Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Royndirnar frá fleiri londum vísa at tað er skaðiligt at fylgja ráðum um at minka veiðitrýstið tá ið fisk- ur er smáttfallandi ella ein gýtingar- stovnur er minkaður, sigur Sigurjón Þórð- arson, limur í Alting- inum og lívfrøðingur FISKIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Tað finnast fleiri sum hava aðrar hugsanir enn teir ‘kon- servationistar’ ið áhaldandi mæla til at minka um loyvdan fiskiskap undir Føroyum. Síðani tann mátt- mikli fiskirannsóknar fel- agsskapurin ICES (Inter- national Council for the Exploration of the Sea) tann 10. juni legði fram sína fiskivinnupolitisku tilráðing fyri seinna hálvár 2005, hava fleiri umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna tikið undir og rópa nú var- skó um at gýtingarstovnar eru við at koma niður á hættisliga lágt stig. Men onnur meina at føroyingar eiga ikki at taka hetta varskó í ov stórum álvara. »Hetta áhaldandi kravið um at skera niður í fiski- skapinum hevur verið frammi á hvørjum hálvári í langar tíðir,« segði íslend- ingurin Sigurjón Þórðar- son, tá vit hittu hann undir Útnorður Ráðsins temaráð- stevnu 2005, sum fór fram 15-17. juni á Hotel Før- oyum. Hann hevði júst lisið í bløðunum um fiskifrøð- ingar sum aftur á hesum sinni mæla til niðurskurð í veiðini eftir toski og øðrum fiskasløgum. Sigurjón helt at føroyingar hava eina skipan fyri fiskivinnu reg- ulering ið skarar framúr í mun til onnur lond, hóast hon møguliga kann treingja til dagføringar ella ábøtur. Tað er av stórum týdningi, helt hann, at føroyingar ikki lata seg órógvast av at fiskastovnar liggja á einum lægri stigi nú enn fyri tveimum árum síðani; tílík sveiggj eru natúrlig. »Takið tað nú róligt og haldið fast um verandi veiðitrýst,« segði hann. »Fiskastovnar vísa seg altíð at koma aftur. Nýggir ár- gangir eru nú á veg og sjálvt um eingin sær nakað til ynglið fyrr enn tað er tvey ára gamalt, so er tað har og kemur at vísa seg um eini tvey ár.« Kappast um føðslu Sigurjón vísti á fiskiveiði hagtøl yvir longri tíðarskeið í Føroyum og Íslandi, ið benda á at fiskastovnarnir, íroknað gýtingarstovnarnir, gang upp og niður eftir einari meira ella minni fastari kurvu sum í sínum lagi er treytað av føðsluni í sjónum umframt einari røð av øðrum fyritreytum -- og at veiðitrýstið ikki er tann stóri vandin sum tað ofta hevur verið gjørt til. Hann segði at 100 ára nið- urskrivaðar royndir á teim- um føroysku fiskileiðunum vísa at fiskaríið her, gjøgn- um alt hetta tíðarskeið, við rættiliga jøvnum millumbil- um millum hægstu og lægstu punkt, hevur ligið millum 80.000 og 140.000 tons, við heilt fáum undan- tøkum. Tey ringastu árini hava verið tá fiskurin hevur fingið frið og eingin veiði hevur verið, sum til dømis undir Øðrum Heimsbar- daga, segði hann, og vildi samstundis vera við at hóast ein gýtingarstovnur minkar niður á heilt lágt stig, so kemur hann væl og virðiliga fyri seg aftur. »Eg havi verið runt ymsa- staðni og eg havi tosað við bæði biologar, fiskimenn og politikarar,« segði Sigurjón, sum sjálvur er lívfrøðingur og limur í Altinginum fyri Frælslynta Flokkin, ein flokkur ið leggur dent á eina frígera fiskivinnuna frá kvotaskipanum. »Hagtøl frá fiskiveiði síðani 1905 í Før- oyum og síðani 1950ini í Ís- landi, umframt tøl aðra- staðni frá, vísa at fiska- stovnar minka og vaksa ógvuliga dynamiskt í mun til føðsluna í sjónum og ym- isk havfrøðilig, veðurfrøði- lig, djórafrøðilig og onnur viðurskifti; veiðitrýstið vísir seg í veruleikanum ikki at spæla tann leiklut ið vís- indamenn fyrr hildu. Sjálvt ein felagsskapur sum ICES, ið hevur investerað alla sína prestigu í at útpeika júst fiskiveiðina sum ein stóran vanda fyri fiskastovnarnar, er í seinastuni so við og við farin at viðganga at tað kanska ikki er so einfalt; hinvegin man tað vera órea- listiskt at rokna við at ein slíkur felagsskapur við so stórari politiskari ávirkan, knappliga heilt fer skifta stíl. Men royndirnar í fleiri ES londum og aðrastaðni vísa at kvotur og onnur veiði-avmarkandi tiltøk ætlað til at ‘varðveita’ fiskin ella ‘endurbyggja’ ein fiska- stovn, hava givið eina heilt aðra effekt enn hvat fiski- frøðingar gingu út frá.« »Tað sum hendir tá veiði- trýstið verður tvingað niður, er at fiskastovnar venja seg við lægri mótstøðu frá sín- um umhvørvi; so skjótt fiskiskapurin verður skorin niður, minkar vøksturin í fiskastovnunum. Eingin fiskastovnur verður hjálptur av at veiðitrýstið verður minkað. Summi halda at hetta er løgið, men soleiðis er fiskurin bara; í grundini er einki óvanligt ella óreglu- ligt í hesum sum náttúru fyribrigdi. Tá fiskurin er lítil og rak, ræður tað í veruleik- anum um at gera sum tann gamla traditiónin innan landbúnað býður, nevniliga at tynna stovnin niður, so- leiðis at meira verður at eta til tann fiskin sum er eftir.« Fiskimenn undir trýsti Sigurjón legði dent á at fiskivinnan eigur annað og betri uppiborið enn at verða løgd undir at oyða fiska- stovnar og bera seg ábyrgd- arleyst at. »Hvørji hava úrslitini verið av hesum íhaldsleysa tosi um niðurskurð í fiski- skapinum?« spurdi hann. »Tær syrgiligu royndirnar vit hava frá ICES-inspirer- aðum fiskivinnupolitikki eru alt ov nógvar og tær eru ræð- andi. Tað sum fiskifrøðingar og onnur hava gjørt skeivt er at geva fiskivinnuni skuld- ina fyri sveiggini tann skeiva vegin í fiskastovnunum. Síð- ani hava tey í fleiri áratíggju fingið politikararnar at fylgja teirra ráðum meira ella minni blint, og tey fiskivinnupolitisku tiltøk sum so hava verið førd út í lívið, teimum síggja vit úr- slitið av ídag. Her hava før- oyingar tíbetur havt rygg til at ganga egnar leiðir, og júst tann væleydnaða skipanin í Føroyum verður í fleiri nið- urundir komnum fiskivinnu samfeløgum í londunum kring okkum tikin sum eitt tekin um vón -- um at tað finnast aðrir møguleikar enn tað sum hevur verið kroyst yvir hesi samfeløg av hesum fólkum. Hesi somu fólk sita trygg í sínari væl innvandu teori og arrogantu óvitan um veruligan fiskiskap; tey halda seg ikki aftur í at ex- perimentara við lívsgrundar- lagnum hjá fiskivinnu sam- feløgum; um tey fáa loyvi til at gera soleiðis við Føroyar, so gera tey tað ivaleyst eis- ini.« Sigurjón nevndi tann mis- eydnaða fiskivinnupolit- ikkin í Stóra Bretlandi sum eitt ræðani dømi um niður- skurðir sum ongan enda fáa. »Undir teimum seinastu umleið trimum árunum eru tveir triðingar av tí bretska fiskiflotanum upphøgdur, og fylgjurnar merkjast í formi av arbeiðsloysi og niðurlagdari vinnu í fyrr blómandi samfeløgum. Kortini vilja ICES og teirra vísindafólk halda fram við at skera niður upp á veiði- trýstið! Men har er jú einki eftir av nøkrum veiðitrýsti - - har er fiskivinnan løgd í oyði. Fiskifrøðingarnir siga at skipini gerast effektivari og effektivari og at hetta øk- ir um veiðitrýstið, men skip- ini har eru fyri ein stóran part 30-40 ára gomul lasa- før. Reiðarar sum fyrr vóru ríkir hava ongar pengar eftir, og fólk ganga hendur í lumma. Fiskastovnarnar í Norðsjónum eru dominer- aðir av friðaðum rakfiski sum ikki veksur; ístaðin etur hann føðsluna upp hjá øðrum fiski ið hevði kunnað vaksið um rakfiskurin varð tikin.« Tosið um at minka fiski- dagarnar í Føroyum helt Sigurjón Þórðarson eisini vera skeivt út frá einum ar- beiðs-heilsuligum sjónar- miði. »Fiskimenn hava nóg mikið av tíðartrýsti á sær undir verandi umstøðum. Teir fáa í løtuni heldur lítið av fiski, og hví gera lívið tyngri fyri teir við at av- marka enn meira teirra møguleikar at klára seg? Tit hava jú minkað um fiskidag- arnar við meira enn einum fimtingi bara síðani fiski- daga skipanin kom í 1996; fækka tit fiskidagarnar enn meira, so stressa tit eisini fiskimenn óneyðuga nógv.« Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni Í sínum tilmæli frá 15. juni gevur Fiskirannsóknarstovan hesi ráð: 1. At fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemma-trolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) í 2005/2006 verður minkað við 30 prosentum, og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 prosentum. 2. At serliga toska- og hýsukvotan hjá lemmatrolarum yvir 500 Hk (Bólkur 1) verður tikin av. 3.At fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) í fiskiár- inum 2005/2006 verður minkað við 15 prosentum,og í fiskiárinum 2006/2007 við øðrum 10 prosentum. 4. At dagatalið á Føroyabanka verður minkað niður á árliga støðið í 1996-2002. 5. At serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunn- inum, tosk á Føryabanka og upsa undir Føroyum eiga at halda fram. Síðani sigur Fiskirannsóknarstovan millum annað at einki bendir á at meira toskur kann fiskast undir Føroyum, og at »eitt niðara mark er fyri hvussu lítil ein gýtingarstovnur kann vera, tá hann ikki longur er førur fyri at framleiða góðar árgangir.« »Á hvørjum ári síðan skipanin við fiskidøgum varð sett í gildi,« skrivar Fiskirannsóknarstovan, »hava ICES og Fiskirannsóknarstovan mett at loyvda dagatalið hevur verið, og er, ov høgt, sæð frá einum lívfrøðiligum sjónarmiði.« »Afturlítandi á árini stovnsmetingar hava verið undir Før- oyum (síðan 1961),hevur miðalveiðan av toski á Land- grunninum,toski á Føroyabanka og hýsu og upsa undir Føroyum verið ávikavist 25 000,2 000,17 000 og 35 000 tons.Tað er einki ið bendir á at tað kunnu fiskast fleiri tons við fleiri troldøgum,fleiri snelludøgum ella fleiri línudøgum ella við meiri línu (fleiri húkum).« »Heldur er tað so at ið hvussu so er sama tonsatal kann verða veitt við væl minni roynd.Tilgongd av ungum fiski er ymisk ár um annað.Summi ár er tilgongdin góð,onnur ár verri.Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður,tey árini tilgongdin er góð.Men samstundis verður lítið og einki eftir til árini,tá tilgongdin ikki er so góð,og heldur ikki verða vakstrarevnini hjá fiskinum nýtt til fulnar.Úr- slitið verður samanum tikið at minni kemur uppá land,og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig.« »Tað er eitt niðara mark fyri hvussu lítil ein gýtingarstovn- ur kann vera,tá hann ikki longur er førur fyri at framleiða góðar árgangir.Vit vita ikki hvussu lágt hetta markið er fyri tosk á Landgrunninum,og gott tað sama.Eftir sein- astu stovnsmetingunum at døma er veiðutrýstið á tosk sera stórt,og gýtingarstovnurin er í løtuni so lítil at hann bert eina ferð er mettur minni,nevniliga kreppuárini 1990-1993.Hetta er ein støða sum bæði ICES og Fiski- rannsóknarstovan meta vera so álvarsliga at stovnurin mest sannlíkt ikki verður veiddur burðardygt.« FAKTA Nr. 116 - 22. juni 2005 9 Íslendsk ráð til føroyingar: Haldið fast við verandi veiðitrýst Á Útnorður Ráðsins tema- ráðstevnu luttóku politikarar og embætisfólk úr teimum vesturnorðanligu londunum. Helt onkur at fleiri av fyri- lestrunum undir felags heit- inum ‘Fiskivinnupolitiskt samstarv í Útnorði — Fiski- vinnupolitiskir tvørleikar í mun til Europeiska Sam- veldið’ vóru í so svøvntungir, so funnust tó teir luttakarar ið ikki vildu leggja fingrarnar ímillum tá talan er um fiski- vinnupolitiskar áskoðanir uttan fyri fyrilestrar hølini. Sum Sigurjón Þórðarson Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com