mikudagur 22. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 116 - 22. juni 2005
Kendi danski sjón-
varpslæknin, Peter
Qvortrup Geisling,
hevur verið í Føroy-
um seinasta viku-
skiftið og hildið skeið
fyri starvsfólki hjá
fyritøkum
VITJAN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Hetta er aðru ferð innan
stutta tíð, at danski læknin
vitjar í Føroyum. Síðst
framleiddi hann eina send-
ing úr Føroyum, men
hesuferð
hava
ørindini
verið at hildið skeið ella
fyrilestur fyri starvsfólki.
Fyrilestrarnir hava mest
snúð seg um samskifti og
strongd. Starvsfólkið á
nøkrum størri føroyskum
fyritøkum hava havt høvi at
hoyra danska læknan, ið er
kendur fyri sendingina
"Lægens bord" á DR.
Fleiri hemoridir
í bløðunum
Danski læknin hevur rakt
eina nerv við sínum sen-
dingum um heilsu. Stórur
áhugi er fyri hesum evnin-
um, og fjølmiðlarnir geva
sær møguliga ikki nóg stórt
far um, at slíkt tilfar ofta
fangar lesarar, lurtarar og
hyggjarar.
- Eg havi havi ofta sagt til
stuttleika, at tað skuldu
verið fleiri hemoridir í
bløðunum,
sigur
Peter
Qvortrup Geisling.
- Fólk hava stóran áhuga
fyri fjølmiðlatilfari, ið snýr
seg um heilsu og ymsar
sjúkur, og tí kunnu fjøl-
miðlarnir vinna nógv við at
hava slíkt tilfar við, greiðir
læknin frá.
Kemur aftur
Sjónvarpslæknin
hevur
mest nýtt hesa ferðina at
hyggja seg um í Føroyum,
og hann hevur eitt nú verið
útferð í Kalsvík á Kals-
oynni og hugt eftir fugla-
bjørgunum har.
Peter Geisling sigur, at
hann hevur ætlanir um at
koma aftur hendavegin,
men honum dámar best, um
onkur verkætlan er knýtt at
ferðini, og hann hevur leys-
ligar tankar um, at hann
møguliga fer at gera okkurt
fjølmiðlaátak næstu ferð
hann kemur til Føroya.
Læknin hevur orðið
Erla Bech Jensen úr
Havn hevur ikki
forsømt nakran tíma,
tey trý árini hon
hevur gingið í
Studentaskúlanum í
Hoydølum. – Eg elski
at ganga í skúla, sigur
Erla, og tað er eftir
øllum at døma frá-
greiðingin uppá eitt
væleydnað stu
SKÚLAGONGD
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Hugsa tær ein gráan týs-
morgun í november. Regnið
slær á vindeygað í kamar-
inum. Eingin er inni at hála
teg upp úr songini. Tá er
lætt at venda sær á hina
liðina, lata skúla vera skúla
og fara aftur í dreymaverð.
Og vit eru eisini fleiri, ið
eru fallin fyri freistingini.
Men soleiðis hevur 18
ára gamla Erla Bech Jensen
úr Havn tað ikki. Hon hev-
ur nevniliga møtt upp til
hvønn einasta tíma tey trý
árini, hon hevur gingið í
Hoydølum.
- Tað hevur verið ein sera
góð tíð, men eg eri glað
fyri, at royndirnar nú kunnu
leggjast afturum bak, og at
alt er yvirstaðið. Tað er tó
við einum farra av sorg-
blídni, at man nú sigur
farvæl, sigur hon.
Franskt var
yndismálið
Erla hevur gingið á máls-
ligu deild í ð-flokkinum,
eisini nevndur 02ð. Erla
væntar at fáa knapt 10 í
meðal í próvnum.
Spurningurin nú er sjálv-
andi, hvat prógvið skal
nýtast til.
