Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 3 - 6. januar 2000 ÓLAVUR Í BEITI Tá ið Sosialurin hevði skip- aran á »Gormi« í telefonini mikumorgunin, lá vaktar- skipið á Klaksvík. Týsdagin var »Gorm« á Sørvági at kanna umstøðurnar viðvíkj- andi hvalinum, og hvussu hann kundi fáast av aftur Sandinum, har hann liggur væl og virðiliga boraður í sandinum, men tá varð einki gjørt, tí eingin endi var um- borð á vaktarskipinum, sum rakk. Tað er nú soleiðis vorðið, at illa slepst til hvalin fyri marbakkanum, og so liggur hvalurin óvanliga langt »heima« á Sandinum, sum sagt verður í bygdini. Skiparin á »Gormi«, Jul- ian Martin Juul, sigur, at frá marbakkanum til hvalin eru einir 650 metrar, og tá ið vaktarskipið ikki fær komið nærri marrubakkanum enn einar 100 metrar, verður frá- støðan einar 750 metrar millum skip og hval, og so langan enda hava teir ikki JÓGVAN HUGO GARDAR, OSLO Kjell Inge Røkke og felag hansara, Aker RGI, kunnu í fyrstu atløgu taka tað púra róligt. »American Triumph«, sum síðani fyri jól hevur ligið við bryggju, meðan rætturin viðgjørdi kravið, er nú leyslatin aftur, og kann fara til fiskiskap aftur. Tríggir amerikanskir sjó- 750 metrar millum Gorm og hval Eingin endi fekst á hvalin á sandinum í Sørvági, tá Grom týsdagin royndi at fáa hvalin til havs. Hann liggur 650 metrar frá marbakkanum - og Gorm- ur hættar sær ikki nærmari bakkanu enn 100 metrar umborð á skipinum. Tað longsta er eitt togverk uppá 220 metrar, sigur Julian Martin Juul. – Og heldur ikki í allari oynni var gjørligt at fáa nakran enda, sum var so langur, at hann rakk, leggur skiparin á »Gormi« aftrat. 15,60 metrar langur Ætlanin er tá at fáa hvalin av aftur Sandinum í Sør- vági, men nær tað verður er ikki gott at siga. Vaktarskipið »Gorm« hevur nú útgerðina tøka, so nú er bert at bíða eftir, at veður verður at fáa endan á hvalin og toga hann langt út aftur á hav, haðani hann helst er komin. Ein skúlaflokkur í Sør- vági hevur verið og mált hvalin, og sambært hesum er hann 15,60 metrar langur. Einki hevur verið at hoyrt um, hvat hetta er fyri ein hvalur og heldur ikki er lætt at meta um tað, tí hann er nakað illa farin. menn, sum hava verið við ”American Triumph” kravdu endurgjald fyri at trolarin líka síðáni 1987 skal hava fiskað við einum loyvi, sum er givið á skeiv- um grundarlag. Tann amerikanski dómar- in vísti burtur grundarlag- num fyri kravinum. Nú um- hugsa teir tríggir sjómenn- inir, um teir skulu skjóta av- gerðina inn fyri hægri rætt. Røkke vann í USA Teir tríggir amerikansku sjómenninir sum hava kravt endurgjald frá Røkke- trolaranum ”American Triumph” vunnu ikki fram í rættarsalinum. Eingin nóg langur endi var í Vágum, og tí fekk vaktarskipið Gormur ikki hálað hvalin av sandinum í Sørvági. Hvalurin liggur 650 metrar frá marbakkanum - og ikki er ráðiligt hjá skipi at koma nærmarin bakkanum enn 10 0 metrar S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Hvar er virðingin fyri fólkaræðinum? SÁRINI í samgonguni eru lekt á hesum sinni. Hetta skuldi í hvussu er „løgni“ tíðindafundurin í Tinganesi í vikuni vátta. Tó at úttalilsini hjá tjóðveldistingmanni í blaðnum í dag ber boð um nakað heilt