mikudagur 22. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tá tosað verður um
oljuvinnu, standa vit í
somu støðu sum Bol-
ivia. Vit hava hvørki
serkunnleikan ella
váðafúsa kapitalin til
at standa fyri arbeið-
num sjálvi, og mugu
tí hava útlensk feløg
inn at taka sær av
hesum, sigur Bogi
Eliasen millum annað
VINNUANALYSA
Bogi Eliasen
Seinastu vikurnar hevur
Bolivia verið á breddanum.
Talan hevur verið um mót-
mælisgongur og innlendis
ósemju, sum nú hava fingið
forsetan, Carlos Mesa úr
sessinum. Ein stórur partur
av stríðnum snýr seg um
náttúruríkidømi, í hesum
føri serliga gass og olju.
Hesin forsetin var tó bert
varaforseti, og sat fyri upp-
runaliga valda forsetan
Gonzalo Sanchez de Loza-
da, sum fór frá vegna somu
trupulleikar fyri 20 mánað-
um síðan. Bolivia er kent
fyri serliga nógv stjórnar-
skifti og ikki minst kvett.
Landið verður mett, at
verða tað fátæksta landið í
Suðuramerika og er á
listanum yvir 18 londini,
sum sambært semjuni mill-
um sonevndnu G8 londini,
fáa skuldina avskrivaða í
næstum.
Fátæku krevja sítt
Tey sum mótmæltu harðast,
tey fátæku, krevja at fáa
ágóða úr hesum vinnum,
meðan ríkari parturin av
landinum, og serliga har
sum gass og oljuvinnan er,
ikki ynskja at plága feløgini.
Hjálandasøgan eigur eisini
ein stóran leiklut her. Tey
fátøku, sum sjálvdan fáa
nakran ágóða av at útlensk
feløg koma inn, settu nú
føtur í spenn. Í teirra eygum
hava tey fyrst verið rænd
sum hjálond, og síðan hevur
lítð og einki av náttúru-
ríkidøminum verið brúkt til
landsins
menning.
Ein
fólkaatkvøða var um hetta í
juli í fjør, og tá var tað
meiriluti fyri at skatturin
skuldi setast til 50% og inn-
tøkurnar brúkast til heilsu-
verkið, útbúgving, vegakerv
og at skapa meira arbeiði.
Hóast avtalan er, at pening-
urin sum kemur inn í skatti
frá útlensku oljufeløgunum,
skal fara til millum annað at
betra um heilsuverkið, so
mettu mótmælisfólkini ikki
at tað var nóg mikið, og
hørð krøv hava verið um at
tjóðartaka allan ídnaðin.
Lógin var til viðgerðar, nú
alt rumblið kom. Ríkari
parturin av landinum og
samstundis har sum olju og
gassvinnan er, hava sam-
stundist kravt autonomi, fyri
at verða leysari av fátækra
partinum av landinum, og
helst eisini roynt at sleppa
undan herðingunum á olju-
vinnuna. Tí bleiv stríðið so
hart og fløkt.
Sosiala ábyrgdin
Uttan at fara í smálutir við
júst Bolivia, so er hetta
afturvendandi søgan um, at
útlensk feløg ikki taka
sosiala ábyrgd, ella í hvussu
so er fólksins fatan at tey
ikki gera tað. Men hví
skulu tey tað? Tað noyðast
tey heldur ikki. Tey hava
fullan rætt til at arbeiða út
frá settum treytum, og so
royna at vinna so nógvan
pening sum gjørligt. Vinnu-
feløg hava jú sum endamál
at vinna pening og onkurs-
vegna at hava størst møgu-
ligt avlop. So sigast kann,
at um tey nú leggja skatt
eftir seg, má tað verða í
ordan. Men so einfalt er tað
ikki. Oljufeløg er ofta sterk,
og støðan í londum sum
Bolivia er, at antin eru ikki
strangar umhvørvisreglur,
ella verða tær ikki fylgdar.
