Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2005 5 – Eg bleiv frákoyrdur fyri onki. Eg ivaðist ikki í, at Jógvan við Keldu fór at verða koyrdur úr sessinum aftan á viðmerkingar- nar í Degi og Viku fríggjakvøldið, sigur Johan Dahl, sum aftan á tríggjar vikur í landsstýrissessi noyddist frá, tí løg- maður vildi hava arbeiðsfrið Uppsagdur landsstýrismaður Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Løgmaður hevur góðtikið umberingina frá Jógvani við Keldu, eftir at lands- stýrismaðurin í Degi og Viku fríggjakvøldið segði seg undrast á, hví hjúnini Rapa yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan. Løgmaður segði við Dag og Viku mánakvøldið, at tað er nú einaferð soleiðis, at øll kunnu vera mismælt, og øll kunnu gera ein feil. – Er tað so, at man fer framaftur og tekur tað í seg aftur ella biður um eina umbering fyri tað, sum mann hevur gjørt, so haldi eg, at man eigur at virða tað, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard og for- maður í Javnaðarflokkin- um, sum harvið hevur av- greitt málið viðvíkjandi viðmerkingunum hjá Jógvani við Keldu um Rapa-hjúnini. Eisini í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum er málið avgreitt. Jørgen Niclasen úr Fólkaflokk- inum segði við Dag og Viku mánakvøldið, at við- merkingarnar hjá Jógvani við Keldu um Rapa-hjúnini ikki fáa nakrar avleiðingar innanfloks, eftir at lands- stýrismaðurin hevur biðið um umbering. Sambdsformaðurin Kaj Leo Johannesen sigur somuleiðis, at Sambands- flokkurin hevur góðtikið umberingina hjá Jógvani við Keldu og harvið av- greitt málið. Tískil hava allir oddafiskar- nir í samgonguni góðtikið umberingina og avgreitt málið viðvíkjandi Jógvani við Keldu. Hann eigur at fara frá Men hjá øðrum er hetta málið ikki avgreitt. Johan Dahl er tingmaður hjá Sam- bandsflokkinum og harvið partur av parlamentariska grundarlagnum hjá løg- manni og Jógvani við Keldu og øðrum í Føroya Landsstýri. Johan Dahl var landsstýrismaður fyri hálv- um øðrum ári síðani, men hann helt ikki leingi í landsstýrinum hjá Jóannesi Eidesgaard, tí aftan á tríggjar vikur var hann koyrdur frá. – Eg bleiv frákoyrdur fyri onki. Eg ivaðist ikki í, at Jógvan við Keldu fór at verða koyrdur úr sessinum aftan á viðmerkingarnar í Degi og Viku fríggja- kvøldið. Hatta er ov veikt at bara góðtaka umberingina, sigur Johan Dahl, ting- maður og frákoyrdur lands- stýrismaður. – Løgmaður er opinbart øgiliga lættur í sínari viging. Landsstýrismenn verða eftir øllum at døma viðgjørdir ymiskt, sigur Johan Dahl. Tingmaðurin sigur, at um ein landsstýrismaður hevur flokkin aftan fyri seg, so gongur alt. – Jógvan við Keldu sleppur at gera slíkar bummarar bæði tvær og tríggjar ferðir og helst fleiri ferðir afturat, uttan at tað fær nakrar sum helst av- leiðingar. Tað er ov veikt. Ein danskur ministari hevði púra vist farið frá fyri slík- ar viðmerkingar sum tær hjá Jógvani við Keldu, sig- ur Johan Dahl, tingmaður. Um vikuskiftið segði Kaj Leo Johannesen, formaður í Sam- bandsflokkinum, at viðmerkingarnar hjá Jógvani við Keldu kundu ikki góðtakast. Mánadagin kom Jóg- van við Keldu við ein- ari treytaleysari um- bering, og hana kann Sambandsflokkurin góðtaka Umbering frá landsstýrismanni Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Vit vórðu spurdir, um vit kundu góðtaka eina treyta- leysa umbering, og tað søgdu vit gott fyri, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður hevur ábyrgd av sínum landsstýrismonn- um og hevði ivaleyst fleiri møguleikar í hesum málin- um. Annar møguleikin var, at Jógvan við Keldu fór frá sum landsstýrismaður. Hetta gjørdist ikki veru- leiki, tí Jógvan við Keldu er sum kunnugt komin við treytaleysari umbering til hjúnini Rapa, og hana hevur løgmaður góðtikið. Kaj Leo Johannesen heldur, at løgmaður eftir umstøð- unum gjørdi rætt. Ov ógvusligt at koyra mannin heim – Undir verandi umstøðum haldi eg, at løgmaður gjørdi rætt. At ein landsstýrismað- ur úttalar seg skeivt til fjøl- miðlarnar og verður koyrd- ur heim er ov ógvusligt, sigur Kaj Leo Johannesen. Johan Dahl hjá Sambands- flokkinum noyddist í fjør at fara frá sum landsstýris- maður. Nógvar ákoyringar vóru, og at enda fór Johan Dahl, men hann fór ikki frá vegna skeivar ella óhepnar viðmerkingar til fjølmiðlar- nar. Kaj Leo Johannesen heldur ikki, at hesi bæði málini kunnu samanberast. Onki við Johan Dahl at gera – Hetta hevur onki við Johan Dahl at gera. Eg vil slett ikki samanbera hesi bæði tingini. Vit góðtaka umberingina hjá Jógvani við Keldu. Tað fer onki av manninum, um hann kemur við einari umbering. Held- ur hinvegin. Tað er rós vert, at Jógvan við Keldu um- berir seg fyri Rapa-hjún- unum, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Málið er avgreitt Kaj Leo Johannesen væntar ikki, at tað koma nógv at slíkum úttalilsum afturat, tá tað kemur til útlendinga- mál. Sambandsformaðurin heldur, at viðmerkingarnar hava ikki verið smidligar higartil. Sambandsflokkurin ger tískil ikki meira við málið um Jógvan við Keldu, og løgmaður hevur eisini av- greitt málið. Jógvan við Keldu eigur at fara frá _ Jógvan við Keldu sleppur at gera slíkar bummarar bæði tvær og tríggjar ferðir og helst fleiri ferðir afturat, uttan at tað fær nakrar sum helst avleiðingar. Tað er ov veikt, sigur Johan Dahl, tingmaður og frákoyrdur landsstýrismaður Mynd: Jens Kr. Vang »Løgmaður er opinbart øgiliga lættur í sínari viging. Landsstýrismenn verða eftir øllum at døma viðgjørdir ymiskt« - Johan Dahl ” »Ein danskur ministari hevði púra vist farið frá fyri slíkar viðmerkingar sum tær hjá Jógvani við Keldu« - Johan Dahl ” Sambandsformaðurin: Umberingin góðtikin Tað er rós vert, at Jógvan við Keldu umber seg fyri Rapa- hjúnunum, sigur Kaj Leo Johannesen. Jógvan við Keldu undraðist í Degi og Viku fríggjakvøldið á, hví hjúnini yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan Mynd: Jens Kr. Vang