annað. Gjáramorgunin bedýr- aði Sjálvstýrisflokkurin, at hann hevur fram- vegis fult álit á samgongini og politiska setn- ingi hennara, og flokkurin segði seg vóna, at floksfelagarnir gjørdu tað sama. MEN tað er væl skilligt, at Sjálvstýrisflokkurin tók ákærurnar ímóti Helenu Dam á Neystabø upp á hægsta floksstigi. Hon er jú skuldsett fyri at lúgva tilvitað, eins og hon er skuldsett fyri at fyrireika tey mál, hon leggur fyri Tingið, út av lagi vánaliga. Málini hava verið tunn og piðað, skrivaði ein samgongufelagi hjá Sjálv- stýrisflokkinum millum jólanna. Og nakað er um tað, men hetta gloymdi Anfinn Kalsberg, løgmaður, tá hann eftirtíðindafundin mánadagin gav samgonguflokkunum av grov- fílini fyri ikki at hava nakra floksdisiplin ella nakra veruliga organisatión. ORSØKIN er hon, at landsstýrisflokkarnir fáa mál hjá samgonguni at viðgera, men at flokk- arnir venda ikki aftur við nøkrum viðmerk- ingum ella broytingum til uppskotini hjá lands- stýrinum. Tí verður landsstýrisflokkaviðgerðin í nevndunum. Í sambandi við pensjónsmálið í Trivnaðarnevndini. MEN í hesum viðfangi skal verða viðmerkt, at løgmaður hevur ikki nóg stóra virðing fyri fólkaræðinum, tí tingið og tingnevndirnar eru ikki bara samgonguflokkarnir, men eisini and- støðuflokkarnir - og teir skulu eisini virðast. Somuleiðis skal viðgerðin í nevndunum - í hesum føri Trivnaðarnevndini - taka ta tíð, tað tekur at viðgera eitt mál. SANNLEIKIN um alt pensjónsmálið er, at tað hevur haltað við fyrireikingunum frá byrjan. Sjálvandi skuldu sjálv pensjónslógin og lógin, sum ásetir pensjónsupphæddirnar, verið lagd- ar fram samstundis - tær hanga jú saman. Ella í øllum førum skuldi ásetingarlógin verið løgd fram á ólavsøku, sum landsstýrismaðurin lovaði, tá pensjónlógin varð viðgjørd síðsta vár. Men hon kom ikki Tingið fyrr enn síðst í november, og tá vóru ongar konsekvens- útrokningar við. Tí kann ikki sigast annað, enn at málið var illa fyrireikað, og tað er skilligt, at formaðurin í Trivnaðarnevndini iðrar seg um, at hann í heila tikið lat málið verða skrum- blað gjøgnum Tingið. SAMGONGAN vil hava almenningin at halda, at hon hevur funnið stevið aftur - men ikki kann sigast, at landsstýrið ella Tingið liva upp til alt, sum varð sagt og lovað, tá nýggj stýris- skipanarlóg varð gjørd, og tingmenn fingu lønarhækkan. EIRIKUR LINDENSKOV – Samgongutingmenninir eiga einsamallir alla á- byrgdina av vánaliga úrslit- inum av nýggju fólkapen- sjónini. Hetta siga tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm og Krist- ian Magnussen í hvassari viðmerking í blaðnum í dag. – Tað er ikki landsstýris- konan, sum hevur ábyrgd- ina av, at hetta ófullfíggjaða og vánaliga lógaruppskotið varð skrumblað ígjøgnum og gjørdist løgtingslóg. Hinvegin er tað løgtings- meirilutin, samgonguting- menninir, sum fuskaðu eitt lógaruppskot – sum eingin kendi avleiðingarnar av – ígjøgnum, siga javnaðar- tingmenninir. – Vit hava ávarað… Tingmenninir undrast á, at tað júst eru hesir somu tingmenn (Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, blðm.) sum nú koyra so hart á Helenu Dam á Neystabø. – Teir hava sjálvir havt allar møguleikar at rættað teir nógvu