týsdagur 21. juni 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 21. juni 2005
33
Næstu dagarnar fara
fleiri spælarar at siga
farvæl og aðrir at
biðja góðan dag í
stórfelagnum, sum nú
er uttan føroyskar
spælarar
FCK
Jóannes Hansen
Fótbóltsáhugaðir føroying-
ar mugu venja seg við, at
eingin føroyskur spælari
longur er í felagnum - fyri-
bils í hvussu so er - sum tað
seinastu mongu árini hevur
verið sjálvsagt at taka á við.
Átta ára samstarv við
Toda Jónsson kann ikki
annað enn hava sannført
leiðsluna í byens hold, sum
felagið verður nevnt, um, at
tað skal haldast eyga við
møguleikanum at finna ein
føroyskan spælara.
Í hesum umfarinum verð-
ur tað neyvan. Men tað er
ein sannroynd, at næstu
dagarnar fer hurðin í FCK
at ganga títt.
Umframat siga farvæl
við Toda Jónsson og Sibu-
siso Zuma so var tað í viku-
skiftinum greitt, at svenski
málverjin, Magnus Kihl-
stedt, ikki longur fer at
umboða FCK. Málverjin
hevur seinastu tíðina verið
meiri skaddur, enn hann
hevur verið førur fyri at
venja og spæla. Tí eru
felagið og svenskarin samd
um, at samstarvið er lokið.
FCK skal tískil hava
nýggjan málverja. Hesin
sigst vera Jesper Christian-
sen, sum seinastu tíðina
hevur spælt við Viborg.
Hann er eykamálverji á
landsliðnum. Fyrsta lands-
dystin spældi hann, tá ið
hann
loysti
Peter
Schmeichel av á Tórsvølli
fyri fimm árum síðani.
Ítróttarstjórin í FCK,
Niels-Christian
Holm-
strøm,
og
formaðurin,
Flemming
Østergaard,
søgdu sunnudagin, at fel-
agið ætlar at keypa í hvussu
so er tríggjar spælarar - ein
til hvørja ketuna.
At tað er neyðugt at
keypa fleiri spælarar kemst
av, at fleiri spælarar sigast
at hava kós úr FCK. Mið-
vallarin Magne Hoseth
skuldi í gjár samráðast við
Vålerenge í Oslo. Hann
hevur verið eitt ár í FCK.
Tað hevur ikki treytaleyst
verið dansur á rósum hjá
honum, og vinstrabeinti
spælarin sigst vilja sleppa
aftur til føðilandið.
Sáttmálaskeiðið hjá mið-
vallar
stríðsmanninum,
Hjalte Bo Nørregaard, í
FCK er lokið. Spælarin
hevur ikki viljað skrivað
undir nýggjan sáttmála
sambært teimum treytum,
sum felagið hevur bjóðað
honum. Spælarin sigst hava
tvey tilboð frá útlendskum
feløgum at taka støðu til,
og tað verður roknað við, at
greiða í hesi vikuni fer at
fáast á, hvar hann fer at
halda fram við fótbólts-
spælinum.
Ikki minst í álopspart-
inum er neyðugt at fáa
nýggjan spælara. Umframt
Toda Jónsson so er 23 ára
gamli Jesper Bech, sum
ikki rættuliga heldur seg
hava fingið møguleikan,
sum evnini áttu at havt
borið við sær, er á veg úr
felagnum. Eitt ár er eftir av
sáttmálaskeiðnum hjá hon-
um. FCK leiðslan hevur
strongt á at fáa undirskrift-
ina hjá unga manninum,
men hann hevur ikki viljað
bundið seg sambært treyt-
unum, sum felagið hevur
bjóðað.
Jesper Bech hevur verið
skaddur seinastu vikurnar.
Leygardagin var hann í
Malmø og fylgdi heima-
dystinum hjá Malmø FF.
Hann sat á heiðursplássi
saman við formanninum í
felagnum, fyrrverandi stór-
spælaranum Hasse Borg,
og nú ganga tíðindini sum
rótasúpan, at FCK álops-
spælarin nú beinanvegin
skal flyta um Oyrasund.
