Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 116 - 22. juni 2005 Arbeiða saman um at gera eina rist til flótitrol - Tað er nógv torfør- ari at staðfesta hjáveiðina umborð á teimum nótaskipum, har fiskurin verður pumpaður upp í skipið. Teir pumpa eini 1000 tons um tíman, og tá ber illa til neyvt at staðfesta, hvussu nógv hjá- veiða er uppi í veið- ini, sigur Súni Lam- hauge, sum heldur, at royndirnar um- borð á Nærabergi, sum tekur trolið inn, geva eina góða mynd av støðuni RIST Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir royndirnar, ið Súni Lamhauge, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni, hevur gjørt umborð á Nærabergi við at kanna hjáveiði í flótitroli, verður enn einaferð mælt til at fáa rist til flótitrol at rigga sum skjótast. Hóast royndirnar, sum higartil eru gjørdar at kanna hjáveiði av eitt nú upsa og toski í flótitroli, ikki vísa tey heilt stóru tølini, verður tó mett, at vit ikki eiga at síggja burtur frá teirri nøgd av fiski, sum endar í veiðini hjá hesum parti av flotanum. Mælt verður tí til, at tann stóri fiskurin kann skiljast frá tí smáa, sum fiskað verður eftir. Rist á veg Súni Lamhauge veit at siga, at Fiskirannsóknar- stovan, Trolvirkið Vónin í Fuglafirði og felagið Nóta- skip, sum er felagið hjá hesum stóru trolarunum, eru farin undir eitt sam- starv, sum hevur til enda- máls at gera eina rist, sum loysir trupulleikarnar við hjáveiði hjá nótaflotanum. Hann sigur, at ristin er roynd umborð á onkrum av nótaskipunum, og hann vónar, at komið verður undir land við hesum ar- beiði, áðrenn langt um líður. - Samstundis, sum ar- beitt verður við loysn av trupulleikunum við hjá- veiði, verður eisini neyð- ugt at kanna hjáveiðina ymiskar tíðir av árinum. Hann sigur, at tað ser- liga er seint um heystið og tíðliga á sumri, at hjáveiða er uppi í veiðini hjá nóta- flotanum. - Hvussu hetta hongur saman, veit eg ikki við vissu, men hetta kann hava samband við, hvussu fisk- urin, sum endar í flótitrol- inum, ferðast hesar tíðír av árinum. Súni sigur, at tað er ikki bert í Føroyum, at fokus verður sett á hjáveiðina hjá nótaflotanum. - Bæði í Íslandi og Nor- egi hevur hesin spurningur eisini verið nógv frammi, sigur hann. Góð mynd Spurdur, hvussu tað ber til, at kanningarnar av hjáveiði nú á øðrum sinni í eitt hálvt ár eru gjørdar umborð á Nærabergi – og ikki um- borð á øðrum nótaskipum, sigur Súni, at orsøkin er, at umborð á Nærabergi taka teir trolið inn. - Tað er nógv torførari at staðfesta hjáveiðina um- borð á teimum nótaskip- um, har fiskurin verður pumpaður upp í skipið. Teir pumpa eini 1000 tons um tíman, og tá ber illa til neyvt at staðfesta, hvussu nógv hjáveiða er uppi í samlaðu veiðini. Súni Lamhauge heldur, at kanningarnar umborð á Nærabergi tískil geva eina góða mynd av, hvussu støðan við hjáveiði er. - Kanningarnar umborð á Nærabergi geva eina góða mynd av hjáveiðini av øðrum fiskasløgum, sigur Súni Lamhauge bergi var 3,3% umleið 200 kilo fyri hvørt hálið, og útfrá hesum varð hjáveiðiprosentið roknað av fiski, sum var smærri enn svartkjaftur. - Ein maður stóð við eitt flutningsband og skilti all- an "stóran" fisk, ið ikki var svartkjaftur, frá. Tað vil siga, at sýnið av fiski, ið var størri enn svartkjaftur, varð um 100%, sigur Súni. Skiftandi veiða Um túrin annars, sigur umboðið hjá Fiskirann- sóknarstovuni, at hesin var 14 dagar gamal, tá ið hann kom umborð. - Sambært veiðidagbók- ini hevði Næraberg fiskað 2.070 tons, ið svarar til um- leið 370 tons av surimi og 90 tons av mjøli, tá ið eg kom umborð. Súni kom umborð á Fuglafirði, 24. mai, tá ið skipið var inni eftir pakn- ingi. - Miðalvektin av svart- kjaftinum hevði verið mill- um 92 og 110 g. fyri hvørt hálið. Eftir at Súni var komin umborð, sigur hann í frá- greiðingini, at tóvini vóru uppí stívliga 12 tímar. Hitin í troldýpinum lá millum 2,9 og 7,7 stig, og tóvferðin lá millum 2,6 og 4,5 míl. - Hendan partin av túrin- um lá veiðinøgdin millum 10 og 150 tons fyri hvørt hálið, sum svarar til 1,6- 28,7 tons fyri hvønn troltíma. Samlaða veiðan hendan partin av túrinum var 2.120 tons, sum vórðu virkað til surimi og mjøl, sigur Súni Lamhauge. Her hevur Næraberg, sum tekur trolið inn eftir hvørt tóg, gjørt eitt stórt hál