týsdagur 21. juni 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 115 - 21. juni 2005
Michelin kundi ikki
tryggja, at dekkini
sum framleiðarin
hevði framleitt til
koyringina í
Indianapolis fóru at
halda í 60 umferðir, tí
vildu Michelin koyr-
ararnir ikki koyra,
uttan so at breytin
varð broytt.
NIELS UNI DAM
nielsuni@sosialurin.fo
Allir bilarnir byrjaðu upp-
hitingarumferðina til for-
mel 1 koyringina í Indian-
apolis, men einans 6 bilar
fóru um byrjunarstrikuna
eina umferð seinni. Formel
1 koyringin í USA hetta
vikuskiftið
gjørdist
alt
annað enn vanlig. Allir 14
bilar, sum koyrdu við
Michelin dekkum, boy-
kottaðu koyringina. Liðini
mettu ikki, at tað var trygt
koyra á breytini.
Forsøgan til boykottið
hendi fyri einum ári síðan í
formel 1 koyringini í
Indianapolis. Tá breyt Ralf
Schumacher ryggin í einum
óhappi, skaðin helt týskar-
anum úr Formel 1 í tríggjar
mánaðar.
Fríggjadagin
rendi hann á sama vegg,
hesuferð varð hann tó ikki
skaddur. Men Formel 1
koyring í USA kann hava
fingið sín mønusting. Ors-
økin til at yngri Schu-
macher beiggin rendi á
fríggjadagin, var ein punkt-
ering í aftara vinstra dekki.
Aftan á óhappið, boðaði
Michelin frá, at dekkfram-
leiðarin ikki kundi tryggja
teimum 14 bilunum, sum
brúktu Michelin, at dekkini
fóru at halda til at koyra 60
umferðir á Indianapolis-
breytini, um ferðin í svingi
13 ikki var lækkað.
Michelin liðini kravdu at
svingið har óhappið hendi
varð umbygt, annars lut-
tóku liðini ikki. Men fyri-
skipararnir
noktaðu
at
broyta breytina, hetta var
ikki ein møguleiki søgdu
teir. Teir vístu á at liðini
kundu antin koyra spaku-
ligari gjøgnum svingið, ella
skifta dekk í koyringini,
hetta gevur sjálvandi tíðars-
revsing, men um liðini
vildu gera hetta av trygdar-
ávum, so var tað í lagi.
Avleiðingin varð, at ein-
ans bilarnir við Bridge-
stone
dekkum
Ferrari,
Jordan-Toyota og Minardi-
Cosworth byrjaðu koyr-
ingina.
Michael
Schu-
macher var í fyrstu byrj-
unarstøðu, Rubens Barri-
chello á nummar tvey,
Jordan-Toyota bilarnir við
Narain Karthikeyan og
Tiago Monteiro i aðru og
triðju støðu og í Minardi-
Cosworth Christijan Albers
og
Patrick
Friesacher
nummar fimm og seks.
Koyringin var rættuliga
ódramatisk, Michael Schu-
macher byrjaði bestur og
var fremstur, inntil hann
rendi á eina fløsku, sum ein
illur áskoðari hevði kastað
á breytina. Hann punkt-
eraði og noyddist í pit.
Hetta
gav
Barrichello
fyrsta pláss inntil næsta pit-
stop, tá teir báðir Ferrari
koyrararnir mundu koyrt
hvønn annan av breytini,
Barrichello endaði uttan-
fyri breytina og misti fyrsta
pláss. Hann megnaði tó at
fáa bilin inn aftur á breytina
og endaði 1,5 sekund aftan-
fyri liðfelagan.
Aftanfyri teir endaðu
Jordan bilarnir eitt umfarð
aftanfyri, og Minardi tvey
umfør
aftanfyri.
Tiago
Monteiro fekk triðja pláss
og steyp.
Áskoðararnir
vóru
í
øðini, og umframt at kasta
ting á breytina, rýmdu
stórir partar av áskoðar-
unum. Formel 1 hevur ikki
havt tað lætt í USA. Nascar,
Champcar og Indycar eru
amerikanskar
kappingar
sum eiga størsta partin av
armerikanska
marknað-
inum, og formel 1 hevur
ikki veruliga vunnið heilt
nógvar hyggjarar, og eingin
ivi er um, at hetta sum
hendi sunnudagin fer at
skaða umdømið hjá Formel
1 illa.