skeivleikarnar og óhepnu avleiðingar av lógini. – Vit hava ávarað teir ferð eftir ferð. Vit ráddu teimum til ikki at fuska uppskotið ígjøgnum, men at taka okk- um alla ta tíð, sum kravdist, fyri at geva uppskotinum ta neyðugu viðgerðina í Trivn- aðarnevndini, siga javnað- artingmenninir, sum báðir eru limir í løgtingsins trivn- aðarnevnd. Javnaðartingmenninir vísa eisini á, at hóast tjóð- veldistingmenninir, sum eisini limir í Trivnaðar- nevndini, leikaðu í, so vóru teir sera positivir í teirraa meririlutaáliti til sjálva pen- sjonslógina í vár. Tá søgdu teir: ”Lyklaorðini til hesa nýggju pensjónslóggávu er einfald- og nútímans- gerð, umframt tillaging til føroysk viðurskifti.” Hetta halda javnaðarting- menninir lítið um. – Og hvat siga teir nú um somu lóg? Óðamannaverk og lortablæur. Men ikki fyrr enn teir hava hoyrt umboð fyri brúkararnar kolldøma lógina og kalla hana krypl- aða og eitt makkverk. Nú hava vit so hoyrt og sæð, at teir aftur einaferð eru flongdir upp á pláss av løgmanni og øllum lands- stýrinum. Virða ikki egin ráð Hans Pauli Strøm og Krist- ian Magnussen halda tað eisini vera alla átalu vert, at landsstýrið ikki hirðir at spyrja egin ráð og nevndir, so sum Eldraráðið, Ráðið fyri Brekað o. o viðkomandi ráð, so sum Landsfelag Pensjónistanna og Megin- felag teirra Brekaðu, til ráðs. – Eingin av hesum hevur havt møgueleikar at seta seg 9inn í hesar stórbroytingar ella koma við viðmerking- um, tíansheldur at verða tik- in upp á ráð, siga teir. Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað vísti herfyri í Sosialinum á, at ráðið als ikki hevði sæð pensjónslóg- aruppskotið áðrenn tað fór í tingið, hóast Helena Dam á Neystabø fleiri ferðir hev- ur sagt, at lógaruppskotið hevur verið viðgjørt í ráð- num. Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm harmast eisini um, at samgongu- meirilutin hevur gjørt hetta málið til eitt stríð millum andstøðu og samgongu – til eitt óverdugt klandursmál. Helena komin alt ov seint við málinum Finnur Helmsdal stendur fast við allar ákærurnar móti Helenu Dam á Neystabø. Hann heldur tað vera skeivt av løgmanni at tveita á- byrgdina yvir á tinglimir. Formaður Tjóðveldisfloks- ins, Heini O. Heinesen, er púra samdur við Finni Helmsdal. Hann vísir á, at vit í Føroyum hava ráð- harraábyrgd, og tí er tað landsstýriskvinnan, ið hevur fulla ábyrgd av óskilinum. Finnur Helmsdal ásannar, at hann átti at gjørt óvus- ligari vart við ónøgd sína um málið undir politisku viðgerðini. Men hann varð – eins og floksfelagar hans- ara rigin upp á tráð av landsstýriskvinnuni. – Málið varð skrumblað ígjøgnum og nú sæst úrslit- ið, sigur Finnur Helmsdal og vísir á, at orsøkin til rum- blið er, at málið kom alt ov seint fyri tingið. Lesið annars meira á síð- unum 4-6 og á síðu 8. Finnur og Páll høvdu allar møgu- leikar at koma við broytingum Løgtingsmenninir Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm siga, at tjóðveld- isumboðini í Trivnaðarnevndini høvdu allar møguleikar at koma við broyt- ingum, áðrenn pensjónslógirnar vórðu samtyktar. Finnnur Helmsdal sigur, at teir vórðu drignir upp á tráð… Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo