárt tað besta, sum
VB hevur spælt móti
okkum. Sjálvandi hava
vit nakrar møguleikar
móti
endanum,
men
samanlagt var sigurin
hjá teimum í lagi, helt
Magni á Lakjuni eftir
dystin
Og
eftir
frálíku
byrjanina er tað nú av á-
vara um at gerast kritiskt
hjá tykkum á stiga-
talvuni?
- Ja, tað er um at verða
seinasta útkall, um vit
skulu upp úr botninum.
Og so kann tað gera tað
sama, um tað er B36 ella
onkur annar, sum kemur
á vitjan komandi viku-
skiftið. Tað skulu aðrir
bollar á suppuna, og
fyrst og fremst, so mugu
vit koma fram til fleiri
møguleikar. Stóri trupul-
leikin er, at vit skapa ov
lítið, og tað má og skal
betrast, helt Magni á
Lakjuni.
-jm
Seinasta
útkall