Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 3 - 6. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 3 - 6. januar 2000 Løgmaður leggur upp til einaræði Formaður Tjóveldisfloksins heldur tað vera at leggja upp til einaræði, tá løgmaður vil hava uppskot frá landsstýri- num at vera hálvgum samtykt árenn tey koma fyri tingið JOHN JOHANNESSEN – Er samgongan liðug at viðgera øll lógaruppskot áðrenn tey koma fyri tingið, verður andstøðan sett til viks, og hetta er at seta fólk- aræði til viks. Heini O. Heinsen, for- maður Tjóðveldisfloksins, heldur tað vera skeivt av løgmanni at meldað út, at lógaruppskot frá landsstýr- inum skulu vera so mikið gjølla viðgjørd millum sam- gongulimir áðrenn tey verða løgd fyri tingið, at tey hálvgum eru samtykt. Í stríð við stýrisskipanina – Sjálvandi skal tað, sum landsstýrið leggur fyri ting- ið vera fulfíggjað. Men tað merkir ikki, at tað skal við- gerast aðrar staðir enn í landsstýrinum, áðrenn tað kemur fyri tingið. Heini O. Heinesen heldur tað vera í stríð við stýris- skipanina at viðgerða mál til fulnar millum samgongu- tingfólk áðrenn andstøðan fær høvi at seta seg inn í tey og koma við sínum við- merkingum. Málsviðgerð eigur at fara fram í tingi- num, heldur hann. Alt ann- að metir hann ber brá av einaveldi. – Eg haldi ikki, at løg- maður kann krevja, at øll samgongan skal taka undir við einum máli, bert tí tað er samtykt í landsstýrinum. Flytir ábyrgdina Heini O. Heinesen sigur seg taka fult undir við øllum út- sagnunum hjá floskfeløgum sínum, Finni Helmsdal og Pálli á Reynatúgvu, viðvíkj- andi pensjónsmálinum. Men hann viðgongur tó, at summar orðingar hesir báð- ir hava nýtt um landsstýris- kvinnuna hava verið heldur óhepnar. Men at løgmaður á tíð- indafundi í Tinganesi velur at harta tingmenn í staðin fyri at vísa á mistøkini hjá Helenu Dam á Neystabø, góðtekur formaður Tjóð- veldisfloksins ikki. Hann sigur hetta vera at tveita landsstýrismannaábyrgdina yvir á tingfólk í staðin fyri á rætta landsstýrisfólkið. – Í stýrisskipanini hava vit eina lóg um landsstýris- mannaábyrgd, og henni eiga vit at fylgja. Tí eigur Helena Dam á Neystabø og eingin annar ábygdina av óskili- num í pensjónslógini. Einki misálit Hóast formaður Tjóðveldis- floksins metir framferðina hjá Helenu Dam á Neystabø í pensjónsmálinum vera beinleiðis ræðuliga, hevur hann ongar ætlarnir um at leggja misálit á landsstýris- kvinnuna. Heini O. Heinesen heldur heldur ikki, at ósemjan hótt- ir samgonguna, – Vit eru ógvuliga keddir um framferðina, men mugu bara sláa kalt vant í blóði meðan landsstýriskvinnan syrgir fyri at fáa tingini í rættlag, sigur hann. Orsøkina til, at tikið varð undir við lógaruppskotin- um, hóast tað ikki var full- fíggjað, sigur Heini O. Heinesen vera, at málið kom alt ov seint í tingið, og varð tað tískil skrumblað ígjøgnum. Formaður Tjóðveldisfloks- ins heldur, at løgmaður tveitur landsstýrismanna- ábyrgdina yvir á tingfólk ístaðin fyri rætta lands- stýrisfólkið, tá hann velur at harta tingmenn ístaðin fyri at vísa á mistøkini hjá Helenu Dam á Neystabø Mynd: Jens Kristian Vang Landsstýrið virðir ikki tingið Finnur Helmsdal heldur, at tíðindafundurin í Tinganesi týsdagin greitt sýndi, at landsstýrið vanvirðir tingið og tingfólk annars JOHN JOHANNESSEN – Løgmaður sýnir vanvirð- ing fyri tinginum, tá hann velur at krossfesta tingmenn á tíðindafundi í Tinganesi í staðin fyri at halda sam- gongufund um trupulleikar- nar í samgonguni. Finnur Helmsdal, ting- maður Tjóðveldisfloksins, heldur løgmann hava borið seg skeivt at í sambandi við ósemjuna, ið hevur tikið seg upp um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í pen- sjónsmálinum. – Tíðindafundurin í Ting- anesi týsdagin sýndi heilt greitt, at løgmaður hevur valt ta hørðu linjuna ímóti tingmonnunum, ið hava sýnt sína ónøgd við hand- faringina av pensjónsmáli- num, hóast tað er landsstýr- iskvinnan í almanna- og heilsumálum, ið hevur bor- ið seg skeivt at. Ódemokratiskt – Eg haldi, at tað, løgmaður gjørdi á tíðindafundinum týsdagin var ógvuliga ó- demokratiskt. Hann átti á tíðindafundinum at sagt fólki, hvat Helena Dam á Neystabø hevði gjørt skeivt, men tað gjørdi hann ikki. Í staðin legði hann eftir ting- fólkum. Hetta kann ikki vera rætt, heldur Finnur Helmsdal. Tingmaður Tjóðveldis- floksins vónar, at løgmaður, í staðin fyri at leggja eftir tingfólkum, heldur fer at bróta upp um armar og ver- ið konsekventur í førum, tá hann skal vera tað. Løgmaður segði á tíðind- afundi í Tinganesi týsdagin, at hann metti, at tingfólk í samgonguni ikki høvdu sett seg nóg væl inn í málið um pensjónsskipanina áðrenn tað kom til viðgerðar í tingi- num. Uppskotið var nevniliga sent øllum flokkum í sam- gonguni til ummælis áðrenn tað fór í tingið, og høvdu tingfólk ikki havt høvi at sett seg nóg væl inn í tað, var tað tí at floksapparatini ikki vóru í lagi. Løgmaður helt, at samgonguflokkarnir í størri mun áttu at leggja seg eftir at semjast um upp- skotini, áðrenn tey verða løgd fyri tingið. – Øll uppskot frá lands- stýrinum verða send ting- fólkum til ummælis, men vit fáa sjáldan nakrar við- merkingar aftur frá tingfólk- unum, segði løgmaður á fundinum týsdagin. Finnur Helmsdal er samdur við løgmanni í, at floksappartini ikki altíð virka so væl, men vísir sam- stundis á, at hetta ikki var trupulleikin í hesum føri. Stendur við sítt Tað sýntist sum friður aftur valdaði í samgonuni eftir landsstýrisfundin, tíðinda- fundin og at enda floks- fundin hjá Sjálvsstýris- flokkinum týsdagin, men Finnur Helmsdal stendur enn við hvørt einasta orð, hann hevur skrivað og sagt um handfaringina hjá Hel- enu Dam á Neystabø av nýggju pensjónslógini. Finnur Helmsdal heldur, at uppskotið hjá landsstýris- kvinnuni kom alt ov seint í tingið, og hartil var tað als ikki fullfíggjað. Spurningurin til Finn Helmsdal í hesum sambandi er, hví hann ikki vísti á sína ónøgd við uppskotið undir viðgerðini í tinginum í stað- in fyri at koma við grovum skuldsetingum móti lands- stýriskvinnuni, nú pensjóns- lógin er samtykt. – Tá landsstýriskvinnan í fjølmiðlunum gav løgting- inum skuldina fyri, at tað gekk sum tað gekk við nýggju pensjónslógini, valdi eg at svara aftur og vísa á, at tað ikki var tingið, men landsstýriskvinnan, ið bar seg skeivt at. Áttu at víst málinum aftur Finnur Helmsdal ásannar tó, at hann átti at gjørt ógvus- ligari vart við ónøgd sína um málið undir politisku viðgerðini. Hann er sann- førdur um, at hann átti at havt víst málið frá sær, tá tað var til viðgerðar í trivn- aðarnevndini, har hann er limur. – Eg helt eina dundurrøðu um málið undir viðgerðini í desember, men tað hjálpti so einki. Men eftir atfinn- ingarnar frá løgmanni á tíð- indafundinum ætli eg mær í størri mun frameftir at hugsa um at vísa slík mál frá mær í trivnaðarnevndini. Eina orsøk til, at tingfólk ikki fingu høvi at vísa á skeivleikar í uppskotinum heldur Finnur Helmsdal vera, at málið kom alt ov seint í tingið. – Fyrri parturin um sjálva pensjónslógina kom í tingið í vár, og tá lovaði lands- stýriskvinnan, at seinni parturin skuldi koma fyri beint eftir ólavsøku. Men so varð ikki. Málið varð skrumblað ígjøgnum í end- anum av árinum. Orsøkin til, at vit góðtóku hetta var, at vit lótu landsstýriskvinn- una tosa okkum upp í lag. Hetta heldur Finnur Helmsdal í alt ov stóran mun kemur fyri, tá mál koma úr landsstýrinum í tingið. Tey koma alt ov seint í tingið, og mugu tey tí skundast ígjøgnum. Men Finnur Helmsdal vísir tó á, at sama eisini hevur verið galdandi fyri aðrar lands- stýrissamgongur. Skal ikki rullast við høvdum Hóast Finnur Helmsdal er ógvuliga ónøgdur við ar- beiðsháttin hjá Helenu Dam á Neystabø, hevur hann ongar ætlanir um at leggja fram misálit á landsstýris- kvinnuna. – Eg krevji ikki, at høvd skulu rulla, men eg haldi, at landsstýriskvinnan eigur at taka atfinningarnar til eftirtektar, sigur hann. Finnur Helmsdal vónar, at løgmaður fer at verða eins konsekventur í øðrum førum, har tað er neyðugt, sum hann var, tá hann á tíðindafundi týsdagon legði eftir tingmonnum