Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 116 - 22. juni 2005 Galladøgverði í Nor Orð: Eydna Skaale Myndir: Bárður Lydersen Mánakvøldið var løgmaður vertur við ein stóran galla- døgverða, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum. Áðr- enn døgverðan var konsert og mótasýning, og eftir døgverðan varð eisini farið upp á gólv. Deja vu Deja Vu vóru eisini bidnir um at spæla á konsertini fyri døgverðan. Teir spældu fýra løg, tvey hjá Flóvini Viderø og tvey hjá Líggjasi Olsen. Teir viðgingu, at teir høvdu hugsað væl um fram- førsluna. – Vit vita, at krúnprinsinum dámar væl rocktónleik, so tí royndu vit at taka tveir relativt villar sangir, hóast meginparturin av áhoyrarunum kanska vóru í eldra endanum. Men vit høvdu so eisini tveir friðaligar sangir, greiða teir frá. Spurdir, um tað var nakað serligt at framføra fyri kongsfamiljuni, svara teir, at tað hugsaðu teir mest um frammanundan. – Tá vit komu á pallin hugsaðu vit mest um, at tað var ein fullur salur av fólki, og at tey øll skuldu hava eina góða uppliving. Undir sjálvari konsertini hugsaðu vit ikki stórvegis um tey kongaligu, greiða teir frá. Teir siga, at teir ikki sóu tey kongaligu, hóast tey sótu á fremsta bonki, tí ljósið á pallinum var so sterkt. – Vit sóu ikki hvussu tey reageraðu uppá tónleikin, men vit vóna, at tey hugnaðu sær, siga teir at enda. Guðrun og Guðrun og Borgný Dam Patursson stóðu fyri at sýna klæðir fram. Tær ganga báðar heilt nýggjar leiðir, men hava tó røtur í tí føroyska, við tað, at tær báðar arbeiða nógv við ull og tógvi. Eivør Pálsdóttir var sum altíð sera bergtakandi. Hon vísti hví hon hevur ferð eftir ferð fær virðislønir og góð skoðsmál uttanlands. Til sangin um lítlusystrarnar Elisabet og Elinborg fekk hon tær báðar at hjálpa sær at syngja. Í taluni, sum drotningin helt i Norðurlandahúsi num, var ein stórur partur á føroyskum.