mikudagur 22. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 116 - 22. juni 2005
Orð Eydna Skaale
Myndir: Bárður Lydersen
Eftir seina morgunmatin í
Müllers
pakkhúsi
fóru
Drotning Margretha og
Hendrikur prinsur út at
hyggja at nýggja partinum
av Landssjúkrahúsið, og
hitta onkrar sjúklingar har.
Á
Tjarnargarði
hitti
regentparið bæði gomul
fólk og børn. Børnini, sum
ganga í barnagarðinum á
Konmansmýru vóru komin
yvir um vegin, og veottraðu
við føroyskum fløggum,
sum tey sjálvi høvdu
teknað.
8 Sjúkrahúsið og Tjarnargarður
Myndin til vinstru
11 ára gamla Kirstin í Garði
handaði drotningini eitt
blómutyssi úti á
sjúkrahúsinum. Hon var
ógvuliga spent, sum skilligt
var, og hon hevði eisini vant
seg, áðrenn hon kom. – Eg
skal siga »velkommen« við
hana, og geva henni
blomstur, greiddi Kirstin frá.
Hon var ikki í skúla
mánamorgunin, tí hon hevði
í staðin pyntað seg fyri
drotningini. Og hon var
eisini ógvuliga fín.
Myndin niðanfyri
Starvsfólkini á sjúkrahús-
inum vóru ógvuliga spent til
vitjanina, og allastaðni
hoyrdist fnis og flenn av
sjúkrasystrum, sum gleddu
seg at møta Hennara Hátign.
– Tað hevru verið nógv tosað
um drotningavitjanina seina-
stu tíðina. Tey flestu eru
ógvuliga spent, men summi
eru ímóti, sum vera man,
sigur Gretha, sum er deildar-
leiðari á G1. Frá vinstru
síggjast Erla, Óluva, Cecilia
og Gretha.
Mia og Jóan Magnus ella
Helle, sum hann vanliga
verður róptur, Justinus-
sen úr Leirvík, komu til
Havnar á sjúkrahúsið
mánamorgunin.
– Nei, lítið vistu vit, tá
vit fóru úr Leirvík í
morgun, at vit skuldu
taka í hond á drotningini,
søgdu tey bæði, eftir fínu
vitjanina inni á stovuni.
Men tey hildu tað tó vera
eina serstaka og minnis-
ríka uppliving.
– Hetta er so fyrstu
ferð eg havi heilsað uppá
drotningina,
men
eg
haldi, at hon virkar bara
fitt, segði Mia, sum tó
var eitt sindur flóv av at
hava sitið niðri, ímeðan
drotningin var og heils-
aði uppá. – Tey søgdu við
okkum, at okkum nýttist
ikki at reisa okkum upp,
men tað tóktiskt løgið at
sita á aftirpartinum, tá
drotningin kom inn, helt
Mia.
Umframt at taka í hond
á drotningini og prins-
inum, heilsaðu Mia og
Helle eisini uppá løg-
mann og borgarstjóran í
Havn, sum gingu aftaná
drotningini og eisini tóku
í hond á sjúklingunum.
– Tá vit komu í morgun
fingu vit at vita, at drotn-
ingin fór at koma í dag.
Tey søgdu við okkum, at
vit skuldu bara sita her,
so skuldu tey vísa drot-
ningini inn higar at heilsa
uppá okkum. Og her
hava vit so sitið og bíðað
í allan morgun, greiddu
tey frá.
Men tey vóru samd
um, at tey nú høvdu
okkurt
at
fortelja
leirvíkingum,
tá
tey
komu heimaftur.
– Hetta vardi okkum ikki
í morgun
Her kemur regentparið inn í
Tjarnargarð, saman við
løgmanni og
borgarstjóranum. Leiðarin,
varaleiðarin og Katrin Dahl
Jakobsen taka ímóti.
Margretha drotning spurdi
um blómurnar og havan,
sum enn ikki hava havt
bestu umstøður í kalda og
turra veðrinum.
– Hon hevur onga krúnu!
– Vit hava sæð drotningina,
og hon eitur Margretha. Vit
hava eisini sæð prinsin og
fleiri politimenn, greiddu
dreingirnir, sum ganga á
stovuni »Túgvan« mær frá.
– Eg haldi ikki, at hatta er
ein rættilig drotning, tí hon
hevur onga kongakrúnu og
ongan kjóla. Men tað er
kanska tí, at tað er so
nógvur
vindur
í
dag.
Kongakrúnan hevði bara
fokið við vindinum, helt
onkur.
– Men hon hevur heldur
ongan kong, staðfesti ein.
– Vit skuldu standa her,
og tá drotningin kom
framvið, skuldu vit flagga,
og so vinkaði hon aftur.
Men prinsurin vinkaði ikki,
greiddi ein av dreingjunum
mær frá. – Og prinsurin
hevði
heldur
onga
kongakrúnu.
Høvdu tit tímað at verið
prinsar?
– Ja, eg hevði væl tímað. Tí
teir eiga fult av pengum,
kanska 1000, og nógvar
diamantar,
vóru
allir
dreingirnir samdir um.
Men hvat gera prinsar?
– Prinsar? Teir gera einki.
Teir
skulu
bara
akta
drotningina, og gera sum
hon sigur, staðfesti ein,
eftir at hava hugsað seg um
eina løtu.