Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 116 - 22. juni 2005 Hjáveiðan av upsa var størri í íslendskum sjógvi enn í føroysk- um sjógvi. Í íslendsk- um sjógvi var hjáveiðan av toski 0,7%, men eingin toskur var uppí veið- ini í føroyskum sjógvi HJÁVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í tíðarskeiðinum, 24. mai til 5. juni, vórðu royndir gjørdar umborð á Næraberg sum høvdu til endamáls at kanna hjáveiðina í flóti- troli. Tað var Fiskirann- sóknarstovan, sum stóð fyri hesum royndunum og Súni Lamhauge, sum starvast hjá stovninum, hevur skriv- að frágreiðing um túrin. Endamálið við royndun- um umborð á Nærabergi var at kanna hjáveiðina av øðrum fiskasløgum á ein- um vanligum svartkjafta- túri í mai/ juni. Ymisk hál Royndirnar vístu, at í miðal var hjáveiðan av upsa 3,3%. Men spjaðingin var stór; eitt hálið var hjáveið- an 0,6% og eitt annað hálið heili 14,9%. Fyri túrin var hjáveiðan sløk 71 tons av upsa, harav 10 tons vórðu veidd í føroyskum sjógvi og 61 tons í íslendskum sjógvi. Súni Lamhauge vísir á, at hetta svarar til eitt vektað miðal av fiskaðari nøgd upp á 2,2% í føroyskum sjógvi og 3,6% í íslendsk- um sjógvi. Eingin hjáveiða var av toski í føroyskum sjógvi, men í íslendskum sjógvi var hjáveiðan av toski 0,7%, sum svarar til 14,7 tons. Nærum eingin hjáveiða var av øðrum fiskasløgum. Mælir til rist Eftir hesa royndina við Nærabergi, verður enn einaferð mælt til at fáa rist til flótitrol at rigga sum skjótast, soleiðis at tann stóri fiskurin kann skiljast frá tí smáa, sum fiskað verður eftir. - Neyðugt er eisini at kanna hjáveiðina í øðrum tíðarskeiðum av árinum, sigur Súni. Á túrinum við Nærabergi hevði skipið; flótitrol frá Egersund (1632 m.) við svartkjaftaposa (30 m.) við 50 mm. meskum, Tyborøn- lemmar (14 fermetrar hvør) og ketur, sum vigaðu 2,8 tons hvør. Sonda, sum mát- ar dýpi, hita á troldýpi og fjarstøðu millum keturnar – og síðan vóru tríggir sen- sorar á posanum. Sýnistøka Súni Lamhauge vísir í síni frágreiðing um túrin á, at heildarveiðan fyri hvørt hálið varð mett av for- manninum á verksmiðjuni, eftir at veiðan var komin í tangarnar. - Vit tóku eitt sýni á seks kurvar, meðan veiðan varð arbeidd. Kurvarnar vórðu tiknar tilvildarliga, meðan arbeitt varð. Miðjað varð eftir at taka hesi sýni í byrjanini, í miðjuni og í endanum í hvørjum háli. Hann sigur, at hesar seks kurvarnar svaraðu til Hjáveiðan av upsa við Nærab Maður stendur við flutnings- bandið og skilir annað fisk burtur úr svartkjaftinum. Einki fer tó í havið aftur