Thomas Røll, sum fyri
tveimum árum síðani var í
landsliðshitanum,
hevur
ikki verið í FCK hitanum
síðani Hans Backe gjørdist
venjari. Í vár hevur Thomas
Røll spælt við barndóms-
felagnum í Silkeborg. Hann
hevur verið útleigaður. Nú
verður sagt, at hann er á
veg til Noregs. Fyrrverandi
FCK
venjarin,
Roy
Hodgson, er nú venjari í
Viking Stavanger. Tað var
hann, sum keypti Thomas
Røll til FCK. Hann sigst
framvegis halda nógv av
miðvallaranum, sum hann
ætlar at keypa frá FCK.
Roy Hodgson tykist hava
stóran áhuga fyri donskum
spælarum. Í vikuskiftinum
gjørdist greitt, at hann
hevur keypt Allan Gaarde,
sum er stórur vinstrabeintur
miðvallari, frá AaB og til
Stavanger.
Estlendski landsliðsspæl-
arin, Urmas Rooba, sum
seinasta árið so rudduliga
hevur tapt kappingina um
vinstra vongverjaplássið í
FCK sigst eisini at vera á
veg til Viking Stavanger.
Burtursæð frá Viborg
málverjanum so er enn ikki
greitt, hvørjir spælarar nú
skulu loysa Toda Jónsson,
Zuma og allar hinar, sum
eru á veg úr felagnum, av.
Men eingin ivi er um, at
áhugin fyri FCK og tíð-
indum um keyp og sølu fer
at verða ógvuliga stórur teir
næstu dagarnar.
