Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2005 23 rðurlandahúsinum Matskráin á galladøgverðanum Jomfrúhummari við kolturskjøti Bankatoskur við graskerskjarnum Vaniljuhvíti við rabarbum Kaffi og sjokoláta Matskráin á galladøgverðanum var ein lítil ritlingur fyri seg. Gjølla var greitt frá hvaðani ráðvøran var fingin til vega, og um umstøðurnar, har ráðvøran hevði livað. Greitt var frá um serstøku koltursneytini og um kjøtið av teimum. Mynd var eisini viðløgd. Um bankatoskin varð greitt frá, at hann er fingin á Føroya Banka, og at endaliga ráðvøran er eitt úrslit av drúgvum royndum og gjøllum kunnleika innan fiskivinnuøkið. Rabarburnar, sum vóru nýttar til dessertina, hava voksið í Kirkjubø, varð eisini kunngjørt í skrivinum. Leif Sørensen var gingin í lag við kokkarnar á Hotel Føroyum, og saman stóðu teir fyri royala døgverðanum. Hóast tað frammanundan var ivasamt, um tey kongaligu fóru at hava hug at fara upp á gólv, so vóru tey við í ringinum. Her Hendrikur prinsur. Borðhaldið var hildið í móttøkuhøllini í Norðurlandahúsinum. Løgtingsmenn, býráðslimir, starvsfólk á løgmansskrivstovuni og onnur vóru boðin Bjarni Djurholm tók sær av Mary og Marjun Hanusardóttir hevði krúnprinsin undir hond, tá farið varð upp á gólv. Eitt orð við á vegnum...