týsdagur 21. juni 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 115 - 21. juni 2005
Toppdysturin í
kvinnudeildini mill-
um KÍ og B36 var
tættur. Bæði málini í
dystunum komu eftir
deyðbóltsstøður, og
liðini høvdu ilt við at
skapa aðrar kjansir
KVINNUFÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sunnudagin spældu tey
bæði bestu kvinnuliðini í
landinum toppdyst í lands-
kappingini. Undan dyst-
inum var KÍ fimm stig
frammanfyri B36, og tí
hevði tað stóran týdning
fyri B36, at liðið vann
dystin. KÍ kundi liva við
javnleiki, og um liðið vann,
so vaks munurin upp í átta
stig.
Úrslitið
av
dystinum
gjørdist javnleikur, og tað
passaði betur heimaliðnum
enn útiliðnum, sum fram-
vegis er væl aftanfyri
meistaraliðið úr Klaksvík.
Dysturin var javnur, og
fáir málmøguleikar vóru.
KÍ hevði nakað fleiri
royndir á B36-málið, men
allan dystin høvdu liðini ilt
við at skapa stórar kjansir.
Hekk ikki saman
Í fyrra hálvleiki gekk mest
sum alt fyri seg millum
báðar brotsteigirnar. Tað
var sjáldan, at bóltar vórðu
spældir inn í brotsteigarnar,
og tað kom so at siga ikki
fyri, at nakar líkinda mál-
møguleiki var fyrstu trý
korterini.
Verjunar báðar høvdu
gott tamarhald á støðunum,
meðan liðini høvdu trupult
við at fáa nakað flótandi
spæl at ganga. Hjá heima-
liðnum var nógv órógv á
samanspælinum, og útiliðið
var lítið frægari, hóast tær
av og á kláraðu at spæla
væl millum sín.
Innsatsurin hjá báðum
liðunum var góður, og
spælararnir stríddust um
hvønn bólt. Tað hevði eisini
við sær fleiri langar steðgir
orsaka av skaðum.
Málini komu
Í seinna hálvleiki kom eitt
sindur meira ferð á dystin,
og tað var eisini nakað
meira áfatt í brotsteigunum
hjá báðum liðunum.
KÍ byrjaði seinna hálv-
leik betur, og eftir nøkur
hornspark lá tað í luftini, at
KÍ fór at skora. Og tað
gjørdu tær. Enn einaferð
var tað beinleiðis upp á
hornaspark, og tað var
Rannvá Andreassen, sum
var málskjútti.
Tá vóru okkurt um 10
minuttir farnir av seinna
hálvleiki, og áðrenn 10
minuttir afturat vóru spæld-
ir, hevði B36 svara aftur.
Eitt fríspark varð sent inn
í málteigin úr høgru, KÍ-
málverjin fekk bara hend-
urnar á, og so var verju-
spælarin Súsanna Hansen
fyrsta á tí leysa bóltinum og
skoraði.
Ein stórur kjansur
Restina av dystinum gekk
tað eisini javnt á, men KÍ
var nærri við at fáa mál.
Serliga eina støðan átti at
givið mál, tí eitt innlegg fór
allan vegin framvið B36
málinum, hóast fleiri KÍ-
spælarar vóru á nánd.
Vivian Bjartalíð fekk bóltin
nakað
aftanfyri
aftaru
stong, og hon smekkaði til,
men bólturin brast í stong-
ina og út í spæl.
Samanumtikið var javn-
leikur á góðari leið. Dyst-
urn var tættur og nakað
rótutur, og málmøguleik-
arnir vóru fáir.
Úrslitið hevði tó við sær,
at KÍ framvegis hevur
greiða leiðslu í toppinum í
bestu kvinnudeildini. KÍ og
B36 skulu spæla tvær ferðir
afturat
ímóti
hvørjum
øðrum í ár í landskapp-
ingini.
Aðra staðni kring landið
eydnaðist EB/Streymi at
vinna stevnudystin móti FS
Vágum, meðan GÍ á heima-
vølli vann tepran sigur á
AB.