- Eg havi ofta hugsað um
at lesa franskt víðari. Tað
var eisini mín yndislæru-
grein í Studentaskúlanum,
greiðir Erla frá, og hon
leggur flennandi afturat, at
hon eisini skoraði eitt 11-
tal í munnligu royndini í
fronskum.
- Eg havi havt ein dreym
um at læra franskt til lítar
og síðani at undirvísa børn-
um í afrikanska landinum
Senegal í sambandi við
missiónsarbeiði, sigur Erla.
Tí er ein møguleiki, at hon
fer at lesa franskt víðari,
men enn er eingin endalig
støða tikin tí viðvíkjandi.
Fyri fyrst fer hon at leita
sær eftir onkrum fyrifall-
andi arbeiði her heima,
áðrenn leiðin møguliga
gongur út í heim.
Longu sæð heimin
Erla hevur stóran áhuga
fyri missiónsarbeiði, og
hon hevur verið við for-
eldrunum úti í heimi í
hesum sambandi.
Í eitt ár hevur hon siglt
við
trúboðaraskipinum
Doulos, har pápin var skip-
ari og mamman starvaðist í
móttøkuni. Erla var bæði
dekkari og starvaðist í
bókasøluni umborð á skip-
inum, sum eisini hevur
vitjað í Føroyum nakrar
ferðir.
Hesa tíðina, tá familjan
var umborð, sigldi skipið
mest í Asia, og tí hevur hon
hóast sín unga aldur longu
vitjað tey flestu londini í
Landsynningsasia.
Árið eftir sigldi hon
eisini í tveir mánaðir í
Karibiska havinum við
einum øðrum trúboðara-
skipi, ið nevnist Logos.
Vanligt er, at nýklaktar
pisur hava ætlanir um at
fara út í heim og uppliva
aðrar mentanir og fremm-
and lond. Men Erla hevur
longu vitjað fleiri lond, enn
fleiri okkara vitja ígjøgnum
eitt heilt lív.
Hon metir, at hetta hevur
ment hana sum persón og
harvið hjálpt henni í skúl-
anum – eisini tí, at hon
hevði eitt sabbatár umborð
á skipinum, áðrenn hon
byrjaði í studentaskúlanum.
Var við í Jósef
Tá næmingar í studenta-
skúlanum í fjør settu upp
stórsligna leikin um Jósef
og ótrúliga litfagra dreyma-
kotið, var Erla eisini mitt í
rokanum. Hon hevði ein
tann størsta leiklutin sum
upplesari í leikinum.
Hóast tað var strævið og
tíðarkrevjandi at vera við,
gekk tað ikki út yvir skúla-
gongdina.
Erla
hevur
nevniliga havt eina fyri-
myndarliga
uppmøting.
Hon er ongantíð skrásett
sum fráverandi hesi trý. Nú
kann hon njóta komandi
dagarnar við góðari sam-
vitsku.
Eitt tíðarskeið er nú
liðugt, og ta eitt nýtt stend-
ur fyri framman hjá øllum
teimum, ið júst hava nomið
sær miðnámsútbúgving á
studentaskúla, HF-skeiði,
handilsskúla ella teknisk-
um skúla.
Nýfloygd pisa:
0 %
fráveru
Erla avmyndað við akkerið av skipinum Góðanesi, sum fór við Flesjarnar í 1957
Mynd: Bárður
Peter Qvortrup Geisling
hevur hildið fyrilestrar fyri
starvsfólki á nøkrum størri
føroyskum fyritøkum. Her
stendur hann í Lærara-
skúlahøllini fríggjakvøldið. Í
bakgrundini sæst ein forsíða,
ið BT hevði um læknan fyri
kortum. Yvirskriftin ljóðar
"Forsker anklager TV-lægen:
Lokker unge til selvmord".
Hetta er eitt dømi um,
hvussu boðskapurin í
hansara sendingum onkuntíð
hevur verið misskiltar
millum fólk
Mynd: Magnus Gunnarsson