Tí hevur tað fylgjur fyri
lokalsamfeløgini, tá slík
vinna er.
Sammett við okkum
Vit kunnu eisini samanbera
støðuna við okkara egnu
oljudreymar. Vit hava lagt
nógv orku í at finna eina
miðju, sum fær okkum sum
mest burturúr, samstundis
sum oljufeløg skulu var-
veita áhugan. Vit kenna tað
tað eisini frá okkum, at vit
vilja tryggja at eisini før-
oysk arbeidspláss koma
burturúr, at føroyskur ser-
kunnleiki verður mentur og
so ikki minst tann víðagitna
keikantsreglan. Vit standa í
somu støðu sum Bolivia,
vit hava hvørki serkunn-
leikan
ella
váðafúsa
kapitalin til at standa fyri
arbeiðnum sjálvi, og mugu
tí hava útlensk feløg inn at
taka sær av hesum.
Stóri munurin er, at vit
hava eitt rímiliga vælvirk-
andi samfelag. Í Bolivia
ganga fólk svong, samfel-
agsskipanin er út av lagi
vánalig, samstundis sum
oljufeløg, í fólksins eygu,
spinna gull uppá fólksins
ogn.
Tað hjálpir heldur ikki
upp á støðuna at t.d span-
ska Repsol, er eitt av stóru
feløgunum, sum beinleiðis
leiðir tankarnar aftur á hjá-
landatíðina.
Ein
annar
nærum
ónevndur trupulleiki er, at
fleiri av grannalondunum
eru tengd at bíliga bolivi-
anska gassinum, og tí
kunnu koma í trupulleikar
um framleiðslan steðgar.
Tænir feløgunum at
taka ábyrgd
Sum sagt í byrjanini lýsir
íkomna støðan at altjóða
feløg, bæði av samvisku,
men eisini fyri egna skuld,
áttu at hugsað meira um at
verða við í lokalu menning-
ini, har tey virka. Oljufel-
øgini hava heilt vist verið
væl nøgt við at skula gjalda
18% í skatti og tí hevur
Bolivia, hóast buldraligt
politiskt, verið áhugavert.
Um feløgini, t.d. tí at støð-
an er so ring í Bolivia, av
sínum eintingum høvdu
boðið sær til at goldið
onnur 5% til t.d. útbúgving,
høvdu tey bæði passa
arbeiði, tikið sosiala ábyrgd
og verið við til at ment
landið, og av sær sjálvum
gjørt góða marknaðarfør-
ing. Hetta kenna vit aftur úr
oljugrunnunum í Føroyum.
Hvat hendir í Bolivia
Hvat úrslitið verður í
Bolivia, er ilt at meta um.
Nú verður helst forsetaval í
næstum, og kemur and-
støðuleiðarin Morales í
sessin, so verður stórt trýst
á at tjóðartaka ídnaðin.
Trupulleikin verður í hes-
um føri, at landið ikki hev-
ur styrki við førleikum á
økinum. Hinvegin so er
Bolivia, sum sagt á listan-
um yvir lond, sum fáa strik-
aða sína skuld. Tí merkir
hetta, í hvussu so er, at
Bolivia fær ein møguleika
at byrja av nýggjum.
Bolivia - Kreppan:
Tá altjóða feløg ikki taka sosiala ábyrgd
Oftani kann tað tæna stóru feløgunum, um tey av sær sjálvum
vísa samfelagsliga ábyrgd
Nr. 116 - 22. juni 2005
11
Hetta skal nú ikki vera
nøkur lektión í bú-
skapi. Men tá vit tosa
um eitt hall á umleið
kr. 500 mió hjá lands-
kassanum, so er orsøk
til at ansa eftir
VINNUSÍÐUKRONIKK
Gordon Ejdesgaard
Mær vitandi, er kjakið um
oljustudning til rækjuflotan
gott. Men hvar er kjakið um
hallið á fíggjarlógini ella
tær kr. 500 milliónirnar. Og
sum skulu lánast, fyri so at
skula gjaldast aftur.