Toppliðini togaðust uttan flótandi spæl
Máltindurin
Súni Olsen _________________________ GÍ ___________________________ 9
Bogi Gregersen _____________________ Skála _________________________ 8
Tór-Ingar Akselsen __________________ HB___________________________ 7
Allan Mørkøre ______________________ B36 __________________________ 6
Rúni Nolsøe ________________________ HB___________________________ 6
Heðin á Lakjuni _____________________ KÍ ___________________________ 6
Jónhard Frederiksberg ________________ Skála _________________________ 6
Hans Pauli Samuelsen ________________ EB/Str ________________________ 5
Hans á Lag ________________________ HB___________________________ 5
Rasmus Nolsøe _____________________ HB___________________________ 5
Christian Høgni Jacobsen _____________ NSÍ __________________________ 5
Óli Johannesen _____________________ TB ___________________________ 5
Atli Danielsen ______________________ KÍ ___________________________ 4
Andy Olsen ________________________ NSÍ __________________________ 4
Helgi L. Petersen ___________________ NSÍ __________________________ 4
Hanus Thorleifsson __________________ Skála _________________________ 4
Milan Kulic ________________________ VB ___________________________ 4
d
v
-
j
-
t
t/m
v/m
+/-
stig
1 HB
13
9
-
1
-
3
34
14
20
28
2 Skála
13
6
-
5
-
2
27
15
12
23
3 B36
12
6
-
5
-
1
16
5
11
23
4 NSÍ
13
5
-
5
-
3
20
16
4
20
5 EB/Streymur 13
4
-
5
-
4
14
21
-7
17
6 KÍ
13
4
-
2
-
7
20
21
-1
14
7 GÍ
13
4
-
1
-
8
17
23
-6
13
8 TB
13
3
-
4
-
6
12
20
-8
13
9 ÍF
13
3
-
4
-
6
16
29
-13
13
10 VB
12
3
-
2
-
7
9
21
-12
11
2. deild menn
d
v
-
j
-
t
t/m
v/m
+/-
stig
1 B68
7
6
-
0
-
1
29
4
25
18
2 FSV04
7
5
-
1
-
1
20
4
16
16
3 B71
7
5
-
1
-
1
17
6
11
16
4 AB
7
4
-
1
-
2
17
14
3
13
5 HB
7
4
-
0
-
3
21
15
6
12
6 LÍF
7
3
-
0
-
4
27
19
8
9
7 Royn
7
3
-
0
-
4
10
29
-19
9
8 B36
7
1
-
2
-
4
8
13
-5
5
9 Sumba
7
1
-
0
-
6
15
32
-17
3
10 GÍ
7
0
-
1
-
6
7
35
-28
1
1. deild kvinnur
d
v
-
j
-
t
t/m
v/m
+/-
stig
1 KÍ
9
8
-
1
-
0
37
7
30
25
2 B36
9
6
-
2
-
1
36
8
28
20
3 GÍ
9
5
-
1
-
3
16
25
-9
16
4 AB
9
2
-
2
-
5
4
15
-11
8
5 EB/Streymur
9
3
-
1
-
5
14
22
-8
10
6 FSV04
9
0
-
1
-
8
5
31
-26
1
Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi, verð-
ur nú skrivað, og kemur, um alt
gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer
serliga at snúgva seg um krígsárini
við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina
umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi
og týska Skálabergi.
Í hesum sambandi sóknast høv-
undurin eftir myndum frá æviskeiði
hansara. Í fyrstu atløgu hava allar
myndir, sum hava nakað við virki og
lív hansara áhuga. Tað verið seg
myndir umborð á skipi, ikki bara
myndir av Kaj, men eisini av lív-
inum umborð. Myndir av monnum,
sum sigldu við Kaj hava áhuga og
eisini myndir umborð á trolarum,
sum brøður hansara førdu. Eg havi
eisini áhuga fyri myndum tiknum
umborð á øðrum trolarum, av før-
oyskum trolarum undir fiskiskapi.
Gerandismyndir av arbeiðsgevar-
anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava
stóran áhuga.
Liggja tit inni við slíkum myndum,
so hevði eg verið ógvuliga fegin, um
tit settu tykkum í samband við meg.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík
Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo
Myndir til ævisøguna um Kaj
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
rithøvundur
Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára
skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni.