Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 116 - 22. juni 2005 Mánakvøldið kom so umberingin frá landsstýrismanninum í innlendismálum, eftir at hann seinasta fríggjakvøld alment hevði undrast á, hvussu tað bar til, at eini rumensk hjún høvdu fingið pláss á Læraraskúlanum. Hetta enntá á degnum, sum skuldi vera ein gleðiligur merkisdagur hjá Daniel og Ioanu Rapa. Løgmaður hevur góðtikið umberingina frá landsstýrismann- inum, og so skuldi friður kanska aftur valdað á økinum. Men spurningurin má skjótt vera, um umberingin í sjálvum sær er nóg mikið. Síðani nýggja samgongan varð skipað, hevur útlend- ingamálið støðugt staðið ovarliga á breddanum. At byrja við einamest í ítróttarheiminum, men síðani hevur málið breitt seg til at fevna um alt útlendingamálið sum heild. Landsstýrismaðurin hevur í hesum støðugt skotið seg undir, at hann noyðist at taka atlit til føroysku arbeiðsmarknað- arviðurskiftini, og at hann sambært donsku lóggávuni á økinum er noyddur at føra ein restruktivan út- lendingapolitikk. Hetta hevur hann sjálvandi eisini allan rætt til, men har ífrá og so til verandi forðingar, sum støðugt verða lagdar fyri útlendingum her á landi, er eitt langt lop. Fleiri dømi eru um útlendingar, sum í longri áramál hava virkað í Føroyum, tí tørvur er á teirra serkunnleika, men sum nú í fleiri mánaðir hava bíðað eftir viðgerð av nýggjari umsókn. Men tekniskar forðingar sum til dømis vantandi umseting av tilmælum frá øðrum myndugleikum hava forðað fyri eini avgreiðslu av málinum. Tað er undir alt lágmark, at slíkar forðingar verða settar bara fyri at gera umsitingina av málsøkinum enn meira tvørliga, enn hon longu er. Talan er í nógvum førum um fólk, sum hava givið føroyingum eitt stórt samfelagsligt íkast, og tað ber ikki til, at vit nú siga, at tað ikki longur er tørvur á teimum. Ella at gera umsitingina somikið tvørliga, at tey av sær sjálvum melda pass. Og tá landsstýrismaðurin samstundis mælir til, at alt máls- økið sum tað er, verður savnað undir innlendismálaráðið, minnir hetta einamest um eina roynd at syrgja fyri, at tvørliga umsitingin kann gerast enn meira tvørlig. Og tá sami landsstýrismaður so kemur við útsøgnum sum henni fríggjakvøldið, verður farið undir alt lágmark. Líka- mikið, hvørjar umberingar síðani koma á borðið, so standa søgdu orðini við. At tað er undrunarvert, at føroyskir lærustovnar skulu taka útlendingar inn. Hetta samstundis sum ein framhaldandi menning av føroysku tjóðini er nærum treytaleyst tengd at teimum útbúgvingarmøguleikum, sum okkara ungdómur hevur uttanlands. Og so skal at enda enn einaferð verða mint á, at tað eru mannalagnur, sum tosað verður um í hesum førum. Kunnu landsins myndugleikar liva við, at teir ígjøgnum sína umsiting gera Føroyar til eitt land, sum bara skal vera fyri tey útvaldu. Kunnu Føroyar liva við tí umdøminum, sum hetta kann geva. Og kann føroyska samvitskan liva við, at fólk verða viðfarin soleiðis her á landi. Tí verður spurningurin, um ein umbering fyri útsagnirnar hjá landsstýrismanninum er nóg mikið. DAGSINS MEINING Sosialurin Er umberingin nóg mikið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jón Ellendersen Eg kundi kanska lati meg ugga við yvirlýsingina frá floksformanninum, Kára P. Højgaard, men við tað at Jógvan við Keldu hevur verið, og er ein maður, sum fyri mær stendur sum tann ljótasta myndin av Føroy- um út móti heiminum, kann eg ikki lata vera at gera nakrar viðmerkingar. Øll tey 14 árini, eg í hesi seinastu umbering búði í Danmørk, var bert ein per- sónur, sum nýtti úttalilsir sum tey, Jógvan við Keldu hevur borðreitt við teir seinastu mánaðirnar og tað er: Pia