Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 21. juni 2005 31 Talan gjørdist um taktist spæl, tá Gutt- orm Sørensen og Sam Vang dystaðust um oddasessin í Grand- Prix renningini í Hósvík RENNING Heri Ziska Hesaferð var runnið 15 km hjá monnum og kvinnum. Hjá monnunum gjørdist tað skjótt ein kapping millum oyggjaleikaluttakarnar Guttorm Sørensen (Treysti) og Sam Vang (Bragdið). Henda kapping gjørdist rættuliga taktisk har teir skiftust at seta tempo. Gutt- orm royndi at halda eitt høgt tempo, tá hann førdi, fyri at fáa Sam at sleppa, meðan Sam lækkaði tempo, fyri síðan at seta smærri spurtir inn, fyri at fáa Gutt- orm at sleppa. Hvørgin vildi tó gevast, og tí varð alt avgjørt á síðstu 100 metru- num, tá Sam vísti seg sum tann sterkari og kom á mál 4 sekund frammanfyri Guttorm við Cecil Weihe (Bragdið) á triðja plassin- um - hálvan annan minnutt seinni. Í samlaðu kapping- ini er Sam á odda (148 stig) við Guttorm á øðrum pláss- inum (134 stig). Hjá kvinnunum var tað Sigrid Sivertsen (Treysti) sum vann frammanfyri Brynhild Absalonsen (Bragdið). Sigrid er nú við at leggja seg út í dystin um samlaða Grand Prix kapp- ingina við 114 stigum. Brynhild hevur á fyrsta plássinum 148 stig. Um ein tekur við at fimm av seks kappingum telja við so er á- javnt í kappingini um sam- laða sigurin millum Bryn- hild og Sigrid. Hjá mannligu veteranun- um var Jósvein Herup Olsen (Bragdið) tann stinn- ari hesaferð, meðan Pól Sundskarð (Treysti), ið vann tey trý fyrstu umfør- ini, endaði heilt afturi á 5 plássinum. Hetta gerð at spenningur er við at koma í aftur hendan bólkin har Pól hevur 143 stig meðan Jós- vein á øðrum plássinum hevur 138 stig. Hjá gentum yngri enn 7 ár vann Durita Hummeland úr Hvalvík frammanfyri Paulinu Fuglø (Treysti), men av tí at Durita ikki er limur í felag innanfyri FÍF so er hon ikki við í grand prix kappingini. Sostatt hevur Paulina longur tryggja sær samlaða sigurin í hesum bólkinum. Hjá dreingjum yngri enn 7 ár vann Ari Olsen (Roysnið) enn eina ferð og er tað tíð við at koma spenningur í hendan bólkin har Ari og Julian Gregersen (Treysti) báðir standa við tveimum sigrum í part. Fýra umførð telja við í yngru bólkunum og tí er tað tann av hesum báðum sum klárar seg best í seinastu tveimum umførðunum sum vantandi ferð við samlaða sigrinum. Sølvi Egilsson (Frælsi) vann sín triðja sigur hjá dreingjum 10 ár og yngri. Fjórða kappingin hjá hon- um gav honum eitt annað pláss og tað skal tí vilja illa við um hann ikki ferð við samlaða sigrinum. Barbara Debes Eiriksfoss vann sín triðja sigur á rað hjá gentum 10 ár og yngri. Henni tørvar einans ein sigur í at gerast samlaður vinnari í hesum bólkinum, har einans Bjørk Reyna- garð Svabo kann takað samlaða sigurin frá henni. Kravið er tó at Bjørk vinnur tær kappingar í eftir eru. Í eldru bólkunum eru longu avgjørt hvør í er vinnari í samlaðu kapping- ini við tað at Eli Falkvard (Frælsi) í bólkinum dreing- ir 13 ár og yngir, Rebekka Fuglø (Treysti) í bólkinum gentir 13 ár og yngri, Jan Elmar Sørensen (Treysti) í bólkinum dreingir 17 ár og yngir og Bjørk Herup Olsen (Bragdið) í bólkinum gentur 17 ár og yngir hava vunnið allar fýra kapping- arnar í sínum bólki higartil. Bragdið skipaði fyri, at ein útlendskur