Skal landskassin ikki
framhaldandi hava hall
skulu munandi broytingar
gerast í búskaparpolitikk-
inum. Her er ein møguleik-
in sparingar og herundir
uppsagnir. Annar møguleiki
kann vera at økja lands-
kassans inntøkur. Tað merk-
ir øktan skatt og avgjøld.
Triði møguleikin kann vera
at fíggja eitt undirskot við
lánsbrøvum t.e økja lands-
kassans
skuld.
Brúkar
landsstýrið henda triðja
møguleikan fær landsstýri
eitt "timeout". Eina tíð at
hugsa seg um í áðrenn
broytingarnar
hóast
alt
skulu gerast. Og eingin
grund er til at trúgva, at
fiskivinnan kann vera við
til at loysa trupulleikan. Til-
mælini fra ICES og Fiski-
rannsóknarstovuni eru ikki
bjørt.
Men óansæð kostin so er
hann herskin.
Ein kann spyrja: jamen,
er tað bara lagi, at vit, børn
sum vaksin fáa eina rokn-
ing uppá 11 túsund krónur-
fyri fyrst? Peningurin skal
jú gjaldast fyrr ella seinni.
Hetta samstundis sum vit
hava ein skattalætta koyr-
andi. Skil hvør ið kann,
men sum búskaparfrøðing-
ur, standi eg sum kánus.
Her er okkurt "rav ruskandi
gali". Tað sum mær tykist
serliga galið er, at hallið
kemur, at síggja til, óvanta.
Skulu vit veruliga hava
mist fótafesti á Trælanýp-
uni
áðrenn
veruleikin
verður ásannður?
Alt bendir á at vit hava
ein sera veikan búskapar-
politikk. Ella ein óruddu-
ligan og óskipaðan búskap-
arpolitikk. Eg vil fegin
taka tráin upp eftir R. Nón-
fjall í kjakinum um hesi
viðurskiftið og um polit-
iskar avgerðir ella mangl-
andi avgerðir. Hvaðani
stavar hallið? Neyvan frá
fólkapensiónini.
Hevði
landsstýrið t.d. ikki givið
skattalættan, var hallið
munandi minni. Og hvussu
nógv arbeiðspláss hevur
skattalættin givið?
Ein kann fáa illgruna um
at mistøkini verða endur-
tikin. Ein kann kanska kalla
tað reglubundin mistøk.
Men óansæð um talan
um reglubundin mistøk og
ikki óhapp, so eigur frá-
greiðingin at fyriliggja. Vit
tosa jú um at hava mist 5
(fimm) rækjuskip á 100
milliónir, um vit sammeta.
Hetta eftir einum ári.
Í so fall talan er um
reglubundin mistøk, hava
vit mist fótafesti. Og
kunnu veittra farvæl til
Trælanípuna.
Tí vit eru á veg til botns!
B ú s k a p a r f r ø ð i n g a r
plaga at mæla til ein javnan
vøkstur í búskapinum, lágt
arbeiðsloysi og javnvág á
fíggjarlógini.
Her hava vit lítlan óstóð-
ugan vøkstur (um nakran),
høgt
arbeiðsloysi
og
knappligt ógvusligt hall á
fíggjarlógini- og tað gerst
møguliga verri.
Hvørki bløð ella kring-
varp hava, mær vitandi,
kannað fíggjarliga trupul-
leikan og avleiðingarnar av
hallinum fyri samfelagið.
T.d.: Hvat kann henda, um
eingi tiltøk verða sett í
verk?
Ongin kanning, eingir
spurningar og umleið 100
fólk starvast í kringvarpin-
um. Fjølmiðlafólk okkara,
sum eg síggi tingini, seta
kikaran fyri blinda eyga.
Ella eru fjølmiðlar okkara
við at gerast ein samlað
tabloidpressa við speciali í
túnatosi?
Búskaparpolitikkur,Trælanípan og tabloidpressan