mikudagur 22. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 22. juni 2005
Tey, ið hava staðið á
bíðilista eftir grund-
øki í Fuglafirði, hava
nú fingið ein nýggjan
møguleika fyri at seta
føtur undir egið borð.
Íalt er ætlanin at
byggja 17 smærri og
størri íbúðir á
Kambsdali
BYGGING
Snorri Brend
Fuglafjørður: Eitt uppskot
um íbúðir á Kambsdali er
nú komið so mikið langt, at
teir bjóða hesum fólkum og
øðrum við ein møguleika at
keypa eina íbúð á hesum
náttúruvakra staði.
Íalt hava fólk møguleikar
at velja millum fýra ymisk-
ar støddir av lyklaklárum
íbúðum, har til ber at flyta
inn í, so skjótt henda ætlan-
in verður sett í verk.
- Nær hetta verður, ber
ikki til at siga nakað um
enn. Tað veldst um áhugan,
sigur Ingi á Tórgarði, sum
fegin letur allar upplýsingar
um ætlanina, har Fugl-
fjarðar kommuna eisini er
ein partur av.
Áðrenn
farið
verður
víðari við ætlanini er treyt-
in hon, at í minsta lagi sjey
íbúðir verða keyptar.
Sum skilst hava fleiri
longu spurt seg fyri um
ætlanina, og av hesum er
tann eini fyrispurningurin
at rokna sum rættiliga
ítøkiligur.
Bíðilisti
Ingi á Tórgarði sigur við
Sosialin, at Fuglfjarðar
kommuna hevur í løtuni ein
bíðilista eftir grundøkjum,
har omanfyri 50 nøvn
standa á.
Herfyri sendi kommunan
út brøv til hesi, har kunnað
varð um hesa nýggju íbúð-
arætlanina. Og sum víst er
á omanfyri, er líkt til at hesi
brøvini hava havt sína
ávirkan.
Treytin fyri at henda
ætlanin kann setast í verk er
kortini, at í minsta lagi sjey
fólk keypa eina av íbúðun-
um í hesari byggingini.
Ein fyrimunur við hesi
íbúðarbyggingini er, at hon
liggur í sera náttúruvøkrum
umhvørvi, har stutt er til
miðnámsskúlarnar og har
stuttur teinur er til øll til-
boðini, sum finnast í Fugla-
firði.
Bíligt
Hugskotið við hesi ætlanini
er at skapa eitt gott og
kveikjandi
íbúðarum-
hvørvi, við trimum lonum
kring
eitt
miðsavnandi
atkomu- og uppihaldsøki.
Ætlanin fevnir sum nevnt
um 17 størri og smærri
íbúðir, sum eru millum 46
og 129 fermetrar til stødd-
ar. Kostnaðurin fyri hesar
liggur millum 545.000 og
1.120 mió. kr.
Ein
fíggingarstovnur
hevur roknað út, at skal ein
keypa ta bíligastu íbúðina,
sum er ein 2-rúms íbúð, so
er nettogjaldið 3.200 kr. um
mánaðin, og fyri ta dýrastu
loysnina, sum er ein 5-rúms
íbúð 6.300 kr. um mánaðin,
tá útgjaldið er 10%.
Miðskeiðis á økinum er
ein felags hitamiðdepil, og
har er eisini eitt fríøki og
eitt spæliøki til børnini.
Hinvegin
so
hevur
kommunan sjálv ætlanir
um at menna tænastustøðið
til borgarnar, við m.a. at
leggja út økir til kommu-
nalar stovnar, handlar og
annað.
Ætla at
byggja 17
íbúðir á
Kambsdali
Dømi um íbúð
Bruttovídd: 53 fermetrar
Kostnaður: 545.000 kr.
Útgjald 10%: 54.500 kr.
Nettogjald pr. mðr.: 3.200 kr.
FAKTA
Nú verður møguleiki hjá fólki at keypa sær
eina íbúð á Kambsdali. Enn er einki
tíðarmál sett á, men verður undirtøka fyri
ætlanini, so fer henda loysnin at minka um
bíðilistan eftir grundøkjum í Fuglafirði