mikudagur 22. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Meðan bíðað varð eft-
ir teimum kongaligu
royndu børnini á
Sandi at stytta sær
stundir við ymiskum.
Onkur heintaði
blómur og onkur
sang »Gleðilig jól«
Hoff Stoff
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: Tað kann vera
langligt at bíða eftir teim-
um kongaligu – serliga tá
ein er barn.
Í longri tíð hava børnini á
Sandi ikki hoyrt um stórt
annað enn ta forkunnugu
vitjanina, sum teimum stóð
fyri týsdagin 21. juni.
Allastaðni í bygdini hava
fólk stákast í samband við
vitjanina, og hevur hetta
sum vera man eisini ávirk-
að gerandisdagin hjá børn-
unum.
Endiliga var so dagurin
komin. Fyrr um morgunin
høvdu tey borið eyga við at
kongsskipið var komið á
víkina, og nú kom sjóverju-
skipið eisini til bryggju.
Nógv fín fólk komu í
land, m.a. løgmaður og aðr-
ir politikkarar og embætis-
menn. Men tað var kortini
manningin umborð á tí
hvíta skipinum, sum størsti
spenningurin var um og
størsti áhugin fyri.
Tey vaksnu kundu klára
at bíða, men hvat skuldu
børnini gera? Onkur heint-
aði blómur, sum tey kundu
geva onkrum av teimum
kongaligu,
um
høvið
beyðst til tað.
Og ein drongur setti seg
væl fyri á tann laðaða garð-
in, og skar í at syngja kenda
jólasangin »Gleðilig jól«.
Ja, hvat skal man gera, tá
tey kongaligu brúktu so
langa tíð at koma fram.
Serstakur
frásøguháttur
Kongsskipið
Dannebrog
var fyrsta tekinið um, at nú
var kongsvitjanin umsíðir
veruleiki.
Tíðliga á morgni kom
skipið á víkina, og nakað
fyri kl. 9:30 sást ein lítil
hvítur bátur – ein chalupp –
nærkast lendingini á Grót-
teigum í bygdini.
Løtu seinni var báturin
komin at flotbrúnni, ið varð
løgd út til endamálið, og nú
sóust tey kongaligu stíga í
land og nærkast staðnum,
har
almenna
móttøkan
skuldi verða.
Tey góvu sær tíð at heilsa
uppá bygdarráðslimirnar,
og Mary gav sær – sjálv-
andi – eisini góða tíð at
heilsa uppá børnini, ið
stóðu síð um síðu á gongu-
breytini.
Saman við teimum kong-
aligu gekk borgarstjórin á
Sandi, Páll á Reynatúgvu,
sum í røðu síni ynskti teim-
um at verða hjartaliga væl-
komin
til
bygdina
og
oynna.
Hann tók útgangsstøði í
ævintýrunum
hjá
H.C.
Andersen og vísti á, at slík-
ar søgur eru bert dreymar
hjá teimum flestu.
- Vit hava eisini ein ser-
stakan frásøguhátt her á
landi, sum enn er á lívi, og
sum hevur yvirlivað í
hundraðtals ár, segði hann,
og vísti her m.a. til tær út-
gravingarnar, sum gjørdar
eru í bygdini og sum vísa,
at bygt hevur verið her í
800-talinum.
Eftir hesa móttøkuna fór
fylgið yvir í kirkjuna, har
sóknarpresturin,
Jákup
Reinert Hansen tók ímóti
teimum kongaligu og tveir
tónleikarar
spældu
eitt
tónleikaverk eftir Sunnleif
Rasmussen.
Næst á skránni var ein
vitjan
í
hølunum
hjá
kommununi, áðrenn leiðin
gekk víðari longur suður-
eftir við fyrsta steðgi í
Vági.
Áðrenn kongaliga
familjan vitjaði í høl-
unum hjá Sands
kommunu, fingu
fleiri eldri sandsbúgv-
ar høvi at heilsa upp á
kongaligu gestirnar
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er ikki gerandiskostur
hjá teimum eldru íbúgvu-
num á Sandi at fáa so fína
vitjan, sum tey fingu fyrra-
partin týsdagin. Talan var
um eldri fólk, sum til dag-
ligt búgva á ellisheiminum
á Sandi, sum liggur beint
við kommunuhølini.
Krúnprinsahjúnini
fóru til gongu
Meðan Margreta Drotning
og Henrik Prinsur fór í bili
frá kirkjuni til kommunu-
hølini, valdu krúnprinsa-
hjúnini at ganga tann stutt
teinin. Hetta fall í góða jørð
hjá sandsbúgvum og sand-
oyingum, sum í stórum tali
hildu í hølunum á teimum
kongaligu.
Drotningin og prinsurin
komu fyrst á staðið, har tey
gomlu bíðaðu, og hennara
hátign drotningin og hans-
ara tign prinsurin fór beina
leið yvir at heilsa upp á tey
gomlu. Lítla løtu seinni
komu
krúnprinsahjúnini
spákandi, og tey heilsaðu
sjálvsagt eisini upp á eldru
sandoyingarnar.
Mary Krúnprinsessa gav
sær góðar stundir at práta
við tey gomlu, og hóast
bukurin gerst alsamt meiri
týðuligur, fór hon niður á
knæ, soleiðis at tað var
lættari hjá teimum gomlu at
práta við hana og síggja í
eyguni á henni.
At Krúnprinsessan hevði
hugtikið tey gomlu, var
einki at ivast í. Eftir at
kongaliga fylgi var farið
innar í kommunuhølini,
søgdu fleiri av teimum
gomlu, at hatta var ein fan-
tastisk krúnprinsessa:
- Hon er so almindilig og
er einki hóvasták burtur úr
sær sjálvari, søgdu fleiri
teirra.
24
Nr. 116 - 22. juni 2005
- Hon er so almindilig
Búfólkið á ellisheiminum á Sandi heilsaði upp á tey kongaligu uttan fyri kommunuhølini á Sandi. Serliga krúnprinsessan hugtók
eldru sandoyingarnar, tí at hon var so almindilig, sum tey málbóru seg.
Mynd: Jens Kr. Vang
Jólasangur fyri teim kongaligu
Tey kongaligu koma í land av flotbrúnni og verða móttikin av bygdarráðnum á Sandi
Mynd: Jens Kristian Vang