Tað var annars Jarno
Trulli, sum hevði fingið
skjótastu umferðina í tíðar-
koyringini leygardagin, og
sostatt fyri fyrstu ferð hevði
givið Toyota fyrstu byrj-
unarstøðu.
Við
Kimi
Raikkonen í aðru støðu,
Jenson Button triðju og
Giancarlo
Fisichella
í
fjórðu.
Michael
Schu-
macher megnaði bert fimtu
skjótastu tíðina, tvey pláss
frammanfyri Rubens Barri-
chello.
Við
sigrinum
flutti
Michael Schumacher seg
upp á triðja pláss í kapp-
ingini um heimsmeistara-
heitið. Eisini fingu bæði
Minardi og Jordan fyrstu
stigini í ár, og nú liggur
BAR-Honda einsamalt á
seinasta plássi við ongum
stigum.
Michael
Schumacher
segði at hóast umstøðurnar
vóru undarligar so var hetta
ein sigur, og at hann og
Rubens Barrichello høvdu
givinð
hvørjum
øðrum
kapping. Michael Schu-
macher segði, at Bridge-
stone hevði latið dekk, sum
vóru munandi skjótari ligið
eftir heima, tí man ikki
metti, at tey hildu eina heila
koyring
á
Indianapolis
breytini, tí breytin fer so
illa við dekkunum.
Í millum reglurnar lá ein
beinleiðis
kritikkur
av
Michelin, sum høvdu tikið
skjót, men ov veik dekk
við. Tað er sjálvandi alla
æru vert, at Michelin boða
koyrarunum frá, tá dekk-
framleiðarin hevur gjørt
eitt mistak, og at koyrarnir
tí sleppa undan vandanum,
sum er í at koyra við ov
ringum dekkum. Men tað
sagt, so vóru Michelin
noyd til at siga frá, tí annars
kundu tey vænta eina
drápsákæru um illa gekst.
Tað er alt ov vánaligt, at
Michelin kemur við dekk-
um, sum ikki eru trygg.
Dekkframleiðarin
hevur
gjørt dekk til hesa breyt í
fleiri ár, og eigur ikki at
seta koyrarar, framleiðarar,
áskoðarar og sponsorar í
hesa støðu.
Ov vánaligt Michelin!
Ferrari bilarnir við Bridgestone dekkum koyra í byrjunarstøðu, meðan Michelin liðini koyra í pit.
Mynd: Reuters
Støður, Formel 1
KOYRARAR
Navn
Land
Merki
Stig
Fernando Alonso
Spania
Renault
59
Kimi Raikkonen
Finnland
McLaren
37
Michael Schumacher
Týskland
Ferrari
34
Rubens Barrichello
Brasil
Ferrari
29
Jarno Trulli
Italia
Toyota
27
Nick Heidfeld
Týskland
BMW-Williams
25
Mark Webber
Australia
BMW-Williams
22
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
20
David Coulthard
Stórabretland
Red Bull
17
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
17
Juan Pablo Montoya
Kolumbia
McLaren-Mercedes
16
Felipe Massa
Brasil
Sauber-Petronas
7
Tiago Monteiro
Portugal
Jordan
6
Alexander Wurz
Eysturríki
McLaren-Mercedes
6
Narain Karthikeyan
India
Jordan
5
Jacques Villeneuve
Kanada
Sauber-Petronas
5
Pedro de la Rosa
Spania
McLaren
4
Christijan Albers
Holland
Minardi
4
Christian Klein
Eysturríki
Red Bull
4
Patrick Friesacher
Eysturríki
Minardi
3
Vitantonia Liuzzi
Italia
Red Bull
1
BILAR
Merki
stig
Renault
76
Ferrari
63
McLaren
63
BMW-Williams
47
Toyota
47
Red Bull
22
Sauber-Petronas
12
Jordan
11
Minardi
7
Úrslit, Indianapolis
1
Michael Schumacher
Týskland
Ferrari
1.29.43.181
10
2
Rubens Barrichello
Brasilia
Ferrari
+1,5 sekund
8
3
Tiago Monteiro
Portugal
Jordan-Toyota
+1 umfar
6
4
Narain Karthikeyan
India
Jordan-Toyota
+1 umfar
5
5
Christijan Albers
Holland
Minardi-Cosworth
+2 umfør
4
6
Patrick Friesacher
Eysturríki
Minardi-Cosworth
+2 umfør
3