mikudagur 22. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir fyrstu vikuna á
virðisbrævamarknaði
num tykist fyribils
staðfestingin vera, at
føroysku virðisbrøv-
ini eru um at finna
eina fasta legu
PARTABRØV
Jákup Mørk
At talan fór at verða um
kursøkingar tóktist greitt,
longu tá fyrstu handlarnir
fóru fram mikudagin í sein-
asta viku. Eftir at marknað-
urin lat upp við einum kursi
á 314 kr. fyri hvørt parta-
brævið, gekk skjótt uppeftir.
Somikið skjótt, at tá markn-
aðurin læt aftur um kvøldið,
høvdu seinastu handlarnir
verið til kurs 380.
Síðani er virðið tó fallið
nakað, soleiðis at tað mána-
dagin var 370 kr./parta-
brævið.
- Tað er eisini púra van-
ligt, at kursurin fellir nakað
eftir fyrsta dagin. Tá er tal-
an aloftast um óvanliga
nógvan handil við parta-
brøvum, so vit høvdu rokn-
að við, at kursurin fór at
fella nakað, sigur Jan Otto
Holm, íløgustjóri hjá Kaup-
thing Føroyar, sum er eru
sonevndir market-makers
fyri Atlantic Petroleum.
Enn hava føroysku parta-
brøvini bara verið á markn-
aðinum í tríggjar handils-
dagar, men longu nú tykist
tendensurin vera, at ein
støðugur kursur er um at
koma í lag. Mánadagin lógu
handlarnir soleiðis millum
365 og 370, og roknaði
miðalkursurin fyrstu dagar-
nar hevur verið 365,5.
Varisligt prospekt
Fyribils er soleiðis einki at
ivast í, at føroysku íleggjar-
arnir hjá Atlantic Petroleum
hava nógv at frøast um. Við
seinastu partabrævahækk-
ing, sum varð framd beint
undan ársskiftinum, var
tekningarkursurin 265. Tað
vil siga, at virðisøkingin av
íløguni síðani hetta hevur
verið sløk 38% seinasta
hálva árið. Og tað man utt-
an iva vera ein renta, sum
íleggjararnir góðkenna utt-
an at blunka.
Kursurin ta ferðina - eins
og byrjunarkursurin á 314
seinasta mikudag, var ásett-
ur sambært prospekti, sum
Kaupthing hevði gjørt.
Men hóast stóra vøksturin
síðani, so metir Jan Otto
Holm ikki, at teir hava
virðissett felagið ov lágt.
- Tá kursurin á 265 varð
ásettur, vistu vit væl av, at
ein hampuligur avsláttur
varð givin. Tað eru sjálv-
andi nógvir lutir, sum spæla
inn, men serliga er vert at
leggja til merkis tvinnar av
hesum.
- Eitt er, at vit í pro-
spektinum
einans
hava
virðissett tey aktiv, har vit
vistu, at olja var funnin.
Oljuleitingarvinnan inni-
heldur jú nógvar óvissur, og
tí
er
vanliga
manna-
gongdin, at forvæntaður
vinningur ikki verður tikin
við. Beint undan tekningini
- men eftir at prospektið var
liðugt - fann Chevron olju
beint upp at einum felti hjá
AP, og tað ávirkaði helst
eisini
hugin
at
keypa
partabrøv.
- Og hartil kemur so
sjálvur oljuprísurin, sum
bara tykist ganga uppeftir í
løtuni. Tá vit gjørdu pro-
spektið, varð roknað við
einum langtíðar prísi á 30
dollarar fyri tunnuna. Í løt-
uni er prísurin jú nógv
hægri enn tað, og í dag
verður roknað við 35 og
kanska upp í 40 dollarar
fyri tunnuna, tá líknandi
arbeiði verða gjørd.
Og so kundi verið lagt
afturat, at tá partabrøv
verða handlað á einum
virðisbrævamarknaði, so
verða onnur atlit eisini
tikin. Ikki minst vánirnar,
sum íleggjararnir hava til
felagið. Hesar verða jú ikki
tiknar við í fyrireikandi ar-
beiðinum, og tí er tað nak-
að, sum kann toga kursin
antin upp ella niður. Og í
hesum førinum hevur tað
so verið uppeftir.
Kann hækka
Og sum gongdin innan
oljuvinnuna er í løtuni, so
er ikki óhugsandi, at kurs-
urin kann fara enn longur
upp. Hækkandi oljuprísir-
nir økja sum vera man um
kursin hjá oljufeløgum, tó
at stórur partur av hesi
hækking sjálvandi av sær
sjálvum kemur inn í handl-
arnar, sum verða gjørdir.
Jan Otto Holm hvørki vil
ella kann siga, um talan á
hendan hátt fer at verða um
nakrar hækkingar í nærm-
astu framtíð, men hann
leggur dent á, at í løtuni
skikkar partabrævið sær
væl.
- Eftir massiva opnings-
dagin tykist hetta verið
komið í eina fasta legu.
Vanliga er tað so, at kurs-
urin síðani í stóran mun
fylgir tíðindastreyminum.
Kemur Atlantic Petroleum
til dømis við einum skriv,
har boðað verður frá einum
oljufundi, so er einki at
ivast í, at kursurin hækkar.
- Hartil er felagið so-
mikið nýtt á marknaðinum,
at tað enn ikki eru gjørdar
nakrar eksternar analysur
av partabrævinum, og ein
slík kann kanska ávirka
kursin antin upp ella niður,
sigur hann at enda.
Partabrøvini skikka sær væl
8
Nr. 116 - 22. juni 2005
Lítið er at ivast í, at føroysku
íleggjararnir eru nøgdir um
rentuna, sum partabrøvini
hjá Atlantic Petroleum
higartil hava kastað av sær
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyrstu dagarnar, sum
partabrøvini hjá Atlantic Petroleum vórðu á VMF, hevur
handilin lagað seg soleiðis:
Samlaður umsetningur
15. juni
16. juni
20. juni
Tkr.
3.750
2.568
2.115
Kursir
15. juni
16. juni
20. juni
Við byrjan
314,00
380,00
365,00
Við endan
380,00
360,00
370,00
Miðalkursur
359,54
371,77
368,83
FAKTA