venjari í spjót- kast kom til Føroyar at leggja lag á í mai í ár. Hetta var rættiliga inspirerandi, og nú eru so úrslitini so smátt farin at vísa seg. Besta úrslit innan spjótkast stóð Rógvi Højgaard (Bragdið) fyri í farnu viku, tá hann kastaði spjótið út á 50,29 m. hetta var persón- ligt met við meir enn tveimum metrum. Rógvi er nú tann føryingur sum hev- ur kasta spjóti næst longst. Einans Heini H. Joensen hevur kastað spjótið longur. Hetta gjørdi Heini, tá hann í finaluni á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003 kastaði spjótið 54,42 m. Randi Kúrberg hevði enn eina stabila kapping tá hon kastaði spjótið 31,02 m. Hetta er einans 34 cm frá hennara føroyska metið. -hz Tað eru 37 ár síðani, at fyrsti maður rann 100 m skjótari enn 10 sekund. Síðan eru tíggju heimsmet sett. Tað seinasta av hesum var, tá Powell í farnu viku rann teinin uppá 9,77 sekund. Hetta er ein hundrada part skjótari enn Tim Montgomery rann teinin, tá hann í september 2002 sett gamla metið. Powell segði við BBS sport, at venjarin hjá hon- um var illur eftir kapping- ina, tí hann gjørdi ein feil móti endanum, sum gjørdi, at tíðin ikki bleiv enn betur. Ikki kann sigast annað enn at Powell hevur ein krevja- ndi venjara. Asafa Powell gjørdist, longu áðrenn hann setti heimsmet, nummar eitt á styrkilistanum hjá monn- unum. Heimsmetið ger tað sostatt meira torfórt hjá hinum monnunum at takað hann aftur í kappingini um at gerast heimsin besti frælsi ítróttarmaður. -hz Sam vann spurtin Í sjálvum endaspurtinum eydnaðíst Sam Vang at leggja Guttorm Sørensen aftur um seg Mynd: Álvur Haraldsen Heimsmet á 100 metra teininum Kast Rógvi Højgaard setti persónligt met, tá hann kastaði spjótið út á 50,29 metrar. Hetta er meira enn tveir metrar betri enn gamla met hansara Hóðast frælsur ítróttur er ein einstaklinga ítróttur, so eru tað eisini liðkappingar. Og tann ultimativa heiðurin eitt lið kann vinna, er tá landsliðið vinnur World Cup. Fyrsta stig á hesari leið fyri Europeisk lið er at vinna Europa Cup sum er at roknað sum europa- meistara heitið. Kappingin í Europa Cup er skipað í deildir, har kappingin i lægru deildun- um er um flyta upp í bestu deild, meðan vinnarnir í bestu deildini sleppa við til "World Cup". Kappingin gongur fyri seg á tann hátt, at hvørt land hevur ein lut- takara í hvørjari grein inn- an frælsa ítróttin. So verða stig givin, soleiðis at eitt fyrsta pláss gevur 8 stig, annað pláss 7 osf inntil nummar átta og aftast fær 1 stig. Tá allar kappingarnar eru lidnar, verður talt sam- an, og tað landi sum hevur flest stig er vinnari. Í ár gjørdist Tyskland enn eina ferð vinnari í dystinum um at gerast Europameist- ari hjá monnum við 113 stigum. Frakland gjørdist nummar tvey við 104 stig- um meðan Italia gjørdist nummar trý við 98 stigum. Stóra Bretland endað við 70 stigum á næst aftasta plássi og noyðist tí fyri fyrstu ferð í søguni tað tungu gongd niður í næst bestu deildina. Hjá kvinnunum var tað enn eina ferð Russland, sum gjørdist vinnari. Tað er einans hent tvær ferðir síðan 1993 at onnur lond enn Russland hava vunnið hesa kapping hjá kvinnun- um. Russland fekk 131,5 stig við Polandi á øðrum plássi við 94 stigum. Týsk- landið gjørdist nummar trý við 93 stigum. -hz Europa Cup