mikudagur 22. juni 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 116 - 22. juni 2005
Seinasta vitjanin hjá
krúnprinsahjúninum
seinnapartin mána-
dagin var hjá Fær-
øerne Kommando í
Mjørkadali, og tá var
krúnprinsurin veru-
liga millum sínar
egnu.
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mjørkadalur livdi eisini
veruliga upp til sítt navn, tá
ið kongaliga fylgi kom
niðan. Mjørkin lá tjúkkur at
kalla allastaðnis við gamla
oyggjarvegin,
og
sýni
mundi neyvan verða nógv
meiri enn einar 100 metrar.
Fóru niðan á Sornfelli
Tá ið tey bæði, Frederik og
Mary, vóru komu niðan í
Mjørkadal, heilsaðu tey
upp á ovastarnar hjá Fær-
øernes Kommando í Før-
oyum, og síðani hildu tey
leiðina beint í ein jeep, sum
skuldi koyra tey niðan til
kontrolstøðina uppi á Sorn-
felli.
Í Mjørkadali vóru um-
støðurnar
hjá
teimum
kongaligu eitt sindur øðr-
vísi enn á hinum støðunum,
ið tey vitjaðu, tí her vóru
tað bert fólk frá Færøernes
Kommando og so fjøl-
miðlafólk til staðar. Eingi
børn ella vaksin við fløgg-
um, sum fegin vildu sleppa
at síggja krúnprinsahjúnini.
Tað sást eisini væl á
krúnprinsinum, sum jú er
hernaðarmaður burturav, at
koma millum hermenn, og
tað var einki at taka seg
aftur í, at her var Fredrik
millum sínar egnu.
Frederik millum sínar egnu
Síðsta vitjanin hjá krúnprinsahjúninum seinnapartin mánadagin var í Mjørkadali, har tey vitjaðu Færøernes Kommando og vóru ein túr uppi á Sornfelli.
Mynd: Jens Kr. Vang
Danska sjónvarpsstøðin
TV2 hevur ikki færri
enn sjey fólk í Føroyum
í sambandi við konga-
ligu vitjanina. Ein teirra
er havnarmaðurin, Jan
Fagranes, sum um
tíggju dagar verður út-
lærdur sum mynda-
maður
HOFF STOFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Jan Fagranes greiður frá, at
hann hevur verið í læru hjá
TV2 í fýra og eitt hálvt ár,
og at vitjanin í Føroyum er
eitt slag av sveinastykki hjá
honum.
Meiri spennandi
uppgávur í Danmark
Spurdur hvørjar uppgávur,
ið hann hevur dagliga í
Danmark, sigur Jan Fagra-
nes:
- Eg geri fyri tað mesta
tíðindi og ítrott, men av og
á eri eg eisini við til at gera
Station 2, sum er eitt
kriminalprogram, sigur før-
oyski myndamaðurin.
Jan sigur, at tað er sera
stórur munur á at koma til
Føroya í arbeiðsørindum, í
mun til tá ið hann vitjar í
frítíðini.
- Nú er alt í fokus alla-
tíðina, og tú hevur als ikki
tíð at taka tær av løttum. Í
veruleikanum vil eg siga, at
tað er rættuliga stuttligt
soleiðis at vísa oyggjarnar
fram fyri starvsfeløgunum,
sigur Jan Fagranes.
Jan var búsitandi í Århus,
tá ið hann í januar 2001
fekk lærupláss hjá TV2.
Leiðin gekk so til Odense,
har danska sjónvarpsstøðin
hevur sína høvuðsstøð,
men fyri hálvum ári síðani
flutti Jan til Keypmanna-
havnar at búgva.
Sum áðurnevnt verður
Jan liðugur at læra um
tíggju dagar, men hann
hevur fyribils fingið starvs-
sáttmála við TV2 í tríggjar
mánaðar
afturat.
Hvat
síðani hendir, veit hann
ikki, men hann kundi gott
hugsað sær at hildi fram.
Men kundi Jan Fagranes
ikki gott hugsað sær at flutt
heim aftur til Føroya og
møguliga fingið eitt starv í
Kringvarpi Føroya?
- Ja, eg leingist illa heim
aftur, men arbeiðið er nógv
meiri spennandi í Danmark
enn í Føroyum, sigur ungi
havnarmaðurin.
Spurdur hvussu vanligi
arbeiðsdagurin hjá sær í
Danmark sær út, sigur Jan
Fagranes:
- Tað er ilt at siga. Eg
kann til dømis gott verða á
Christiansborg og gera eitt
innslag við Anders Fogh
Rasmussen á miðdegi, og
einar tveir tímar seinni eri
eg í Istedgade og taki
myndir av einum misnýt-
ara, sigur Jan Fagranes at
enda.
Føroyski myndamaðurin hjá TV2
Ungi havnarmaðurin Jan
Fagranes, sum í hesum
døgum er við TV2 í
Føroyum, verður útlærdur
myndamaður í komandi
viku. Kongaliga vitjanin í
Føroyum er eitt slag av
sveinaroynd hjá honum.
Mynd: Jens Kr. Vang