mikudagur 22. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2005
19
HOFF STOFF
Orð:Eydna Skaale
Myndir Bárður Lydersen
Á Fornminnissavninum var
fokusið
serliga
sett
á
kirkjubøstólarnar, sum eftir
tógvið stríð at enda komu
heim til Føroya at standa.
Símun Arge, fornfrøðingur,
greiddi teimum kongaligu
frá søguni hjá stólunum, og
tað sá út til, at drotningin
hevði stóran áhuga í tí, hon
hoyrdi.
Tað tóktiskt, sum Drotn-
ingin var bergtikin av
kirkjubøstólunum,
sum
standa í kjallaranum á
Fornminnissavninum. Hon
lurtaði við ógvuliga stórum
áhuga, spurdi nógv og vildi
vita meiri. Tað sást, at hon
var hugtikin av longu
søguni hjá stólunum.
Prinsinum tóktiskt hin-
vegin at dáma betur ymsu
brúkslutirnar, sum Forn-
minnissavnið sýnir fram.
Hann gekk við áhuga runt
fyri seg sjálvan og hugdi og
las um ymsu lutirnar.
Á veg inn í Listasavn-
ið steðgaðu krún-
prinsahjúnini á við
standmyndina av
barnakonuni, sum
Hans Pauli Olsen
hevur gjørt. Tað var
týðuligt, at krúnprin-
sessan var ógvuliga
hugtikin av verkinum
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Júst henda løtan, tá ið krún-
prinsessan, sum sjálv er
barnakona, stóð og eyg-
leiddi verkið hjá Hans
Paula Olsen, var heilt ser-
lig, og tað var ikki frítt, at
teir fáu myndamenninir, ið
høvdu møguleika at fáa løt-
una í kassan, av alvára
gjørdu sær dælt av hesum.
Mikines er nakað fyri
seg
Komin innar í Listasavnið,
fingu
krúnprinsahjúnini
eina frágreiðing frá savns-
leiðaranum Helga Fossadal
um søguna og spíran til
Listasavn Føroya. Helgi
Fossadal greiddi frá um teir
føroyingar,
sum
undir
krígnum savnaðu føroyska
list í Danmark við tí fyri
eyga at nýta listina til eitt
møguligt listasavn.
Savnsleiðarin greiddi frá
um tær ymisku framsýn-
ingarnar, bæði tær føstu og
tær skiftandi, og somuleiðis
nýtti hann høvi til at greiða
kongaligu gestunum frá tí
serliga gólvinum, sum er í
forhøllini í Listasavninum.
Gólvið er gjørt úr viði, sum
er skorin úr trøum, sum
fóru um koll í viðalundini í
Havn í landsynningsódnini
í desembur 1988.
Úr forhøllini gekk leiðin
innar í grafiska verkstaðin,
og síðani víðari til tað ser-
liga Mikines-framsýning-
arhøli, har verk hjá einum tí
fremsta
føroyska
lista-
manninum nakrantíð, Sám-
al Joensen Mikines, verða
sýnd fram. Tað var ikki
frítt, at listin hjá Mikines
hugtók Mary Krúnprin-
sessu, og hon tók sær eisini
góða tíð til at eygleiða tey
ymisku verkini.
Steðgurin í Listasavnin-
um gjørdist eisini eitt sind-
ur drúgvari enn ætlað, og
tað sigur kanska ikki so
lítið um áhugan hjá teimum
báðu kongaligu fyri før-
oysku listini.
Rætting
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at tað var Randi Vang,
ið hevði sniðgivið og
bundið sjalið, ið hennara
hátign Margreta Drotning
fekk í gávu frá Tórs-
havnar Býráð, men tað
var ikki rætt. Tað er nevn-
liga Paulina av Steinum,
ið hevur gjørt hetta verk
tn
Barnakonan hugtók krúnprinsessuna
Drotningin var sera áhugað í
tí, hon hoyrdi um
kirkjubøstólarnar
Kirkjubøstólarnir hugtóku