mikudagur 22. juni 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2005
17
Beint eftir døgurða
mánadagin var krún-
prinsaparið á vitjan á
dagstovninum á
Hamrinum á Argjum,
har tey vóru móttikin
av bæði prinsum og
prinsessum.
Hoff Stuff
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast vindurin var tráður á
Hamrinum
á
Argjum
seinnapartin
mánadagin,
hevði heilt fitt av fólki
leitað sær niðan til dag-
stovnin at síggja Fredrik
Krúnprins og Mary Krún-
prinsessu. Ivaleyst mundi
mannfjøldin
uttan
fyri
stovnin telja gott og væl
200 fólk, og tað er einki at
ivast í, at ein stórur partur
av hesi mannfjøld vóru for-
eldur at børnunum á stovn-
inum.
Krúnprinsahjúnini góvu
sær eisini góðar stundir til
at heilsa upp á fleiri av
teimum, sum vóru møtt
upp, og serliga krúnprin-
sessan var ófør til at heilsa
upp á tey mongu børnini.
Bíðaðu spent í
kuldanum
Tað var týðuligt, at tey
mongu børnini á stovninum
vóru ógvuliga spent upp á
at fáa fínu vitjanina úr
kongshúsinum.
Summi
teirra byrjaðu at gerast eitt
sindur ótolin, áðrenn kong-
aligu gestirnir komu, men
tað er væl skiljandi, tá ið
tey nú høvdu bíðað so
leingi og verið so spent.
Tey flestu av børnunum
høvdu gjørt sær sína egnu
kongakrúnu,
og
fleiri
høvdu enntá fingið sær ein
kappa, so tá ið krúnprinsa-
hjúnini komu, vóru tey
móttikin av bæði prinsum
og prinsessum.
Tað var Elisabeth Hen-
riksen, stovnsleiðari, ið tók
ímóti Fredrik Krúnprinsi og
Mary Krúnprinsessu, og
hon vísti teimum runt á
stovninum. Vitjað var inni á
stovunum, og kongaligu
gestirnar sluppu eisini at
síggja ymiskt handaligt,
sum børnini høvdu til-
evnað.
Á veg út á Argir høvdu
tey kongaligu eisini steð-
gað á við brúnna um Sand-
á, har tey sóu gomlu myll-
una, og eisini har vóru fitt
av argjaborgarum savnaðir.
Tað var sjey ára gam-
la Rakul, sum fekk
heiðurin at handa
krúnprinsessuni
blómur, tá ið hon
kom á vitjan á dag-
stovninum á Hamrin-
um mánadagin
seinnapartin.
Hoff Stuff
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Rakul var sum vera man
ógvuliga spent at geva
krúnprinsessuni blómurnar.
Nú nærkast summarfrítíð-
in, og eftir summarfrítíðina
fer Rakul í skúla. Tískil var
henda uppgávan eitt tað
seinasta, ið Rakul slapp at
gera á dagstovninum. Rak-
ul var eisini spent upp á at
fara í skúla, og hon fortaldi
okkum, at hon helst fór at
ganga í Venjingarskúla-
num.
Tá ið vit spurdu Rakul,
um hon visti, hvør ið Mary
var, ivaðist hon ikki: - Tað
er prinsessan!, segði Rakul.
Sjey ára gamla gentan visti
eisini gott, hvussu krún-
prinsessan sær út, tí hon
hevur fleiri ferðir sæð hana
í sjónvarpinum.
Vitjaðu prinsar og prinsessur
Rakul handaði Mary blómur
Sjey ára gamla Rakul var
ógvuliga spent uppá at skula
handa Mary Krúnprinsessu
blómur, tá ið hon kom á
vitjan á dagstovninum á
Hamrinum á Argjum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Inni á stovunum á Dag-
stovninum á Hamrinum á
Argjum heilsaðu tey bæði
kongaligu upp á fleiri av
børnunum og fingu sær eitt
prát við tey.
Mynd: Jens Kr. Vang
Eins og alla aðrastað-
nis, har tey kongaligu
vitja, stóð stásiligir bil-
ar klárir at koyra tey
kongaligu á Sandi, um
tey høvdu tørv á tí.
Aðrastaðnis hevur tó
verið vanligt, at flestu
bilarnir verða fluttir til
staðið, har tey konga-
ligu vitja, men hesa-
ferð var tó eitt sindur
øðrvísi. Bilurin, sum
flutti drotningina og
prinsin, var nevnliga
eingin annar enn tann
hjá sjálvum borgar-
stjóranum á Sandi, Páll
á Reynatúgvu.
At viðurskiftini eru
eitt sindur øðrvísi her á
landi enn so nógva
aðrastaðnis, sást eisini,
tá ið kongaliga vitjanin
var liðug. Tá koyrdi
borgarstjórin sjálvur
bilin, og tá vóru tað
nøkur fólk frá útvarp-
inum, sum fingu loyvi
at sita á júst somu setr-
um, sum drotningin og
prinsurin høvdu sitið á
stutta løtu framman-
undan.
tn
Koyrdu í
borgar-
stjórabil-
inum