Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Frida Winther, Vágur, andaðist á Suðuroyar ellis- og røktarheimi fríggjadagin, 93 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi týskvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju mikudagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Fridu, kunnu lata Suðuroyar Elllis- og Røktarheimi eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. Harry Johansen, Lamba, andaðist mánadagin, 85 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapell- inum mikudagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju hósdagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Kelda: Útvarp Føroya Andlát og jarðarferðir Dagurin 22. juni. 10.000 blóðvitni. Allir í eini herdeild hjá keisaranum Hadriani gjørdust kristnir. Eftir miklar pínslur vórðu teir krossfestir á einum fjalli, summi siga á Ararat. Í dag 22. juni hevur Tór- bjørn Petersen í Hoyvík 40 ára starvsdag hjá P/F Mari Poulsen sum rør og blikk- smiður. Tórbjørn er 57 ára gamal og klakvíkingur, sonur Karin, sum var av Norðoyri og Mathias Petersen, ið var av Selatrað. Eftir lokna skúlagongd fór hann, sum teir flestu klaksvíksdreingir tá, til skips, og var tað við trolar- anum Sjúrðaberg. Hann sigldi í eitt ár og fór so í land og fekk lærupláss hjá Jákupi Jacobsen, ella sum klaksvíkingar siga, Jákup Blikk. Hann lærdi har í umleið eitt eitt ár og søkti so lærupláss P/F Mariu Poulsen í Havn. Hann flutti til Havnar 21. juni 1965, og byrjaði at læra dagin eftir, 22. juni 1965, sum rør og blikksmiður. Verkstaðsleið- ari tá var Martin Vilhelm- sen, sum í dag býr í Brøttu- brekku - undir Varða. Mart- in kom í læru í 1935, men mátti gevast í 1970 vegna sjúku. Hann verður 88 ár í oktober í ár. Í 1977 bleiv Tórbjørn settur sum verkstaðsleiðari, tá Hákun Mortensen fór í annað starv. Hákun byrjaði at læra í 1945 og var verk- staðsleiðari í mong ár. Sjeytiárini høvdu stórar samfelagsbroytingar her heima, og Havnin merkti eisini til rembingarnar. Øll tey stóru virkini í býnum og úti á Eystaru bryggju fluttu út úr býnum. P/F Maria Poulsen fyldi eisini við, og í 1982 flutti verkstaðurin og VVS handilin í nýggjan stóran virkisbygning á Hálsi. Í 1988 flutti verk- staðurin aftur, tá granna- bygningurin hjá P/F Hans M. Reinert varð keyptur. Øll hesi árini var Tórbjørn verkstaðsleiðari. Hann hevur havt nógv fólk undir sær, og nógvir lærlingar vórðu útlærdir, meðan hann hevði leiðsluna. Tórbjørn var meistari í samfull 22 ár, og hevur hann tey seinnu árini arbeitt úti. Honum dámar væl smáumvælingar, og hava nógv havnarfólk kent til hansara sera góðu hendur, og hansara góðu ráð og vegleiðingar. Tórbjørn er giftur Annu f. av Reyni, dóttir Finu og Sigird. Tey eiga 4 børn, tvær gentur og tveir dreing- ir. Anna og Tórbjørn eiga 5 ommu- og abbabørn. Í sambandi við 40 ára starvsdagin verður móttøka hjá P/F Mariu Poulsen mikudagin 22. juni frá kl. 15-17, har øll eru væl- komin. Kunngjørt verður, at kæri bróður og mammubeiggi okkara Hanus Danielsen er farin heim til Harran, 64 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl. 14. Elin, Karl og Chris Kunngjørt verður, at kæra systir, mamma, vermamma, omma og langomma Jutta Heinesen fødd Mikkelsen Klaksvík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnukvøldið 19. juni 2005, 81 ára gomul. Kistan fer úr Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í Christianskirkjuna mikudagin 22. juni klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin 23. juni klokkan 13.30. Fyri tey avvarðandi Sára og Sigrun Tórbjørn Petersen, Hoyvík: 40 ára starvsdag hjá P/F Mariu Poulsen Føroya Læraraskúli: Nýggir lærarar útskrivaðir Fríggjadagin 17. juni vóru nýggir lærarar útskrivaðir av Føroya Læraraskúla. Fremra rað: Beinta Berthelsen, Strendur, Halldóra Dam, Tórshavn, André Frederiksberg Danielsen, Strendur, Brynhild Würdig Djurhuus, Strendur, Heidi Vinther Egholm, Tórshavn, Annika Eidesgaard, Tórshavn, Katrin Jacoba Erlendsdóttir, Hoyvík, Randi Louisa Nolsøe, Tórshavn, Bjarti Suni Dalheim, Tórshavn, Elisabeth Hansen, Leirvík, Debora Hjelm Nielsen, Sørvágur Aftara rað: Andrea á Regni Højgaard, Hanna Y.S. Høgnesen, Leirvík, Alis Jóna Højsted, Funningur, Annelisa S. Joensen, Argir, Kenny Joe Jensen, Tórshavn, Herit Joensen, Vestmanna, Tordis Johannesen, Tórshavn, Marjun Jørgensen, Tórshavn, Rubek S. Lilaa, Tórshavn, Joana Rapa, Vestmanna, Regin Tausen Midjord, Daniel Rapa, Vestmanna, Beinta G. Olsen, Tórshavn, Kristian A.S. Olsen, Tórshavn, Rigmor M. Rasmussen, Skáli, Hjørdis Ryggshamar, Vágur, Anja S. Samuelsen, Klaksvík, Sigrid K. Vang, Oyrarbakki Mynd: Bárður