Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú varð sjøtul settur á Grundarsteinurin til kirkjuna í Hoyvík er nú lagdur. Tí syrgdu Margretha drotning og Hendrikur prinsur fyri seinnapartin mánadagin. Nógvir hoyvíkingar vóru samankomnir fyri at síggja byrjanina til kirkjubyggingina Orð: Eydna Skaale Myndir: Bárður Lydersen Í nógv ár hava hoyvíkingar tosað um at fáa egna kirkju. Nú varð arbeiðið endiliga byrjað, og grundarsteinur- in varð lagdur av royalum hondum. Nógv fólk, bæði børn og vaksin vóru savnað at síggja stórhendingina. Fyrst varð sálmurin »Kirken den er et gammelt hus« sungin. Tað var greitt, at børnini høvdu vant sálm- in frammanundan, tí tey stemmaðu øll í. Síðani helt bispur eina røðu, og eftir hann kom dómpróvsturin, Bjarni Bech, sum las eitt skjal við øllum faktuellum upplýs- ingum um dagin upp. Og so kom stóra løtan, tá steinurin varð lagdur. Ella rættari steinarnir, tí Mar- gretha legði ein og prins- urin slapp eisini at leggja ein. Síðani varð aftur ein sálmur sungin, áðrenn royala fylgið fór inn í Hoyvíkar skúla. Nr. 116 - 22. juni 2005 21 Seinasti steðgurin á rundtúrinum í Havnini var í Heinesens húsi. William Heinesen varð siteraður í vælkomsttaluni hjá løgmanni á bryggjuni um morgunin, og tí var tað hóskandi eisini at gera ein steðg í húsinum hjá høvundinum. Zacharias Heinesen, elsti sonur William tók ímóti og greiddi frá. Veðrið helt sær Sandoy: Tá ein plan- leggur eina slíka vitjan, er sjálvandi ógjørligt at siga, hvussu veðrið verður slíkar dagar. Mánadagurin eydnað- ist sera væl til veður í Havnini, og tá tey kongaligu vitjaðu á Sandi í gjár var eisini gott veður til eina slíka vitjan. Longu frá morgun- stundini vísti Sand- oyggin seg frá síni bestu síðu við sólarglottum. Men so hvørt sum morgunin leið, og tíðin fyri komuni nærkaðist, nærkaðust kortini mjørkaflókar sunnan- eftir. - So typiskt!, segði ein heimasandsmaður. Fyrst kemur skaddan, og hygg nú, - nú gjørdist kaldari, tí nú kom skaddu- vindurin. - Og bíða bara – um eitt lítið bil, so koma eisini fyrstu droparnir. Bara tað heldur sær til tey kongaligu eru farin avstað aftur, segði hann. Hann fekk tíbetur rætt: Tað var turt, tá tey kongaligu stigu í land, og tað vóru nakrir fáir dropar at merkja, tá tey komu úr kirkjuni ávegis til kommunuskrivstov- una. Hetta órógvaði tó ikki nakran. Tann tætta skráin á Sandi eydnaðist væl, vóru fólk samd um. Stutt var hon eisini – tey komu kl. 9:30 og longu kl. 11:00 sigldu tey aftur av Sandi, víðari til Suðuroyar. sb. Hoyvíkingar kunnu nú av álvara byrja at gleða seg at sleppa í egna kirkju. Mánadagin legði Margretha drotning nevniliga grundarsteinin. Børnini vóru ógvuliga spent at síggja drotningina og prinsin. Her flagga tey fyri teimum royalu, eftir at steinurin er lagdur. Undir liðini á drotningini gongur Katrin Dahl, formaður í bygginevndini fyri Hoyvíkar kirkju