mikudagur 22. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bakaríið: Hóast flakavirk-
ið ikki steðgaði upp, so
valdi bakarin í bygdini
kortini at steingja handilin
fyrrapartin í gjár.
Á einum skelti í úthurð-
ini boðaði hann frá, at
vegna kongaligu vitjanina
varð handilin stongdur
millum kl. 9 og 11.
Hetta var helst ein røtt
avgerð. Hóast nógv fólk var
samankomið beint uttanfyri
handilin, so høvdu fólk
helst annað at hugsa um
enn breyð og køkur hesa
løtuna í øllum førum.
sb.
Skeltið sigur alt: Eingin
keypir breyðvørur ein slíkan
dag. Hví skal ein so hava
opið?
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 116 - 22. juni 2005
25
Borgarstjórin á
Sandi, Páll á Reyna-
túgvu, heldur, at tað
hevur stóran týdning
fyri ferðavinnuna í
Sands bygd og í Sand-
oynni, at kongaliga
familjan leggur leið-
ina framvið, nú vitjað
verður í Føroyum.
Hoff Stuff
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Páll á Reynatúgvu segði, tá
ið kongaliga fylgið var far-
ið av oynni aftur, at tað eis-
ini er umráðandi hjá sand-
ingum at fáa høvi at vísa
sín blíðskap fyri teimum
kongaligu. At ein slík vitjan
eisini hevur stóran týdning
fyri bygdina og oynna,
dylur borgarstjórin ikki
fyri.
Leggja størri dent á
ferðavinnuna nú
- Tað er umráðandi, at vit
nýta eitt slíkt høvi, har ein
rúgva av bæði føroyskum
og útlendskum fjølmiðla-
fólkum vitja, til at vísa
Sands bygd og oynna fram.
Vit eru farin at leggja størri
dent á ferðavinnuna í seina-
stuni, og hetta er ein gyltur
møguleiki at bjóða okkum
fram, segði Páll á Reyna-
túgvu. Kunningarstova er á
Sandi, og nýggi kunningar-
leiðarin, Katrin Petersen,
royndi eisini at bjóða
fremmandu fjølmiðlafólku-
num ymiskt tilfar um
oynna.
Spurdur,
hvussu
tað
gongur á Sandi nú, sigur
Páll á Reynatúgvu: - Tað er
góður trivnaður á Sandi.
Fyri fáum árum síðani
høvdu vit 30 børn í
dagrøktarskipanini, og nú
eru tey 60 í tali, og tað
skuldi bent á, at ungar fam-
iljur trívast her í bygdini,
segði borgarstjórin.
- Stóran týdning fyri ferðavinnuna
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, heldur tað hava stóran týdning fyri ferðavinnuna á
Sandi, at ein hópur av útlendskum fjølmiðlafólkum vitja í sambandi við kongaligu vitjanina.
Mynd: Jens Kr. Vang
Sína vanligu gongd
Flakavirkið: Alt kann
ikki steðga upp, hóast
forkunnug vitjan er í
bygdini.
Arbeiðsfólkið á Sand-
oy Seafood lótu lítið við
seg koma, tá fyrst kongs-
skipið Dannebrog og síð-
ani sjóverjuskipið Brimil
komu á víkina.
Um so mangt annað
steðgar upp ein slíkan
dag, so gekk arbeiðið
kortini
sína
vanligu
gongd, tá teir fyrstu fínu
gestirnir byrjaðu at koma
til bygdina árla á morgni.
Samfelagslig
virði
verða skapt á einum slík-
um virki, og tá ræður um
at vísa, hvør dygd er í
fólki, til eina og hvørja
tíð.
sb.
Vakur tónleikur
Kirkjan: Ein partur av
skránni á Sandi var í
teirri
hugnaligu
og
gomlu kirkjuni, sum er
bygd í 1839.
Her tók sóknarprest-
urin, Jákup Reinert Han-
sen ímóti og greiddi
teimum kongaligu frá
ymiskum í kirkjuni.
Samstundis við hetta
spældu Anna Klett á
klarinett og Páll Sólstein
á horni eitt verk, sum
sandingurin
Sunnleif
Rasmussen hevur gjørt.
Hetta vóru fantasi’ir yvir
Tívilsdøtur.
- Eg haldi, at tað gekk
væl. Í øllum førum var
Margretha drotning glað
fyri spælið, tí aftaná kom
hon yvir til okkara og
takkaði fyri spælið, sigur
Páll Sólstein.
sb.
Søgulig atkoma
Grótteigar: - Her niðri
eigi eg mangar góðar løt-
ur og mong góð minni,
segði ein sandingur, sum
við móður síni var komin
oman á ta gomlu lend-
ingina á Grótteigum at
taka ímóti teimum kong-
aligu.
- Vit plagdu at kalla
tað fyri á Hamri, men
hitt navnið er eisini rætt,
segði hann.
Sum so mong onnur,
hevði hann eisini fylgt
við veðrinum seinastu
dagarnar. Og hann var
samdur við hinum mann-
inum í, at hetta var ein
góður dagur til eina slíka
vitjan.
- Var hon komin í gjár,
so høvdu tey neyvan
kunnað brúkt hesa flot-
brúnna at koma í land í,
segði hann.
Varð veðrið ikki til
vildar, so hevði bygdar-
ráðið gjørt eina neyðætl-
an, soleiðis at tey konga-
ligu kundu koma í land
inni í sjálvum havnalag-
num.
Doypt og
konfirmerað
Kirkjan: Donsku tíðind-
afólkini eru ikki bert á-
hugaði í tí, sum fyriferst
rundan um tey konga-
ligu. Tey duga eisini at
finna fram til aðrar søgur
á leiðini.
Ein myndamaður frá
eini sjónvarpsstøð hevði
fingið orðið á eina til-
komna konu av Sandi, og
greiddi hon frá nógvum
av tí, sum hon hevði sæð
og upplivað í sínum
barnaárum.
Hon gekk runt millum
húsini í bygdini, við
myndamanninum renn-
andi aftaná sær. Serliga
nógv gjørdi hon burtur
úr kirkjuni, har tey kong-
aligu eisini vitjaðu.
- Í hesi kirkjuni eri eg
bæði doypt og konfirm-
erað. Hetta er ein vøkur
kirkja,
greiddi
hon
danska myndamanninum
frá.
sb.
- Hevði abbi tín
sæð!
Fløgg: Til slíkt høvi eru
mong børn sum ganga
við fløggum – føroysk-
um, donskum og eisini
onkur við tí australska
flagginum.
Ein maður bar eyga
við ein drong, sum gekk
við
einum
donskum
flaggi.
- Ja, nú skuldi abbi
hansara sæð hann!
Einki var tó sagt um
nakran politiskan lit.
Men eingin ivi er tó um,
at allir sandoyingar – ó-
ansæð sannføring - vóru
sera fegnir um hesa vitj-
anina í gjár.
sb.
Stongt vegna vitjan