Hurðin gongur
títt í FCK
Danska superligan
d
v - j
-
t
v/m t/m +/- stig
1 Brøndby (S) 33
20 - 9 - 4
61
23
38
69
2 FCK (M)
33
16 - 9 - 8
53
39
14
57
3 FCM
33
17 - 6 - 10
49
40
9
57
4 AaB
33
15 - 8 - 10
59
45
14
53
5 Esbjerg
33
13 - 10 - 10
61
47
14
49
6 OB
33
13 - 9 - 11
61
41
20
48
7 Viborg
33
13 - 9 - 11
43
45
-2
48
8 Silkeborg
33
13 - 8 - 12
50
52
-2
47
9 AGF
33
11 - 6 - 16
47
53
-6
39
10 FC Nordsj.
33
8 - 6 - 19
36
59 -23
30
11 Herfølge
33
6 - 7 - 20
29
71 -42
25
12 Randers FC 33
5 - 9 - 19
30
64 -34
24
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
d
v - j
-
t
v/m t/m +/- stig
1 SønderjyskE 30
19 - 7 - 4
75
31
44
64
2 AC Horsens 30
19 - 6 - 5
51
23
28
63
3 Frem
30
17 - 8 - 5
61
30
31
59
4 Køge
30
16 - 8 - 6
67
34
33
56
5 Vejle
30
14 - 7 - 9
59
51
8
49
6 Skjold
30
15 - 4 - 11
47
45
2
49
7 HIK
30
12 - 11 - 7
58
41
17
47
8 Fr. Amager
30
12 - 10 - 8
50
39
11
46
9 Fredericia
30
10 - 8 - 12
48
50
-2
38
10 NFA
30
10 - 6 - 14
50
59
-9
36
11 AB
30
10 - 5 - 15
49
52
-3
35
12 Brønshøj
30
8 - 7 - 15
48
65 -17
31
13 Ølstykke
30
8 - 6 - 16
39
68 -29
30
14 Dalum
30
8 - 3 - 19
47
81 -34
27
15 Næstved
30
6 - 2 - 22
30
71 -41
20
16 B 93
30
3 - 8 - 19
41
80 -39
17
Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen,
Jónas Þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad
Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
d
v - j
-
t
v/m t/m +/- stig
1 Kolding FC 30
23 - 0 - 7
63
30
33
69
2 Brabrand
30
18 - 5 - 7
57
29
28
59
3 Lyngby
30
18 - 4 - 8
67
32
35
58
4 Holbæk
30
17 - 7 - 6
63
35
28
58
5 Glostrup
30
17 - 4 - 9
65
44
21
55
6 Slagelse
30
13 - 9 - 8
52
36
16
48
7 Næsby
30
14 - 5 - 11
44
35
9
47
8 Jetsmark
30
11 - 7 - 12
53
52
1
40
9 Aarhus Fr.
30
11 - 6 - 13
47
42
5
39
10 B 1913
30
9 - 9 - 12
42
50
-8
36
11 FC Roskilde 30
11 - 1 - 18
34
63 -29
34
12 B 1909
30
8 - 8 - 14
28
45 -17
32
13 Hjørring
30
7 - 9 - 14
37
58 -21
30
14 Kalundborg 30
7 - 6 - 17
41
62 -21
27
15 Holstebro
30
6 - 4 - 20
34
68 -34
22
16 Værløse
30
6 - 4 - 20
29
75 -46
22
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge
(Lyngby), John Petersen (Holstebro)
Íslendska
Landsbankadeildin
d
v - j
-
t
v/m t/m +/- stig
1 FH
6
6 - 0 - 0
16
2
14
18
2 Valur
6
5 - 0 - 1
15
4
11
15
3 Fylkir
6
3 - 1 - 2
10
7
3
10
4 Keflavík
6
3 - 1 - 2
10
14
-4
10
5 Fram
6
2 - 2 - 2
7
5
2
8
6 KR
6
2 - 1 - 3
5
6
-1
7
7 ÍA
6
2 - 1 - 3
5
9
-4
7
8 _róttur
6
1 - 1 - 4
8
11
-3
4
9 Grindavík
6
1 - 1 - 4
7
14
-7
4
10 ÍBV
6
1 - 0 - 5
5
16 -11
3
Føroyskir leikarar: Rógvi Jacobsen (KR)
Leygardagin varð
greitt, at Johan B.
Hansen verður einsa-
mallur føroyskur
landsliðsspælari í
superliguni næsta ár
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Johan B. Hansen verður
einsamallur
føroyskur
landsliðsspælari í bestu
donsku
fótbóltsdeildini
næsta ár. Tað varð greitt
leygardagin, tá ið 30. og
síðsta umfarið í næstbestu
deildini í Danmark var á
skránni.
Frammanundan var AC
Horsens, sum leygardagin
tapti 2-1 á heimavølli ímóti
Vejle, flutt upp. Tapið leyg-
ardagin bar við sær, at
Horsens endaði á øðrum
plássi. SønderjyskE vann
4-1 á heimavølli ímóti
Fredericia, og harvið vunnu
teir deildina og tryggjaðu
sær harvið, at superligu
fótbóltur næsta kappingarár
verður í Haderslev.
At SønderjyskE vann bar
við sær, at tað undir ongum
umstøðum bar til hjá Frem
og Jón Róa Jacobsen at
flyta upp. Frem spældi
síðsta dystin á útivølli ímóti
Køge, sum vann 4-0. Jón
Rói Jacobsen var á vøll-
inum allar 90 minuttirnar.
Í Frem eru tey vónbrotin
av, at tað ikki eydnaðist at
vinna uppflyting. Sam-
stundis ásanna tey, at liðið í
løtuni neyvan er nóg væl
fyri at spæla í superliguni.
Hildið verður, at tað er bara
málverjin og í verjan, har
Jón Rói Jacobsen er millum
miðverjarnar, sum eru nóg
væl fyri at spæla í bestu
deildini.
Fremad Amager vann
næstsíðsta vikuskifti síðsta
heimadystin í hesum kapp-
ingarárinum. Leygardagin
vóru teir fyri síðstu ferð á
útivølli, og enn eina ferð
eydnaðist tað at fáa fulla
úrtøku. Fremad Amager var
í Gladsaxe, har teir vunnu
2-1 á AB. Andrew av Fløt-
um legði Fremad Amager
framum, tá ið hálvur tími
var farin. Eftir væl upp-
spælt álop og útfrá smekk-
aði hann í kassan.
Løtu seinni var um repp-
ið, at Andrew av Fløtum,
sum var á vøllinum allar 90
minuttirnar, økti um mun-
in, men eftir langskot fór
bólturin dygst omanfyri
tværtræið. Tríggjar minuttir
eftir steðgin økti Fremad
Amager um munin, og stutt
undan dystarenda minkaði
heimaliðið um munin til 2-
1.
Dalum, Næstved og B93
fluttu niður í 2. deild. Upp í
1. deild fluttu Kolding,
Brabrand og Lyngby, ið
hevur Christian Lamhauge
Holst, sum Henrik Larsen
eina ferð var í triðju bestu
donsku deildini og valdi til
landsliðið, í álopinum. Tað
hevur gingið ógvuliga væl
hjá Christian Lamhauge
Holst. Næstsíðsta viku-
skifti skoraði hann tvey mál
í 3-2 sigrinum á Glostrup.
Andrew aftur á blettinum