Kjærsgaard, men Pia hevur tann fyrimunin, at hon er gløggari enn Jógvan, hópin gløggari. Royn bert og lurta eftir honum tá hann fer á tingsins røðarapall: Er eitt mál ikki fløkt áðrenn, so leggi eg høvdið á blokk- in fyri, at tá Jógvan við Keldu hevur viðgjørt málið er tað so fløkt, at eingin skilir eitt hakk av tí heila. Og sum Jógvan sjálvur segði um eitt av sínum egnu málum, aftaná at hann hevði viðgjørt tað á røðara- pallinum: Heldur ikki eg skilji tað! Maðurin skilti ikki so frægt sum seg sjálv- an og tá stendur rættiliga illa til. At tað skuldi verða Jógv- an við Keldu sum blásti í aftur rúkandi eldin frá 80unum tá Óli Breckmann gekk á odda í rasistiskari propagandu í Dagblaðnum, hevði helst fáur vantað, kanska alraminst Jógvan sjálvur, men tað er honum fyri so vítt fyrigivið tí, sum hann jú sigur, so skilir hann ikki seg sjálvan. Tá Jógvan tók við land- stýrissessinum vóru útlend- ingamálini komin so trygt undir land sum tey kundu og einki hóvasták var og fá- ir ella eingir brølarar vórðu gjørdir. Høgni Hoydal hev- ði gjørt eitt vælaverk og tað einasta Jógvan skuldi var, at halda seg til tær avtalur Høgni Hoydal hevði fingið í hús. Men nei! Frá fyrsta degi av traðkaði Jógvan við Keldu væl og virðiliga í køstin og skjótt vóru út- lendingarnir í Føroyum lagdir fyri hatur og vórðu kallaðir arbeiðstjóvar – eis- ini av Ingeborg Winther, alt Jógvani við Keldu at takka. Men nú má tað fáa fylgj- ur fyri landsstýrismannin, tað kann ikki bera til at ein maður í so høgum starvi kann sleppa snikkaleysur frá beinleiðis at diskrimi- nera hjúnini Rapa og eisini leggja tey undir at stjala lærupláss frá føroyingum. Higartil hevur løgmaður góðtikið alt, Jógvan við Keldu hevur borðreitt við, men góðtekur hann hetta, sær tað illa út hjá javnaðar- flokkinum sum knappliga eru vorðnir stuðlar rasis- munnar og á sama lágmarki sum Dansk Folkeparti og Pia Kjærsgaard, le Pen og Heider, Sjirinovskij og Glistrup. Tað dugi eg illa at ímynda mær, at javnaðar- fólk og ikki minst løgmað- ur sjálvur vil hava sitandi á sær. Eg kann tí ikki gera annað enn at endurtaka orðini hjá egna floksfor- manni: Hvussu nógv sjálv- mál kann ein landsstýris- maður gera, áðrenn tað fær fylgjur? Tað Rapahjúnini hava megna er júst tað sama sum stendur föroyingum í boðið í óteljandi londum uttan at nakar skuldsetur okkum fyri at stjala lærupláss frá upprunafólki landanna. Tí er, má og skal tað vera ó- hugsandi, at vit föroyingar fara við útlendskum gest- um á slíkan hátt. Hjúnini Rapa og allir hinir útlend- ingarnir í Föroyum eru so hjartaliga vælkomnir, tí all- ir geva teir nýggjan íblást- ur, ríka okkara egnu ment- an við tað, at vit læra um teirra mentan og so gevur tað okkum möguleikan at vera tað, sum vit altíð hava borið orð fyri at vera: Eitt hitt gestablíðnasta fólkið í Evropu! Ikki minst suð- ringar, har tíanverri er vent í holuni við úttalilsunum Ingeborg Winther kom við um útlendingar í Föroyum. Men, tað er ein uggi og tað er, at fólk – föroyingar – sum hugsa soleiðis um út- lendingar eru óupplýst, ræðuskýtar, afturlatin og tápulig. At tað júst skuldi verða so, at hjá landsstýris- manninum í innlendismál- um rökk kærleikin, gesta- blíðni og umsorganin ikki útum gáttina í Betesda í Klaksvík er bert spell og ring umtala hjá eini sam- komu, sum eigur nógv valafólk sum hevur gjört nógv fyri landið og fólkið. Tað kann so vera, at tann dagin undirvíst var í næsta- kærleika har Jesus m.a. sigur, at tað, tit gera móti einum av mínum minstu, tað gera tit móti mær, ja júst tann dagin var Jógvan farin at spæla herförari yvir sínum 17 kjálkamuðum norðuri í Klaksvík. Nú er farið at Rapa fyri Jógvan við Keldu